Neyðhjálp til tey ukrainsku flóttafólkini

Leiðslan hevur tikið avgerð um at lata allan peningin, sum kemur inn sunnumorgunin 13-03-2022, fara óskerdan til tey neyðstøddu flóttafólkini í Ukraina. Hetta hava vit eisini kunnað um á okkara seinastu samkomufundum.

Í næstum verða eisini smá kort løgd í gongina í Betesda við upplýsingum um kontunummar, har stuðul til Ukraina kann flytast.

Avgjørt er, at vit í samkomuni í Betesda samskipa okkara Ukraina-hjálp við samkomuna í Ebenezer í Havn. Hetta merkir, at alt, sum kemur inn, verður flutt á kontu hjá Ebenezer.

Higartil er yvir 2 mió. fólk flýdd um markið til grannalond sum Pólland og Rumenia. Hesi treingja til hjálp á staðnum.

Tað, sum kemur inn, verður latið til lond, sum hava mark við Ukraina, við tí fyri eyga, at hjálpin kann koma flóttafólkunum tilgóða.