Tag Archive for: Maria á Lakjuni Simonsen

Jesus, miskunna mær!

Í Lukas 17 lesa vit um ein mann, sum var illa sjúkur. Hann hevði spitalsku, sum var ein ólekjandi sjúka. Sjúkan er óivað byrjað við, at maðurin hevur fingið knútar ella útbrot á húðina. Fyri at fáa staðfest, um tað var spitalska – ella vónandi okkurt minni álvarsamt – er hann farin til prestin at verða sýnaður. Presturin, sum tá var serfrøðingur á økinum, hevur so sýnað hann og givið honum tey tungu boðini, at tað var spitalska (3. Mós. 13:2).

Hetta hevði við sær, at hann skuldi vera skildur frá sínum kæru, kanska restina av lívinum. Lógin segði jú, at fyri at hann ikki skuldi smitta fleiri, mátti hann ikki koma í samband við nakran annan, og tí mátti hann flyta út frá familjuni og út um bygdina (3. Mós. 13:45-46). Tá ið fólk so nærkaðust, skuldi hann rópa og ávara tey um ikki at koma ov nær. Tað var ein vónleys støða fyri mannin.

Ein dagin broyttist tó alt! – Jesus kom framvið.

Maðurin var saman við 9 øðrum spitalskum monnum uttan fyri bygdina. Teir mundu hava hoyrt um Jesus og trúð. Vit lesa, at tá ið Jesus var á ferð og gekk fram við, har teir vóru, stóðu teir langt burtur og róptu hart (Luk. 17:13):

Jesus, meistari, miskunna okkum!“

Jesus var ikki seinur at svara. Hann bað teir allar 10 fara til prestarnar at verða sýnaðar, og á veg hagar vórðu teir grøddir.

Vit kunnu bara ímynda okkum løtuna, tá ið hesir menn, sum vóru so sjúkir, og sum vóru settir til síðis, fingu at vita, at teir vóru frískir og kundu fara heim til familjuna aftur. Á tann gleði! Tað hevur verið fantastiskt hjá teimum hendan dagin at hava fingið eitt nýtt lív.

Eftir at teir 10 menninir vóru grøddir, lesa vit, at bert tann eini fór aftur til Jesus. Maðurin fall niður fyri føtur Jesusar og takkaði Honum (Luk. 17:15-19).

Vit hava so ómetaliga nógv at takka fyri! Latið okkum takka Gudi, skapara heimsins, fyri at Hann elskar okkum og altíð er til reiðar at svara okkum, tá ið vit venda okkum til Hansara. Spurningurin er, um vit eru eins og tann eini maðurin ella sum hinir 9, og um vit minnast til at takka Gudi fyri alt, vit hava fingið frá Honum.

Spitalska er ein mynd upp á lívið uttan Gud, sum er einsligt og vónleyst. Men á sama hátt sum teir spitalsku á vegnum kunnu vit rópa á Gud: „Miskunna mær!“ Og Hann er eins skjótur at svara. Gud ynskir at hoyra okkum kalla á Hann. Uttan mun til, hvussu vit hava tað, kunnu eisini vit rópa til Gud, og Hann svarar við tað sama.

Ger tú tað sama! Um tú ikki hevur biðið Gud komið inn í títt lív, vend tær so til Hann og bið Hann koma inn í títt lív. Hann vil svara tær.

Skrivað hevur Maria á Lakjuni Simonsen

Tá ið Pætur gekk á vatninum

Táið hann nú fór at søkka, rópti hann: „Harri, frels meg!” Alt fyri eitt rætti Jesus út hondina og tók í hann.“ Matt. 14,30-31.

Orðini eru úr kendu søguni, tá ið Pætur gekk á vatninum.

Tá ið Jesus kallaði á Pætur, valdi hann at fara frá sínum gamla lívi og fylgjast við Jesusi. Pætur trúði, at Jesus var Sonur Guds, sum var komin at frelsa heimin. Pætur var ein heilt vanligur maður, sum vit kunnu kenna okkum aftur í. Sjálvt um hann so fegin ynskti at fylgja Jesusi og liva fyri Hann, so traðkaði hann ofta við síðuna av og bæði segði og gjørdi ymiskt, sum hann ikki átti.

Við at lesa um Pætur í Bíbliuni, kunnu vit bæði læra um okkum menniskju og eisini um Jesus. Vit læra hvussu elskandi, náðiríkur og trúgvur okkara Frelsari er.

Søgan um Pætur, sum gekk á vatninum, byrjaði við, at Jesus sendi Pætur og hinar lærisveinarnar yvir um vatnið í einum báti. Túrurin hjá teimum bleiv tó ógvuliga strævin at rógva, tí nógvur vindur var og stórar aldur. Í myrkrinum sóu lærisveinarnir brádliga onkran koma gangandi á vatninum. Tað var Jesus. Hann segði við teir: „Verið hugreystir, tað eri Eg – óttist ikki!“ Matt. 14,27.

Sum tað er gott at vita, at sjálvt um tað ofta er myrkt og strævið, og vit uppliva mótvind á leiðini og kunnu gerast mótfallin og stúrin, so er Jesus altíð har. Hann hoyrir okkara suff og sær okkara stríð, okkum nýtist ikki at óttast.

Pætur spurdi beinanvegin Jesus, um hann kundi sleppa at ganga til Hansara, og Jesus bað hann koma.

Tað var kærleikin til Jesus og trúgvin á Hann, sum gjørdi, at Pætur traðkaði úr bátinum og út á vatnið. Pætur hugdi upp á Jesus, og gjørdi tað ómøguliga – hann gekk á vatninum! Men so tók hann eyguni av Jesusi og byrjaði at hyggja rundan um seg. Tá ið hann sá tað ringa veðrið, varð hann bangin og byrjaði at søkka. Hann rópti á Jesus, sum beinanvegin tók í hondina á Pæturi. So leingi sum Pætur hugdi upp á Jesus, megnaði hann tað annars ómøguliga, men tá ið hann tók eyguni av Jesusi, fór hann at søkka.

Lívið gerst betri, tá ið vit fylgjast við Jesusi og hava okkara eygu fest á Hann. Og Jesus er akkurát líka nær við okkum í dag, sum Hann var við Pætur tann dagin, og Hann er líka skjótur at rætta okkum hondina, um vit kalla á Hann, tá ið vit falla. Aldurnar og vindurin eru verulig, men í myrkrinum finna vit altíð eina elskandi hond. Okkum nýtist ongantíð at ivast í Jesusar stóra kærleika til okkara. Vit kunnu altíð fara til Hansara.

Latið okkum leggja okkum eina við, at hava

… eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds! Ja, hugsið um Hann, sum tolin hevur borið, at syndarar hava sagt Honum so nógv ímóti – so tit verða ikki troytt og mótleys í sálum tykkara! Hebr. 12,2-3.

Um tú ikki hevur tikið ímóti Jesusi sum tínum Frelsara, ger tað so í dag! Hann er til reiðar at frelsa øll, sum kalla á Hann. Sálm 50,15.

Skrivað hevur Maria á Lakjuni Simonsen.