Bíbliutektsur til 27.03.2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Ápostlasøgan 2

Táið nú hvítusunnudagur kom, vóru tey øll komin saman á einum staði. Tá kom knappliga ljóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í. Tungur, eins og av eldi, vístu seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra. Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga. Nú búðu í Jerúsalem Jødar, menn, sum óttaðust Gud, av øllum fólkasløgum undir himli. Táið hetta ljóð kom, streymaði hópurin saman, og tey vitstu ikki, hvat tey skuldu hugsa; tí tey hoyrdu hvør sítt egna mál talað av teimum. Tey vórðu øll ovfarin og undraðust og søgdu: “Hyggið, eru ikki allir hesir, ið tala, Galilearar? Hvussu ber tað tá til, at vit hoyra teir tala, hvør okkara egna mál, sum vit eru fødd í? Vit, Partar, Medar og Elamitar, vit, sum búgva í Mesopotamia, Judea, Kappadokia, Pontus og Asia, í Frýgia, Pamfýlia, Egyptalandi og landspørtum Libya við Kýrene, og vit úr Róm, sum her búgva, bæði Jødar og trúskiftingar, Kretar og Arabarar – vit hoyra teir tala um stóru verk Guds á tungumálum okkara!” Tey vórðu øll ovfarin og vitstu ikki, hvat tey skuldu hugsa. Og tey søgdu hvørt við annað: “Hvat kann hetta vera?” Onnur søgdu spottandi: “Teir eru fullir av søtum víni!” Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, tók til orða og talaði til teirra: “Tit jødisku menn og øll tit, sum í Jerúsalem búgva! Hetta veri tykkum kunnigt – lurtið eftir orðum mínum! Hesir eru ikki druknir, sum tit halda – tað er jú triði tímin á deginum! Nei, hetta er tað, sum sagt er við Jóel profeti: “So skal verða á síðstu døgum” – sigur Gud – “at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera, hini ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir, og hini gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar. Ja, um tað so eru trælir Mínir og trælkvinnur Mínar, skal Eg á teimum døgum úthella av Anda Mínum yvir tey, og tey skulu profetera. Eg skal lata undur henda á himli uppi og tekin á jørðini niðri, blóð, eld og roykskýggj. Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og dýri. Og so skal verða, at hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.” Tit menn av Ísrael, hoyrið hesi orð! Jesus úr Nazaret, mann, ið av Gudi varð prógvaður fyri tykkum við kraftargerðum, undrum og teknum, sum Gud við Honum gjørdi mitt ímillum tykkara – so sum tit sjálvir vita – Hann, sum eftir fyriskipaða ráði Guds og fyrivitan Hansara varð svikin, Hann drópu tit – krossfestu Hann við hondum lógloysinga. Men Gud reisti Hann upp, við tað at Hann gjørdi enda á kvølum deyðans; tí ikki var møguligt, at Hann kundi verða hildin av honum. Dávid sigur jú um Hann: “Eg hevði altíð Harran fyri eygum Mínum; tí Hann er við høgru hond Mína, so Eg skal ikki vikast. Tí gleddist hjarta Mítt, og tunga Mín fegnaðist, ja, enntá hold Mítt skal hvíla í vón. Tí Tú skalt ikki lata sál Mína eftir í deyðaríkinum, ei heldur lata hin Heilaga Tín síggja rot. Tú hevur kunngjørt Mær vegir lívsins, Tú skalt fylla Meg við gleði fyri ásjón Tíni.” Tit menn, brøður! Eg kann frítt siga við tykkum um ættarfaðirin Dávid, at hann bæði doyði og varð jarðaður – og grøv hansara er hjá okkum líka til henda dag. Við tað at hann nú var profetur og vitsti, at Gud við eiði hevði svorið honum, at Hann av frukt lenda hansara skuldi seta ein í hásæti hansara, so talaði hann framsíggin um uppreisn Kristusar, at hvørki varð Hann latin eftir í deyðaríkinum, ei heldur sá hold Hansara rot. Henda Jesus reisti Gud upp – sum vit allir eru vitni um. Eftir at Hann nú er settur høgt við høgru hond Guds og frá Faðirinum hevur fingið Heilaga Andan, sum lovaður var, hevur Hann úthelt Hann – sum tit bæði síggja og hoyra. Tí Dávid fór ikki upp til Himmals; nei, hann sigur sjálvur: “Harrin segði við Harra mín: “Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar, fótum Tínum til skammul!”” Tí skal alt hús Ísraels við óbrigdiligari vissu vita, at Gud hevur gjørt Hann til bæði Harra og Kristus, henda Jesus, sum tit krossfestu.” Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: “Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?” Pætur svaraði teimum: “Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans. Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru – so mong sum Harrin Gud okkara kallar.” Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: “Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!” Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust aftrat okkurt um 3000 sálir. Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar. Ótti kom nú á hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd við ápostlunum. Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi; ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi. Tey komu hvønn dag áhaldandi í templið av einum hjarta og brutu breyðið heima við hús og fingu soleiðis føði sína við gleði og í einfaldi hjartans; tey lovaðu Gudi og vóru nógv umhildin av øllum fólkinum. Og Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa.

Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!