Nóa ørk í sunnudags-skúlanum í Betesda

Í morgin, sunnudagin 9. februar, verður sunnudagsskúli í Betesda sum vanligt kl. 12:30, og hesaferð eru øll børn og vaksin boðin við inn í Nóa ørk 🐨🐷🦋🌈 tit eru vælkomin at vera ílatin sum okkurt djór 🐿️🦜🦩🦒🦓🕊️

Tey í sunnudagsskúlanum lata heilsa, at tey gleða seg og vóna at síggja nógv í sunnudagsskúlanum.

Síggjast í Betesda sunnudagin kl. 12:30 🐄🐞

Hjartaliga vælkomin 👍❤️