Sonni Poulsen talar mikukvøldið.

Sonni Poulsen talar á møtinum í Betesda mikukvøldið 28. august kl. 20.

Hjartaliga vælkomin

1. januar 1980 fór Sonni Poulsen av Sandi til Onglands á bíbliuskúla hjá NTM. 

Í juni 1981 giftist hann við Julie, sum er úr USA.

Í 1985 fóru tey í fulltíðar tænastu fyri HARRAN í Papua Ný Guinea, har tey virkaðu í 21 ár.

Eftir hetta vóru tey í USA í 8 ár at hjálpa mammu Julie og børnunum.

Í 2015 fluttu Julie og Sonni til Onglands at undirvísa á skúlanum hjá NTM í North Cotes uttan fyri Grimsby.

Fyri 3 árum síðani gjørdist Sonni sjúkur, og tey eru nú givin í heiltíðartænastuni vegna heilsuna.

Síðan tá hava tey búð í USA, har Sonni hevur havt vanligt arbeiði.

Julie og Sonni eiga 4 børn og 19 barnabørn.  Ein dóttir og ein sonur virka fyri HARRAN í Papua Ný Guinea innan NTM.

Tey eru: Annika, gift við Simon úr Norður Írlandi, og Brian, giftur við Lily úr USA.