Seinasta møtið við Judy og Óla hesaferð – mánakvøldið kl. 20
Bønarmøtið mánakvøldið 5. oktober 2026 verður tað seinasta møtið í Betesda á hesum sinni saman við Judy og Óla á Grømma Jacobsen, sum hava verið heima á vitjan seinastu vikurnar.
Mikudagin liggur leiðin aftur av landinum við kós ímóti USA.
Við endan av møtinum mánakvøldið hevur Óli ein boðskap.
Ein drekkamunnur verður aftaná.
Hjartaliga vælkomin 🙂

