Troystarsonurin
Hann æt Jósef, var levitur og ættaður úr Kýpern (Áp. 4.36). Ápostlarnir kallaðu hann Barnabas, tað er árameiskt fyri troystarsonur. Ikki so løgið. Hann hevði eitt sjáldsamt hegni at troysta og eggja onnur.
Barnabas og Saul í Jerúsalem
Fyrstu ferð vit møta Barnabasi er í Ápostlasøguni 4.36 og 37. Hann hevði selt nakað av jørð og gav ápostlunum pengarnar. Vildi, at teir skuldu býta tað út, so sum tørvur var.
Næstu ferð, vit møta honum, er, tá ið Saul kom til Jerúsalem, eftir at hann var flýggjaður úr Damaskus. Okkum kunnigt, er hetta fyrstu ferð, at teir báðir møttust. Vit lesa:
„Táið hann [Saul] so kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg til lærisveinarnar; men tey ræddust hann øll, tí tey trúðu ikki, at hann var lærisveinur. Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar; hann segði teimum tá, hvussu hann hevði sæð Harran á vegnum, og at Hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði vitnað hugreystur í navni Jesusar. So gekk hann tá inn og út hjá teimum í Jerúsalem.“ (Áp. 9.26-28).
Ei undur í, at tey trúgvandi ræddust hann. Hetta var jú maðurin, sum hevði froyst hóttur og morð móti teimum. Hevði enntá gingið hús úr húsi og drigið avstað bæði menn og kvinnur og latið tey seta í fangahús (Áp. 8.3 og 9.1).
At hann nú skuldi vera komin til trúgv, ljóðaði kanska í so ótrúligt. Hetta skurraði í oyrunum á teimum flestu, men ikki Barnabasi. Hann trúði Saul, tá ið eingin annar gjørdi tað, tók sær av honum og fór til ápostlarnar við honum. Kanska Paulus hugsaði um Barnabas, tá ið hann mong ár seinni skrivaði um kærleikan, at hann trýr øllum (1. Kor. 13.7).
Tað sigur ikki so lítið um Barnabas, at eitt gott orð frá honum var nóg mikið til, at ápostlarnir trúðu Saul.
Vit vita ikki, hvussu leingi Saul var í Jerúsalem, helst ikki leingi. Grikskttalandi jødar gjørdust óðir inn á hann. Teimum dámdi ikki tað, hann prædikaði. Og eins og í Damaskus mátti hann aftur flýggja. Hesaferð var tað til heimstaðin, Tarsus.
Barnabas og Saul í Antiokia
Triðju ferð vit møta Barnabasi er í sambandi við, at evangeliið kom til Antiokia. Tað, sum hendi, var, at nøkur teirra, sum flýggjað vóru úr Jerúsalem, komu til Antiokia og prædikaðu har evangeliið fyri grikkum. Fleiri teirra komu til trúgv. Undir jødadóminum máttu slík lata seg umskera og gerast partur av jødadóminum. Hetta hendi ikki í Anitokia.
Tá ið ápostlarnir í Jerúsalem hoyrdu um tað, vóru teir ikki heilt vísir í, hvat teir skuldu halda og sendu Barnabas fyri at fáa betur skil á tí. Í ljósinum av tí, vit longu vita um hann, gevur tað meining.
Nakrir teirra, sum prædikaðu evangeliið í Antiokia, vóru úr Kýpern (Áp. 11.20), somu oynni, sum Barnabas var ættaður úr (Áp. 4.36). Møguliga kendust teir, og tað kann hava verið ein orsøk til, at hann varð sendur hagar. Kanska. Høvuðsorsøkin var kortini, at „hann var góður maður og fullur av Heilaga Andanum og trúgv.“ (Áp. 11.24).
Barnabasi dámdi tað, hann sá. Vit lesa: „Tá ið hann so kom hagar og fekk náði Guds at síggja, gleddist hann; og hann áminti øll, at tey skuldu seta sær fyri í hjartanum at halda fast við Harran.“ (Áp. 11.23).
Tað kundi verið so lætt at blivið bangin og neiligur – hetta var jú alt spildurnýtt – men soleiðis var Barnabas ikki. Hann sá náði Guds, har onnur sóu vanda og hóttan.
Ápostlasøgan 11.24 sigur, at úrslitið av tænastu Barnabasar í Antiokia var, at „stórur skari varð vunnin fyri Harran.“ Tað er áhugavert. Vit lesa jú einki um tænastu hansara millum tey vantrúgvandi, bara um tænastu hansara millum tey trúgvandi.
Barnabas skilti, at har var nógv at gera. Og hann visti júst hvønn, hann skuldi fáa at hjálpa sær.
„So fór hann til Tarsus at leita upp Saul; og táið hann fann hann, fór hann til Antiokia við honum.“ (Áp. 11.25).