Monika Kunoy og Tim Sharp á bønarmøtinum mánakvøldið
Monika og Tim verða við á møtinum mánakvøldið kl. 20, har Tim fer at kunna stutt um tænastu teirra, nú hann hósmorgunin fer til Filipsoyggjarnar at vitja í nakrar vikur.
Aftan á møtið verður ein drekkamunnur at fáa, har eisini høvi verður at heilsa upp á tey bæði.
Hjartaliga vælkomin 🙂
—
Í 2005 fóru Monika og Tim Sharp út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjunum.
Tim Sharp, sum er føddur í USA, flutti sum 6 ára gamal saman við foreldrunum til Indonesia, har tey virkaðu sum trúboðarar í 26 ár. Sum 18 ára gamal flutti Tim aftur til USA, har hann m.a. gekk 4 ár á bíbliuskúla.
Monika Kunoy Sharp, sum er fødd og uppvaksin í Klaksvík, fór í 2001 í stutttíðartænastu fyri HARRAN á Filipsoyggjunum.
Árið eftir giftust Monika og Tim her heima í Føroyum, og síðan fóru tey saman á bíbliu- og venjingarskúla hjá NTM í North Cotes í Onglandi, og í 2005 fóru tey út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjunum. Tey eiga døturnar Ragnhild, Rebekka og Hanna.
Mánakvøldið verður høvið at fáa eina kunning um arbeiði teirra í verkinum, har umstøðurnar í løtuni krevja, at tey eru heima í Føroyum.

