Kunngerðir 11. oktober
Í dag kl. 12:30 er sunnudagsskúli, og kl. 13:00, tá børnini fara í flokkarnar, verður bíbliuløtan fyri vaksin, har Jákup Eli Østerø talar.
Kl. 14:30 verður enska møtið – øll eru vælkomin
Kl. 18:00 verður evangeliskt møti, sum ikki er tilrættalagt.
Av tí at nógv av teimum ungu eru vesturi í Zarepta á heystlegu, eru báðar andaktirnar avlýstar í kvøld. Mánakvøldið kl. 20 er bønarmøti.
Týsdagin frá kl 11 til 13 er Mammukaféin.
Ætlandi fer frítíðararbeiðið at byrja eftir heystferiuna, tvs. 20. oktober, men tey, ið skipa fyri, boða frá, at enn eru tey alt ov fá hjálparfólk. Um tú hevur áhuga og møguleika at hjálpa til í frítíðararbeiðnum, ert tú vælkomin at kontakta ein av hesum: Eydna Johannesen (Eydna hjá Dáva), tlf. 75 52 61, Ása Johannesen (Ása hjá Siggvard) tlf. 22 25 39 ella Hallur Joensen (Hallur hjá Armgarð) tlf. 22 35 30.
Mikukvøldið kl. 20 er uppbyggingarmøti, har John í Skemmuni talar.
Hósmorgunin frá kl. 10 til 12 verður kaféin Hóskvøldið kl. 20 er ungdómsmøti, har tað verður frí vitnisburðarløta.
Leygarmorgunin frá kl. 10 til kl. 13 verður mannfólkadagur her í Betesda um evnið: “Sløkkið ikki Andan!” (1. Tess. 5:19). Teir, sum ynskja at luttaka, kunnu ringja ella senda sms-boð til Petur á Roykheyggi, fartlf. 274001, ella til Jens Bech, fartlf. 287840.
Leygarkvøldið kl. 21 er opið hús hjá teimum ungu So er tað ein serlig kunning: Frá komandi sunnudegi er ætlanin, at vit gevast at lesa upp allar kunngerðirnar á møtunum.
Framyvir verða allar kunngerðirnar fyri fylgjandi vikuna ístaðin lagdar út á betesda.fo áðrenn hvørt vikuskiftið, og tær verða eisini vístar á stórskerminum her í salinum áðrenn møtið sunnumorgun – uttan upplestur. Bert serligar kunngerðir fara at verða lisnar upp. Hetta verður galdandi frá og við komandi sunnudegi.

