Tag Archive for: Eldrasamkoma

Eldrahugni í Betesda 28. apríl

Fríggjadagin 28. apríl kl. 15.00 verður eldrahugni í Betesda, har Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði fer at greiða frá um sang- og sálmaskrivingina hjá abba sínum, Victor Danielsen.

Eisini fer Bárður á Lakjuni at syngja.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Eldrasamkoma verður fríggjadagin kl. 15!

Eftir umleið tvey ára steðg í samband við Korona-sóttina, koma tey eldru saman aftur í Betesda fríggjadagin 25. mars kl. 15.

Umframt at broðreitt verður við drekkamunni, felagssangi, einum orði og at tíð verður til eitt hugnaprát, verða vístar myndir av 70 ára føðingardegnum hjá Eliesari Poulsen. Myndirnar vórðu tiknar fyri umleið hálvari øld síðani og har síggja vit mong kend andlit av fólkum, sum tey eldru minnast.Eisini verða nøkur fá orð søgd um Elieser Poulsen, sum í mong ár var ein av teimum, ið var sera virksamur í samkomuni í Betesda.

Øll eru hjartaliga vælkomin!