Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Tag Archive for: Andaktin

Markus 4, 26-34

04/04/2020

So segði Hann: “Við ríki Guds er so, sum táið maður kastar sáðið í jørðina og svevur og fer upp, nátt og dag, og sáðið nælir og veksur upp, hann veit ikki sjálvur, hvussu. Av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst strá, so aks, so fult korn í aksinum. Men táið grøðin er staðin, sendir hann við tað sama út akurknívin; tí heystið er komið.” Síðani segði Hann: “Hvat skulu vit líkna ríki Guds við, hvat líknilsi skulu vit nýta um tað? Tað er eins og sinopskorn, sum, táið tað verður sáað í jørðina, er minni enn alt annað fræ á jørðini; men táið tað er sáað, veksur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so fuglar himmalsins fáa bygt reiður í skugga tess.” Í mongum slíkum líknilsum talaði Hann orðið til teirra, eftir sum tey vóru før fyri at fata; og uttan líknilsi talaði Hann ikki til teirra; men táið Hann og lærisveinar Hansara vóru einsamallir, legði Hann alt út fyri teimum.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Andaktin.png 877 1500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-04-04 23:04:002020-04-19 23:05:09Markus 4, 26-34

Markus 4, 21-25

03/04/2020

Síðani segði Hann við teir: “Man ljósið koma inn at verða sett undir skeppumálið ella undir song! Kemur tað ikki at verða sett í ljósastakan! Tí einki er loynt uttan fyri at koma upp; ei heldur varð nakað dult uttan fyri at koma í ljós. Hevur onkur oyru at hoyra við, hann hoyri!” Og Hann segði við teir: “Aktið eftir tí, sum tit hoyra! Við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált, og enn meiri skal verða tykkum givið. Tí tann, ið hevur, honum skal verða givið; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.”

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Andaktin.png 877 1500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-04-03 23:02:002020-04-19 23:03:50Markus 4, 21-25

Markus 3, 20-35

01/04/2020

So kom Hann heim, og aftur kom fólkið saman, so teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta. Táið nú skyldfólk Hansara fingu hetta at hoyra, fóru tey út at fáa fatur á Honum; tí tey søgdu: “Hann er frá Sær sjálvum!” Hinir skriftlærdu, ið komnir vóru oman úr Jerúsalem, søgdu: “Hann hevur Be’elzebul, og tað er við høvdinga hinna illu anda, Hann rekur út hinar illu andar!” Tá kallaði Hann teir til Sín og segði við teir í líknilsum: “Hvussu kann Satan reka út Satan! Er ríki komið í stríð við seg sjálvt, kann tað ríki ikki verða standandi. Er hús komið í stríð við seg sjálvt, kann tað hús ikki verða standandi. Og hevur Satan sett seg upp móti sær sjálvum og er komin í stríð við seg sjálvan, kann hann ikki verða standandi, nei, tað er úti við honum. Eingin kann fara inn í hús hins sterka og ræna tað, sum hann eigur, uttan hann fyrst bindur hin sterka; tá kann hann ræna hús hansara. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt skal verða menniskjabørnunum fyrigivið, syndir og spottanir, hvussu stórliga tey so spotta; men tann, ið talar spottandi móti Heilaga Andanum, fær í allar ævir onga fyrigeving, men er sekur í ævigari synd.” Tí teir søgdu: “Hann hevur óreinan anda!” So komu móðir og brøður Hansara; tey stóðu uttanfyri og sendu boð inn til Hansara og bóðu Hann koma út. Fólkið sat rundan um Hann; og tey søgdu við Hann: “Móðir Tín og brøður Tínir eru uttanfyri og spyrja eftir Tær!” Tá svaraði Hann teimum: “Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir?” Og Hann hugdi rundan um Seg á tey, sum rundan um Hann sótu, og segði: “Hyggið, her eru móðir Mín og brøður Mínir! Tí tann, ið ger vilja Guds, hann er bróðir og systir og móðir Mín.”

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Andaktin.png 877 1500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-04-01 23:00:002020-04-19 23:01:24Markus 3, 20-35

Markus 3, 13-19

31/03/2020

Hann fór so niðan á fjallið og kallaði til Sín teir, ið Hann sjálvur vildi; og teir komu til Hansara. So útvaldi Hann tólv, sum skuldu vera hjá Honum, og sum Hann so kundi senda út at prædika; teir skuldu hava vald at reka út illar andar. Hann gav Símuni navnið Pætur; so var Jákup, sonur Zebedeus, og Jóhannes, bróðir Jákup; teimum báðum gav Hann navnið Boanerges, tað er Torusynir; so Andrias, Filip, Bartolomeus, Matteus, Tummas, Jákup, sonur Alfeus, Taddeus, Símun Kánaneari og Judas Iskariot, hann, ið sveik Hann.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Andaktin.png 877 1500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-03-31 22:58:002020-04-19 22:59:38Markus 3, 13-19

Markus 3, 7-12

30/03/2020

Jesus fór nú burtur við lærisveinum Sínum til vatnið, og stór mongd av fólki úr Galilea fylgdi eftir. Og úr Judea, úr Jerúsalem, úr Idumea og úr landinum hinumegin Jordan og rundan um Týrus og Sidon komu stórir skarar av fólki til Hansara, táið tey hoyrdu um stórverkini, ið Hann gjørdi. Tá segði Hann við lærisveinar Sínar, at bátur skuldi vera til reiðar til Hansara fyri fólksins skuld, so tey skuldu ikki treingja Hann. Tí Hann grøddi mong, so tey beinan vegin lupu á Hann fyri at sleppa at nema við Hann, øll, sum høvdu plágur. Táið hinir óreinu andar sóu Hann, fullu teir niður fyri Honum og róptu: “Tú ert Sonur Guds!” Men Hann beyð teimum við nógvum strongum orðum, at teir máttu ikki gera Hann kendan.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Andaktin.png 877 1500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-03-30 22:55:002020-04-19 22:56:58Markus 3, 7-12

Andakt 19.03.2020

19/03/2020
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Andaktin.png 877 1500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-03-19 11:23:302020-04-20 11:24:12Andakt 19.03.2020

Andakt 18.03.2020

18/03/2020
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Andaktin.png 877 1500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-03-18 11:20:002020-04-20 11:21:43Andakt 18.03.2020

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
  • Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer10/07/2026 - 07:00
  • Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle26/06/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Hansen talar sunnudagin23/08/2026 - 11:56
  • Sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12:30 – Símun Absalonsen talar í bíbliuløtuni23/08/2026 - 04:43
  • Sangkórið byrjar aftur at venja týskvøldið21/08/2026 - 13:05
  • Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur á Roykheyggi – mikukvøldið19/08/2026 - 12:34
  • Sunnudagsskúlin byrjar aftur sunnudagin kl. 12:3015/08/2026 - 21:11

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top