Nýggjársdag og tiltøk í vikuni

Samkoman í Betesda ynskir øllum føroya fólki eitt av HARRANUM signað nýggjár.

Nýggjársdag verður evangeliskt møti kl. 18:00 í Betesda. Hetta møtið er ikki tilrættalagt, so um onkur hevur eitt orð frá Harranum, so ert tú vælkomin at luta tað á hesum møtinum.

Hjartaliga vælkomin

Tiltøk í vikuni:

Týsdagin, 2. januar, verður einki frítíðararbeiði – tað byrjar aftur annan týsdag, 9. januar.

Týskvøldið verður heldur eingin sangvenjing hjá sangkórinum – kórið venur aftur annað týskvøld, 9. januar.

Mikukvøldið kl. 20 verður uppbyggingarmøtið. Hetta møtið er heldur ikki tilrættalagt.

Hósdagin verður eingin kafé. Tað verður lýst, tá ið kaféin byrjar aftur – væntandi um hálvan januar.

Hóskvøldið kl. 20 verður ungdómsmøti.

Leygarkvøldið kl. 21 verður Opið Hús.

.