Lívsleiðir

Myndin omanfyri er tikin á gistingarhúsinum hjá New Tribes Mission (NTM) í Manila. Eg tók hana stutt eftir, at vit komu til Filipsoyggjarnar í januar 1986. Húsligir menn, men tað var nú ikki tað, sum eg ætlaði mær at skriva um.

Hugsaði at hugleiða eitt sindur um, hvussu lívið kann laga seg. Vit nýta tvey vers sum útgangsstøði – eitt úr Gamla Testamenti og eitt úr Nýggja Testamenti.

„Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi. Fyrra Korintbræv 4.5

Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess. Orðtøkini 16.9

Maðurin longst til vinstru á myndini

Hann og konan arbeiddu millum Batak-fólkið á Palawan. Batak-fólkið er eitt reikandi frumskógarfólk, tey flyta alla tíðina. Hjúnini, vit tosa um, gjørdu eitt risastórt arbeiði millum Batak-fólkið, og fleiri komu til trúgv.

Tá ið vit komu til Filipsoyggjarnar, leitaðu tey eftir eini familju at hjálpa sær og spurdu okkum, um vit vóru áhugað. Vit kendu tað sum eina veldiga æru at verða spurd, men tað bleiv tó ikki til nakað. Meira vit bóðu og hugsaðu um tað, máttu vit bara síggja í eyguni, at arbeiðið millum nomadiskt frumskógarfólk við øllum, ið tað inniber, var meira enn vit sum ung familja fóru at megna.

Seinni fluttu hesi hjúnini aftur til USA, og maðurin bleiv pastorur. Sonur teirra, sum var ein lítil smádrongur, tá ið vit komu at kenna tey, gjørdist seinni trúboðara-flogskipari á Filipsoyggjunum. Hann segði mær, at pápi hansara var pastorur, til hann fylti 60 og tók seg so aftur. Hann hevði vant yngri menn at taka yvir, og nú áttu teir tørn. Fólk úr øðrum samkomum løgdu til merkis, hvussu væl hann hevði dugað at seta við, og nú arbeiðir hann við at hjálpa øðrum at læra yngri kreftir at taka yvir.

Maðurin longst til høgru á myndini

Hann og kona hansara arbeiddu eisini á Palawan. Tey arbeiddu millum Palawano-fólkið. Tað eru fleiri bólkar av Palawano-fólki. Hesi vóru tey, vit nevna Norðurpalawano-fólkið.

Fyrstu NTM trúboðararnir fluttu hagar heilt afturi í hálvtrýssunum. Aftursvarið, tá ið teir komu, tóktist ómetaliga gott, men seinni kom fram, at tey ikki høvdu skilt evangeliið. Nú, eitt ættarlið seinni, var alt ein vavgreytur. Uppgávan hjá trúboðaranum var nú at royna at greiða fløkjuna.

Hjúnini, vit tosa um, høvdu verið har í nøkur ár, men kendu nú, at umstøðurnar við børnunum vóru slíkar, at tað var ikki ráðiligt hjá teimum at halda á. Tey spurdu okkum, um vit vóru hugað at halda fram við arbeiðinum. Vit hildu tað vera spennandi, men kendu ikki, at hetta var uppgávan, sum Harrin hevði til okkara. Hesin trúboðarin á myndini var og er ómetaliga fittur og andaliga eymur; men var ikki sterkur, tá ið tað kom til grundsannleikarnar í Skriftini.

Eftir at tey vóru flutt aftur av Palawan, fór hann at savnast við anglikanarunum í nøkur ár. Og eftir at tey vóru flutt aftur til Amerika, fór hann at savnast við katolikkunum. Tað var har, hann var uppvaksin, og har vildi hann aftur. Hann segði seg leingjast eftir tí álvarsama og hátíðarliga, sum hann var uppvaksin við. Sera harmiligt.

Maðurin fremst í myndini

Hann og kona hansara komu til Filipsoyggjarnar okkurt um eitt ár áðrenn Cathy og eg. Vit høvdu gingið í skúla saman í USA og kendust væl. Tey høvdu eins og vit ætlað sær til Indonesia, men fingu ikki innfaraloyvi og komu tí til Filipsoyggjarnar ístaðin. Tey fluttu til Balabac nakrar mánaðir eftir, at vit komu.

Stutt áðrenn tey fluttu, bjóðaði hann mær við sær ein túr til Balabac. Løgið, hvussu lívið lagar seg. Aftan á túrin var tað, sum Harrin segði við meg, at vinfólk okkara fóru ikki at verða leingi á Balabac, og at vit fóru at verða biðin um at taka pláss teirra. Eg kendi meg sum ein svíkjara at hýsa slíkum tanka, men tað var júst tað, sum hendi.

Vit hoyrdu einki aftur frá teimum, eftir at tey fluttu aftur til USA. Men so í 2010 – tað var nærum fjórðingsøld seinni – fann eg nøkur av børnum teirra á Facebook. Eg segði teimum, hvør eg var, og spurdi eftir foreldrunum. Ein dóttir skrivaði aftur og segði, at foreldrini vóru fráskild, men at hon hevði tosað við pápan, og hann var sera spentur at hoyra frá mær. Eg gav henni telefonnummarið.

Nakrar dagar seinni ringdi hann. Hann var bæði blíður og týður, men greiddi eisini frá, hvussu tungt tað hevði verið at koma heim aftur. Kenslan at hava svikið neit teimum so fast, at hjúnabandið fór í knús. Nú vóru sjálvandi nógv ár liðin, og tóktist hann vera komin yvir smeitin fyri langari tíð síðan. Vit samdust um at møtast, næstu ferð vit vóru í USA.

Men so skuldi ikki verða. Maðurin fremst í myndini fekk krabbamein og er nú heima hjá Harranum. Vit møtast hinumegin.

***

Í okkara eygum kann tað tykjast, sum lívið eydnaðist betur hjá einum enn hjá øðrum. Latið okkum hyggja aftur at versunum, sum vit byrjaðu við.

Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi. Fyrra Korintbræv 4.5

„Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.“ Orðtøkini 16.9

Gott at hava í huga, nú vit fara inn í nýggja árið.