Sorg, føsta og bøn leiða til umvending

„Minst orðið, ið Tú gavst tænara Tínum Mósesi, táið Tú segði: „Eru tit trúleys, skal Eg spjaða tykkum millum fólkini;

men venda tit við til Mín og halda boð Míni og gera eftir teimum, skal Eg, um so hini burtriknu tykkara eru við enda himmalsins, savna tey haðani og lata tey koma til staðið, ið Eg havi útvalt, navni Mínum til bústað“!“ Nehemias 1,8-9

Í hesi bøn síni minnir Nehemias Gud á Orð Sítt. Ikki tí, at Gud hevur gloymt Síni lyfti, men Honum líkar, at tænari Hansara Nehemias minnist og kennist við Orðið. Hendan bønin hjá Nehemiasi er kend. Tá ið tú lesur hana, kennist hon koma djúpt úr hjartadýpinum hjá profetinum. Hann hevur eina neyð. Ikki eina neyð um seg sjálvan og sín egna tørv, nei eina neyð fyri fólki Guds.

Nehemias er staddur í borgini Susan. Hann er í útlegd eins og stórur partur av fólkinum. Hann hoyrir um ringa standin í Jerusalem, har múrarnir eru niðurbrotnir og portrini brend upp. Jerusalem stendur verjuleysur. Hetta fær Nehemias í sorg, bøn og føstu. Hann sigur sjálvur (Neh. 1,4):

„Táið eg hevði frætt hesi tíðindi, sat eg og græt og syrgdi fleiri dagar; eg fastaði og bað fyri ásjón Guds Himmalsins.“

Fólk Guds var burturvilst. Tey høvdu verið trúleys, og avleiðingarnar vórðu, at tey vóru spjadd ímillum fólkasløgini. Tey vóru púra verjuleys og latin yvir til fíggindan. Múrarnir um Jerusalem vóru í knúsi, og portrini vóru brend upp. Her var eingin verja móti fíggindaálopum. Fíggindin kundi frítt ganga inn í staðin.

Men tey vistu jú frammanundan, at soleiðis fór at ganga teimum. Gud hevði longu sagt við Móses (Neh. 1,8):

„Eru tit trúleys, skal Eg spjaða tykkum millum fólkini; …“

Tey vistu, at trúloysi móti Honum førdi til undirgang.

Men onkur er, sum vaknar. Langt burtur er ein maður, sum frættir tíðindi um Jerusalem. Hetta er Nehemias. Hann hoyrir um ringu støðuna, ferðast til Jerusalem og minnir Gud á Síni lyfti. Í sorg síni fer Hann í bøn og føstu. Hesi trý lyklaorðini leiða til umvending.

Nehemias fer til Jerusalem at byggja múrarnar uppaftur. Hann ger tað saman við leivdini, sum býr har. Teir halda áfram, sjálvt um har er nógv mótstøða. Múrarnir verða bygdir, og ein dag standa teir lidnir. Fólkið vendir heimaftur.

Nú stígur Ezra fram við lógbókini, tað er Mósebókunum. – Tá ið eg lesi hetta, fái eg kensluna av, at hendan lógbók er púra gloymd av fólkinum, liggur støvut millum leivdirnar í Jerusalem -. Men tann lógkøni Ezra tekur hana fram fyri fólkið, opnar hana og útleggur hana fyri monnum og kvinnum, so øll skilja. Hann lesur ikki bara okkurt brotið, nei hann lesur hana úr enda í annan frá sólarrisi til sólsetur. Fólkið kemur í sorg um sína synd og vanrøkt, og tey venda við aftur til Orðið. 

Hetta er ein ótrúliga vøkur søga. Og ikki bara ein vøkur søga, hetta er ein sannleiki úr Orðinum, sum er viðkomandi fyri okkum í dag.

Hvar eru vit stødd? Eru vit spjadd og hava vent okkum hvør sín veg? Hava vit gloymt at viðlíkahildið múrin og portrini, so avleiðingin er, at fíggindin hevur sníkt seg inn og tikið yvir?

Bíblian áleggur okkum at byggja hervirki. Ein verjugarð um tankar okkara. Fíggindin vil altíð sáa óbíbilskar tankar í okkum. Men vit mugu vera vakin móti svikaálopum Djevulsins (Ef. 6,11) og til eina og hvørja tíð royna andarnar, um teir eru frá Gudi (1. Jóh. 4,1).

Hugsi serliga í hesum humanistiska ráki, vit reika í. Nógvir tankar í heiminum líkjast bíbilskum tonkum. Men hyggja vit nærri athesum tonkum, snúgva teir seg altíð uttan um krossin, eyðmjúkleika, angur og fyrigeving. Tankarnir snúgva seg altíð um menniskjað sum nakað upphevjað og sentralt, ikki sum ein undirgivnan skapning. Tankar okkara mugu endurnýggjast allatíðina, tí vit verða altíð ávirkað av, hvussu heimurin hugsar.

Vit mugu byggja múr. Tað er ein áhaldandi gongd. Og vit mugu minna Gud á lyftið, at um vit venda við aftur til Hansara, so hevur Hann lovað at savna okkum. Hetta verður eitt fólk í einleika og sannleika.

 „Hyggið, hvussu gott og lívsælt tað er, at brøður búgva í einleika!“ Sálmur 133,1