Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Samfelagsmøtir í eina øld

02/06/2025

Á jólum í 1924 var dansistovan í Klaksvík karmur um tey allar fyrstu samfelagsmøtini hjá brøðrasamkomunum her á landi, sum hava verið hildin líka síðan. Og nú – 100 ár seinni – verða samfelagsmøtir hildin á hvítusunnu í badmintonhøllini í Klaksvík, so nú er talan um eina aldargamla siðvenju.

Fyrstu samfelagsmøti í Føroyum – í dansistovuni á jólum í 1924

Í tíðarritinum Lív og Læra, sum Petur W. Háberg (1914-1984) gav út, verður skrivað, at fyrstu samfelagsmøtini í Føroyum mundu verða hildin í Klaksvík á jólum í 1923, har Angus McKinnon, trúboðari úr Bretlandi, luttók. 

Lena Joensen (1908-1994), dóttir Jens Klæmint Isaksen, sum var ein av stovnarunum av samkomuni í Betesda, heldur tó, at hetta var í 1924. Hon greiðir soleiðis frá: „Fyrstu samfelagsmøti í Føroyum vórðu hildin í Klaksvík. Ein dagin kom Andrew Sloan og segði pápa, hvussu brøðurnir í Skotlandi og Onglandi hildu samfelagsmøti, og spurdi hann, um hetta ikki var vert at royna her hjá okkum. Sjálvandi var tað tað. Á jólum í 1924 vórðu so hesi fyrstu samfelagsmøti hildin í dansistovuni. McKinnon, sum fyrstu ferð vitjaði í Føroyum í 1923, var við til hesi møti.“

Tá var samkoman í Betesda einans 7 ára gomul, og tey vóru fáment, sum savnaðust har. Andrew Sloan var nógv í Klaksvík hesa fyrstu tíðina. Hann skrivar, at smáliga og striltið gekk tey fyrstu 5-6 árini, men framá kortini. Jens Klæmint var ótroyttiligur í vitnisburði sínum og ikki minst mann og mann ímillum, og „talaði hann hvønn dag við tey, hann hitti“ (Ápostlasøgan 17:17), hóast ikki altíð líka væl fagnaður.

Badmintonhøllin karmur um samfelagsmøtini 2025

Nógv er broytt hesa øldina, men enn einaferð bjóðar samkoman í Betesda til samfelagsmøtir í Klaksvík á hvítusunnu, sum í ár verða hildin frá fríggjakvøldi 6. juni til 2. hvítusunnudag, 9. juni.

Yvirskriftin yvir møtini er í Hebr. 10:19-25, har eitt brot sigur: „Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!“

Sum møtini nærkast, verður kunnað nærri um skránna í miðlunum og á talgildu pallunum hjá Betesda. Skráin fevnir um luttakarar úr flestu pørtum av landinum. Eisini sangluttøkan verður fjølbroytt, har sangbólkurin Vitin, Siloakórið, Ebenezerkórið og Betesdakórið eru partur av skránni.

Byrjað verður við bønarmøti í Betesda fríggjakvøldið kl. 20:00, og so verður flutt niðan í Badmintonhøllina, har skráin er henda:

  • Leygardagin møti kl. 16:00 og 19:00, og frá kl. 21:30 ungdómsmøti, og síðan verður opið hús í Betesda frá kl. 00:30.
  • Hvítusunnudag breyðbróting kl. 11:00, sunnudagsskúli kl. 12:30, møti kl. 15:00 og 19:00, og frá kl. 21:30 ungdómsmøti.
  • 2. hvítusunnudag kl. 11:00 fer Jógvan á Lakjuni at líta aftur á farnu øldina við at greiða frá abba sínum, Victor Danielsen, sum fyri 100 árum síðan var byrjaður sína tænastu fyri HARRAN í og út frá brøðrasamkomunum. Møti verður aftur seinnapartin kl. 16:00 áðrenn tann stóra felags nátturðan, og so enda samfelagsmøtini við tí seinasta møtinum kl. 19:00

Øll eru vælkomin – bæði børn, ung, tilkomin og eldri – og barnafamiljurnar skulu ikki halda seg aftur, tí meðan møtini verða í Badmintonhøllini, kunnu børnini spæla og hugna sær í KÍ-høllini.

Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/06/Samfelagsmotini-1924-mynd-3-1.jpg 1562 2400 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-06-02 11:24:362025-06-02 11:32:14Samfelagsmøtir í eina øld

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58
  • Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið12/09/2026 - 17:21
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið12/09/2026 - 17:20

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top