Teir góvu okkum samfelagshond

Lyndið hjá mongum av okkum er at taka frástøðu frá teimum, sum vit ofta hava mest brúk fyri. Hetta ger seg bæði galdandi í tí gerandisliga og tí andaliga. 

Hetta er aftur eitt øki, har Paulus og Barnabas hava nógv at læra okkum. Eg hugsi um hugburð teirra móti ápostlunum og teimum elstu í Jerúsalem, serliga Jákupi, Kefasi (Pæturi) og Jóhannesi.

Mær dámar so væl tað, sum Paulus sigur um Kefas í Galatiabrævinum 1.18:

„Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerúsalem at læra Kefas at kenna, og eg steðgaði hjá honum fimtan dagar.“ 

Hann fór til Jerúsalem, so hann og Pætur kundu koma at kennast. Hatta sigur nógv.

Vit lesa eisini í Galatiabrævinum 2.1-2 og vers 9:

„Fjúrtan ár seinni fór eg so aftur niðan til Jerúsalem við Barnabasi … Og eg legði fram fyri teir, serliga fyri hinar mest umhildnu, evangeliið, sum eg prædiki millum heidningarnar – um eg mundi renna ella hevði runnið til einkis.“

„og táið teir lærdu at kenna náðina, ið mær var givin, góvu Jákup, Kefas og Jóhannes – sum hildnir vórðu at vera stuðlar – mær og Barnabasi samfelagshond: Vit skuldu fara til heidningarnar, og teir til hinar umskornu“

Jákup, Kefas og Jóhannes vóru stuðlarnir, súlurnar í samkomuni í Jerúsalem; samkomuni, sum umboðaði tað gamla og farna. Paulus og Barnabas umboðaðu tað nýggja, tað, sum Harrin gjørdi her og nú millum heidningarnar. Tað kundi verið so lætt hjá teimum bara at tikið frástøðu frá slíkari samkomu og teimum, sum umboðaðu hana.

Tað kundi verið so lætt, serliga hjá Paulusi at verið hástórur og sagt, at hann skyldaði hasum monnunum einki. Á mangan hátt kendi hann Jerúsalem og jødadómin betur enn teir. Hann var betri útbúgvin enn teir, hevði enntá sitið við føtur Gamaliels (Áp. 22.3). Og hann hevði nógv drúgvari royndir enn teir við trúboðan. Tað vóru jú Paulus og Barnabas, sum Heilagi Andin hevði kallað at fara út við evangeliinum (Áp. 13.1-3).

Jú, teir kundu havt hugsað soleiðis, men tað gjørdu teir ikki, tí teir vistu, at skuldi evangeliið hava framgongd, mátti tilknýtið til Jerúsalem vera í lagi.

Og av tí at teir hugsaðu soleiðis, kom eingin at gera so nógv fyri bæði samkomuna í Jerúsalem og samkomurnar millum heidningarnar sum júst teir báðir. Tað var avrik teirra, sum gjørdi, at samkoman í Jerúsalem valdi at taka ímóti teimum trúgvandi millum heidningarnar. Og tað var eisini avrik teirra, sum gjørdi, at tey trúgvandi millum heidningarnar virdu og vóru góð við tey jødisku trúgvandi, og at tey komu við hjálp til teirra, tá ið teimum tørvaði tað.

Rómbrævið 15.25-27 er ein góð lýsing av hesum:

„Men nú fari eg til Jerúsalem í tænastu hinna heilagra. Tí Makedonia og Akaia vildu so fegin skjóta saman nakað til hini fátæku millum hini heiløgu í Jerúsalem. Tey vildu so fegin gera tað – og tey standa eisini í skuld til teirra. Tí táið heidningarnir hava fingið part í andaligu góðum teirra, skylda teir teimum eisini at tæna teimum við hinum tímiliga.“

Samanumtikið

Jú, her hava Paulus og Barnabas nógv at læra okkum. Vit halda alt ov ofta, at vit kunna leypa tey um, hvørs samfelagshond vit serliga tørva, og so kortini vænta, at Harrin skal signa tað, vit royna at gera. Eingin grund er at peika at øðrum, men heldur hyggja í egnan barm.

Skal vitnisburður okkara vera, sum hann eigur at vera, mugu vit duga at arbeiða við fólki – eisini teimum, sum vit kunnu verða freistað at taka frástøðu frá. Gera vit tað ikki, eru vit evangeliinum, teimum, vit royna at náa, og okkum sjálvum meinbogi.

Sum gamal maður kundi Pætur lýsa Paulus sum „elskaði bróðir okkara Paulus“ (2. Pæt. 3.15). Hatta vóru ikki bara vøkur orð. Nei, her vóru brøður við ymiskum bakstøði og lyndi, sum skiltu, at teir vóru á sama liði og tí høvdu brúk fyri hvør øðrum. 

Hetta er hugburður, sum gevur ávøkst.