Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Markus 3, 20-35

01/04/2020

So kom Hann heim, og aftur kom fólkið saman, so teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta. Táið nú skyldfólk Hansara fingu hetta at hoyra, fóru tey út at fáa fatur á Honum; tí tey søgdu: “Hann er frá Sær sjálvum!” Hinir skriftlærdu, ið komnir vóru oman úr Jerúsalem, søgdu: “Hann hevur Be’elzebul, og tað er við høvdinga hinna illu anda, Hann rekur út hinar illu andar!” Tá kallaði Hann teir til Sín og segði við teir í líknilsum: “Hvussu kann Satan reka út Satan! Er ríki komið í stríð við seg sjálvt, kann tað ríki ikki verða standandi. Er hús komið í stríð við seg sjálvt, kann tað hús ikki verða standandi. Og hevur Satan sett seg upp móti sær sjálvum og er komin í stríð við seg sjálvan, kann hann ikki verða standandi, nei, tað er úti við honum. Eingin kann fara inn í hús hins sterka og ræna tað, sum hann eigur, uttan hann fyrst bindur hin sterka; tá kann hann ræna hús hansara. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt skal verða menniskjabørnunum fyrigivið, syndir og spottanir, hvussu stórliga tey so spotta; men tann, ið talar spottandi móti Heilaga Andanum, fær í allar ævir onga fyrigeving, men er sekur í ævigari synd.” Tí teir søgdu: “Hann hevur óreinan anda!” So komu móðir og brøður Hansara; tey stóðu uttanfyri og sendu boð inn til Hansara og bóðu Hann koma út. Fólkið sat rundan um Hann; og tey søgdu við Hann: “Móðir Tín og brøður Tínir eru uttanfyri og spyrja eftir Tær!” Tá svaraði Hann teimum: “Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir?” Og Hann hugdi rundan um Seg á tey, sum rundan um Hann sótu, og segði: “Hyggið, her eru móðir Mín og brøður Mínir! Tí tann, ið ger vilja Guds, hann er bróðir og systir og móðir Mín.”

Tags: Andaktin
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Andaktin.png 877 1500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-04-01 23:00:002020-04-19 23:01:24Markus 3, 20-35
Tær dámar møguliga eisini hetta
Andakt 19.03.2020
Markus 3, 7-12
Markus 4, 21-25
Markus 3, 13-19
Markus 4, 26-34
Andakt 18.03.2020

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
  • Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer10/07/2026 - 07:00
  • Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle26/06/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Hansen talar sunnudagin23/08/2026 - 11:56
  • Sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12:30 – Símun Absalonsen talar í bíbliuløtuni23/08/2026 - 04:43
  • Sangkórið byrjar aftur at venja týskvøldið21/08/2026 - 13:05
  • Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur á Roykheyggi – mikukvøldið19/08/2026 - 12:34
  • Sunnudagsskúlin byrjar aftur sunnudagin kl. 12:3015/08/2026 - 21:11

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top