Levitaárini – 25 til 50

Tú skalt seta Levitarnar til at standa fyri vitnisburðartabernaklinum og øllum amboðunum í tí og øllum, ið til tað hoyrir; teir skulu bera tabernaklið og øll amboðini í tí … (4. Mós. 1.50)

HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:

Hetta er lógin, ið geldur viðvíkjandi Levitunum: Tann, ið er 25 ár ella eldri, skal koma og gera tænastu við at arbeiða við samkomutjaldið.

Men táið Leviturin verður 50 ár, skal hann geva uppat at gera tænastu og ikki arbeiða longur;

hann kann ganga brøðrum sínum til handa í samkomutjaldinum og akta eftir tí, ið har er at akta eftir …““ (4. Mós. 8.23-26)

BÚNIR OG ORKAÐU UPPGÁVUNA

Tað vóru levitarnir, sum skuldu bera tabernaklið og alt, sum har til hoyrdi. Vit kundu sagt, at ábyrgdin hvíldi á herðum teirra. Áhugavert er, at levitarnir kundu ikki byrja at gera hetta, fyrr enn teir vóru 25, og at teir máttu gevast, tá ið teir vóru 50. At teir skuldu vera 25, merkir, at teir máttu vera búnir til uppgávuna. Og at teir skuldu gevast, tá ið teir vóru 50, merkir, at teir máttu orka uppgávuna. Tabernaklið, og alt sum til tað hoyrdi, var heilagt – tað kravdi menn, sum vóru búnir. Og tað var tungt – tað kravdi menn, sum orkaðu. 

Levitarnir og tabernaklið hoyrdu til Gamla Testamenti. Í Nýggja Testamenti er einki aldursmark, fyri nær vit kunna byrja, ella nær vit skulugevast. Samkomurnar høvdu verið illa fyri, var tað ikki fyri alt tað, tey gera, sum eru undir 25 og yvir 50. 

MEGINREGLA AT HAVA Í HUGA

Tá ið tað er sagt, so er tað møguliga ein meginregla her, sum vit høvdu gjørt væl í at havt meira í huga: Tað eiga fyrst og fremst at vera tey, sum eru búgvin og enn orka væl, sum eiga at bera tær tyngstu byrðarnar og standa við størstu ábyrgdini. Sum longu sagt, tað er einki í Nýggja Testamenti, sum sigur nakað um aldursmark, hvørki uppeftir ella niðureftir. Eg haldi bara, at hatta við aldursmarkinum hjá levitunum er ein góð meginregla at halda okkum til.

Eg havi hoyrt onkran samanborið lívið við fýra ársfjórðingar. Í tí fyrsta eru vit lærlingar, í tí næsta framleiðarar, í tí triðja leiðarar og í tí fjórða vegleiðarar. Hatta er málað við nokk so grovum strokum og er heldur ikki júst tað sama, sum Skriftin sigur um levitarnar, men har eru nakrir felagsnevnarar. Sum oftast riggar tað best, halda vit okkum til ársfjórðingin, sum lív okkara er í.

Tvær hendingar í sambandi við Dávid, koma mær í huga.

IKKI BÚGVIN TIL UPPGÁVUNA

Tann fyrra er um, tá ið Ahima’az vildi sleppa at siga Dávidi, at Absalom var deyður (2. Sám. 18.19-33). Hann helt seg vera rætta mannin, tí hann rann so skjótt, men Jóab var ikki samdur og segði (vers 20):

„Ikki verður tú í dag maður við gleðiboðum! Tú kanst koma við gleðiboðum ein annan dag, men í dag hevði tú ongum gleðiboðum komið við, við tað at sonur kong er deyður.“

 Ahima’az var ikki nóg búgvin til tað, sum hann vildi sleppa at gera, og Jóab segði:

„Ikki … í dag … ein annan dag …“

Ahima´az trúttaði sítt ígjøgnum, fór, og tað varð, sum Jóab hevði sagt. Ahima´az megnaði ikki uppgávuna.

Mong okkara hava gjørt sama feilin. Betri var, um vit høvdu lurtað.

ORKAÐI IKKI UPPGÁVUNA

Hin hendingin er í sambandi við síðstu ferðina, Dávid fór í bardaga (2. Sám. 21.15-17). Hann gjørdist móður, og tað var um reppið, at ein filistari gjørdi enda á honum. Menn hansara søgdu við hann (vers 17):

„… Tú mást ikki koma í hernað við okkum uppaftur, tí so sløkkir tú ljós Ísraels!“

Dávid hevði enn nógv at geva, men ikki úti á vígvøllinum. Hevði hann ikki lurtað eftir monnum sínum, hevði hann sløkt ljós Ísraels. Kanska er hatta júst tað, sum alt ov ofta hendir.

BERIÐ BYRÐARNAR Í LEVITAÁRUNUM

Týdningarmikið er, at tey yngru skilja, hvussu nógv tey enn hava at læra. Og týdningarmikið er, at tey eldru skilja, nær tíð er at lova øðrum framat. Og so tað týdningarmiklasta, at tey í levitaárunum skilja týdningin í at trína fram og bera byrðarnar og ikki bíða, til tey eru ov gomul. 

LÆRIÐ TEY UNGU OG VIRÐIÐ TEY ELDRU

Sameint við hetta er eisini týdningarmikið, at báðir partar skilja ábyrgd sína hvør fyri øðrum. Viðvíkjandi teimum yngru, at tey verða tikin við og lærd. Og viðvíkjandi teimum eldru, at tey verða vird, og at havt verður í huga, at tey eru eitt gullnám av royndum. Og at tey yngru lata seg vegleiða av teimum eldru.