Vælkomin til forvitnisligt franskt kvøld í Betesda!
Í samband við vitjanina hjá trúboðarunum Jóhannis og Cecile, skipar OM saman við Betesda fyri einum serliga forvitnisligum fronskum kvøldi mikukvøldið 22. apríl kl. 19:30. Hetta verður ein øðrvísi, løtt og upplýsandi løta, har tey fara at greiða frá, onkur kviss verður kanska, og vit sleppa eisini at fáa franska framførslu og ein smakk av Fraklandi.

