Markus 3, 13-19
Hann fór so niðan á fjallið og kallaði til Sín teir, ið Hann sjálvur vildi; og teir komu til Hansara. So útvaldi Hann tólv, sum skuldu vera hjá Honum, og sum Hann so kundi senda út at prædika; teir skuldu hava vald at reka út illar andar. Hann gav Símuni navnið Pætur; so var Jákup, sonur Zebedeus, og Jóhannes, bróðir Jákup; teimum báðum gav Hann navnið Boanerges, tað er Torusynir; so Andrias, Filip, Bartolomeus, Matteus, Tummas, Jákup, sonur Alfeus, Taddeus, Símun Kánaneari og Judas Iskariot, hann, ið sveik Hann.