Nýggjársaftan í Betesda kl. 17 til umleið kl. 18.15
Undir heitinum “Við árslok” har dentur verður lagdur á at: Samkoman í Betesda er partur av trúboðanarverkinum”, byrjar løtan longu kl. 16,30 við orgultónleiki, síðani spælir “hóskvøldsungdómurin” nøkur lættari løg og aftaná verður klavertónleikur.
Kl. 17 verður felagssangurin: “Stór er tín trúfesti”, Sámal Mikkelsen hevur nøkur orð um: “Samkomuna og trúboðan”, ein stutt bønarløta og kórsangur verður eisini í samband við ársskiftið.
Vit hava øll gott av at seta okkum niður eina løtu t.d. nýggjársaftan, hugsa um og grunda á árið í nú fer og vit koma inn í eitt nýtt ár við vónum og avbjóðingum og vit seta okkum spurningar!
Øll í øllum aldrum eru hjartaliga vælkomin. – Dávid sigur í sálmi 111,2: Stór eru verk Harrans; øll, sum hava gleði sína í teimum, grunda á tey.