Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Nú Mike Dam var heima á vitjan, kunnaði hann samkomuna um felagsskapin “Sunshine in the villages”, sum boðar evangeliið til børn og ung í Hunedoara, Rumenia. Eitt nú hava tey í fleiri ár havt barnalegur um summarið, men nú stendur á hjá teimum, og tí biðja tey um stuðul og forbøn okkara.

Sunshine in the villages er ein felagskapur, stovnaður og drivin af einari rumenskari familju við tí endamáli at boða evangeliið fyri børnum og ungum í bygdunum rundanum Hunedoara, har familjan býr.

Hjúnini Lenuta og Danut Hritac standa fyri hesum verki. Lenuta er systir Alinu, sum er kona klaksvíkingin Mike Dam. Mike hevur júst verið heima á vitjan, og greiddi hann tá samkomuni frá tí stóra evangeliska arbeiði, sum Lenuta og Danut Hritac gera í Rumenia.

Sunnudagsskúlar, hjálpararbeiði og barnalegur

Tey stovnaðu felagskapin fyri meira enn 20 árum síðan. Teirra virkið er í høvuðsheitum at halda sunnudagsskúlar fyri børnum í bygdunum rundan um Hunedoara allan veturin. Tey vitja millum 10-15 bygdir og halda sunnudagsskúla sera trúfast.

Harafturat hava tey samband við eitt barnaheim fyri børn, ið bera brek og eitt ellisheim, har tey vitja og hjálpa við m.a. umvælingum av húsinum, mati og klæðir.

Eisini vitjar Danut regluliga einkjur og nógvar kristnar familjur, sum eru sera sperdar, og hjálpir so væl, hann kann, við m.a. klæðum úr Føroyum, mati og peningi frá stuðlum. Eisini fer hann út við Christmas Child skógvaeskjum hvørt ár.

Um summarið halda tey legur fyri sunnudagsskúlabørnunum í bygdunum kring Hunedoara (líknandi Zarepta). Tað eru 3 legur; ein barnalega fyri børn frá skúlaaldri og til 12 ár, ein lega fyri tannáringar og ein fyri børn í bera brek.

Teimum tørvar forbøn og fíggjarligan stuðul

Felagskapurin hevur fingið stuðul frá ymiskum fólkum og samkomum ígjøgnum árini, eitt nú frá einari samkomu í Skotlandi, sum serliga hevur veitt stuðul til tær árligu barnalegurnar, sum Sunshine in the villages skipa fyri.

Støðan er tann, at nógvir leguluttakarar eru so illa fyri fíggjarliga, at tað er teimum ikki gjørligt at gjalda eitt legugjald. Nógv av børnunum koma frá sera fátækum familjum, og tí verður næstan allur kostnaðurin fyri leguna goldin av Sunshine in the villages.

Hetta setur fíggjarlig krøv til Sunshine in the villages, serliga nú tað vísir seg, at samkoman, sum higartil hevur stuðlað fíggjarliga, ikki longur hevur orku til tað.

Um tú, sum lesir hetta, ynskir at frætta meir um hetta barnaarbeiðið í Rumenia, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mike Dam á messenger ella á tlf. +298 251704

Mike upplýsir eisini, at um tú ynskir at stuðla, kanst tú flyta pening inn á kontu í Føroya Banka nr. 6460 5337994. Facebook-vangi teirra eitur: Sunshine in the villages.

Góði lesari. Bið fyri støðuni hjá Sunshine in the villages, bið fyri arbeiðinum, sum Lenuta og Danut gera, og at Harrin má geva teimum alt, sum tørvar, fyri at kunna halda fram í teirra tænastu.

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
  • Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer10/07/2026 - 07:00
  • Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle26/06/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Hansen talar sunnudagin23/08/2026 - 11:56
  • Sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12:30 – Símun Absalonsen talar í bíbliuløtuni23/08/2026 - 04:43
  • Sangkórið byrjar aftur at venja týskvøldið21/08/2026 - 13:05
  • Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur á Roykheyggi – mikukvøldið19/08/2026 - 12:34
  • Sunnudagsskúlin byrjar aftur sunnudagin kl. 12:3015/08/2026 - 21:11

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top