SLUSH!

Eitt nýtt tiltak í samkomuni, fyri ung í 5.-7. flokki.

Vanliga verður tiltakið mánadag kl. 17-18:15 í Betesda, men vit byrja við einum hugnakvøldið leygardagin 15. oktober kl. 18.

Á skránni verður

– Hugni
– Samvera
– Pizza
– Eitt orð
– Spøl

Eitt sindur um SLUSH!

SLUSH er ikki vatn og ikki ísur. Og tað er har hesi ungu eru. Tey eru ikki børn og ikki vaksin, tey eru mitt ímillum.

Endamálið við tiltakinum er at røkka teimum, har tey eru. At hjálpa teimum at finna sítt pláss í samkomuni ígjøgnum hugna og samveru. At læra tey at taka ábyrgd, at vísa gestablídni og finna góðar vinir.