Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Trúgvin og teir burturvilstu synirnir

24/06/2020

Maður hevði tveir synir. Hin yngri … fór avstað til land langt burtur; … Men hin eldri sonur hansara …

Tveir, sum viltust

David Peckham var eitt kent navn í føroyskum samkomuhøpi. Mong eldri minnast hann frá bíbliuskeiðum, møtum og barnamøtum afturi í trýssunum. Hann átti eisini stóran lut í, at Páll Poulsen og Óli á Grømma fóru út sum trúboðarar við New Tribes Mission. Og tað, at teir fóru, kom seinni at hava stóra ávirkan á føroyskt trúboðanarvirksemi. Jú, Peckham var væl kendur.

Men so hoyrdi tú ikki aftur frá honum.

Tá ið hann um aldarskiftið kom afturíaftur, var tað við einum grípandi boðskapi um endurreisn. Vónbrot oman á vónbrot høvdu ført til, at hann hevði vent Gudi bakið og hevði í okkurt um eina fjórðingsøld einki við Gud og fólk Hansara at gera. Nú var hann komin aftur, og boðskapur hansara var grípandi.

Hann skrivaði eina bók um tað, sum honum hevði verið fyri. Eg vísti einum eldri trúboðara á Filipsoyggjunum bókina. Eftir at hava hugt ígjøgnum hana segði hann, at tað var júst hatta, sum eisini hevði hent honum fyri mongum árum síðan. Vónbrot oman á vónbrot høvdu ført til, at hann, tó uttan at geva sær far um tað, var givin at hava álit á Gudi. Munurin á honum og Peckham var, at hann ongantíð alment hevði tikið frástøðu frá Harranum og fólki Hansara, hann hevði bara hildið á í tænastuni. Hann segði, at hann livdi soleiðis í fleiri ár, áðrenn hann varnaðist, hvat hent var, og kom aftur til Harran.

Onkur sigur kanska, at tað er at gera í so nógv av at siga, at hasar søgurnar eru eins. Peckham vendi jú øllum bakið, meðan hin, hóast alt, hevði hildið á.

Eg veit ikki, kanska var David Peckham í summum førum betur fyri enn hin. Peckham visti, at hann hevði vent Gudi bakið, tað gjørdi hin ikki. Ringt er at koma aftur, tá ið tú ikki hevur givið tær far um, at tú ert vikin av leið.

Trúgvin og tey vilstu

Tað, sum gekk galið hjá báðum monnunum, var, at teir góvu uppat at trúgva Gudi. Minnist einaferð, at eg sat og prátaði við ein samverkamann á Filipsoyggjunum. Vit sótu inni á skrivstovuni hjá honum, einum lítlum skúri aftan fyri húsini hjá teimum, beint har frumskógurin byrjaði. Meðan vit práta, nevnir hann, at hann hevði júst lisið onkustaðni um, hvussu samanflættað evnini synd og vantrúgv eru. Ádam og Eva syndaðu, tí tey ikki vildu trúgva Gudi, vildu ikki trúgva, at Hann hevði teirra besta í huga. Hatta er í stuttum, hvat vantrúgv er. Vert er at minnast, hvussu týdningarmikil trúgvin er. Hon avspeglar, hvat vit halda um Gud. Ikki at trúgva Honum brýtur samfelag okkara við Hann, og tað kann einans verða endurreist, tá ið vit aftur velja at trúgva Honum. Ei undur í, at hitt andaliga lívið verður kallað trúarlív.

Og so ein lítil tanki afturat. Efesusbrævið kapittul  seks, vers 16 sigur, at tað er við skjøldri trúarinnar, at vit eru ment at sløkkja pílar hins ónda. Trúgvin er skjøldrið.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/06/skjøldur.jpg 483 920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-06-24 13:25:002020-06-18 13:15:34Trúgvin og teir burturvilstu synirnir
Tær dámar møguliga eisini hetta
Bíbliulestrarvika
Gud, borg okkara!
Eitt minni av Balabac
Ikki religión, men evangeliið
Harrin er hirði mín!
Bíbliutektsur til 20.03.2020

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top