Tag Archive for: Summarmøti

Summarmøti í Betesda

Aftur í ár fara vit at bjóða øllum hjartaliga vælkomin til summarmøti í Betesda. Evnið fyri møtini í ár er: Hvør er Jesus? “Eg eri”-útsagnir Jesusar í Jóhannesar evangelium.

Hvørt møti verður skipað soleiðis: Fyrri parturin av møtinum verður skipaður, meðan seinni parturin verður opin. T.v.s siga at ein og hvør, ið hevur eitt orð, ein vitnisburð ella ein sang frá Harranum, er vælkomin at luttaka.

Summarmøtini byrja sunnudagin 4. juli kl.18.00. Tá fer Rógvi Joensen at tala um Jóh. 6.35, har Jesus sigur „Eg eri breyð lívsins“. Gunnvá við Keldu leiðir sangin.

Vit síggjast í Betesda!