At endurnýggjast – ikki bara eldast
Ein dagin kom eg í prát við ein amerikanskan gest á gistingarhúsinum, har vit búgva, tá ið vit eru í Manila. Maðurin var og vitjaði ymsar samkomur. Sum vit práta, nevni eg okkurt um Føroyar. „Føroyar?“ sigur hann. „Eg kendi einaferð ein føroying, vit gingu í somu samkomu.“ Eg spyrji hvar, og hann sigur: „Í Maryland.“ „Maryland,“ sigi eg, „so má tað hava verið eg.“ Og jú, so var.
Hvørgin okkara búði í Maryland longur, og vit høvdu einki samband havt við hvør annan í fleiri áratíggju. Ikki so løgið, at vit ikki kendu hvør annan aftur. Nú smílist onkur og sigur: „Tað ber væl til at kenna fólk aftur, sum tú ikki hevur sæð í fleiri ár.“ Eg veit, eg veit, royni bara at troysta meg sjálvan. Altíð gott at hava okkurt, sum kann vera einum til – um ikki annað – eitt sindur av troyst.
Hvussu er og ikki, likam okkara eldast og broytast.
Við hasum sum bakstøði hugsaði eg, at gott kundi verið at hugt at nøkrum versum úr Seinna Korintbrævi. Seinna Korintbræv 4.16 til 5.1. Paulus tosar um hetta at eldast og broytast.
Ein lítil eygleiðing, áðrenn vit geva Paulusi orðið. Vit liva í eini tíð, har stórur dentur verður lagdur á góða heilsu og týdningin av at halda seg ungan, og tað er sjálvandi gott. Men tá ið tað er sagt, so er eisini neyðugt at minnast tað, sum Paulus skrivar her, at útvortis menniskja okkara, óansæð hvussu og hvat, vit gera, gongur til grundar. Vit mugu ikki gerast kløkk, tá ið fólk ikki kenna okkum aftur.
Eg haldi, at fimti kapittul í Fyrstu Mósebók er so sigandi hesum viðvíkjandi. Vit lesa um fólk, sum livdu nógv longur enn tað, sum vit kenna til. Metúsalem bleiv næstan túsund ár, men so stendur um tey øll – Enok undantikin – at tey doyðu. Jú, sum bæði lívið og Paulus siga okkum, útvortis menniskja okkara gongur til grundar.
Gudmund Bruun, sáli, sigur í eini lestrabók: „Fyri deyðanum má hin sterkasti lúta. Tór bardist við gamla kelling. Hann mátti at enda gevast, navn hennara var elli.“
Og so geva vit Paulusi orðið (Seinna Korintbræv 4.16 og 5.1):
„Vit missa tí ikki mótið; nei, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi.“
„Vit vita jú, at um jørðiska hús likams okkara verður brotið niður, hava vit bygning frá Gudi, hús, ið ikki er gjørt við hondum, ævigt í Himlum.“
Í 4.16 sigur hann, at útvortis menniskjað gongur til grundar, og í 5.1, at jørðiska hús likams okkara verður brotið niður. Og kortini er tónin positivur. Hann sigur jú í 16. versi:
„Vit missa tí ikki mótið; nei, um so …“
Millum útsagnirnar um likam okkara í 4.16 og 5.1 nevnir Paulus tríggjar mótsetningar, sum hjálpa okkum at seta alt í rætt høpi. Mótsetningarnir eru:
- Vit hugsavna okkum um dýrdina, ikki trongdina.
- Vit hugsavna okkum um tað ósjónliga, ikki tað sjónliga.
- Vit hugsavna okkum um tað æviga, ikki tað tímiliga.
Dýrdina – ikki trongdina (2. Kor. 4.17)
„Tí trongd okkara – sum er stokkut og løtt – virkar okkum í størri og størri yvirflóð æviga fylling av dýrd,“
Trongdin er eitt amboð, sum Harrin nýtir at virka fylling av dýrd. Við øðrum orðum at virka nakað gott og vakurt í okkum. Frá bíbilska sjónarhorninum er trongdin stokkut og løtt, meðan dýrdin, ið er okkara, gerst bara størri og størri, flýtur yvir og er ævig.
Tað ósjónliga – ikki tað sjónliga (2. Kor. 4.18)
„við tað at vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga. Tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.“
Í Hebrearabrævinum 11.27 stendur um Móses:
„… hann helt á, sum hann hevði sæð hin ósjónliga.“
Tað var orsøkin til, at hvørki Móses ella Paulus mistu mótið.
Tað æviga – ikki tað tímiliga (2. Kor. 5.1)
„Vit vita jú, at um jørðiska hús likams okkara verður brotið niður, hava vit bygning frá Gudi, hús, ið ikki er gjørt við hondum, ævigt í Himlum.“
Fólkið í Korint var umgyrt av øllum tí flottasta, ið tátíðar heimurin hevði at bjóða. Í dag er tað alt samalt langt síðan farið. Hinvegin, so njóta bæði Paulus og tey, sum hann skrivaði til, beint nú heima í Himli tað æviga, tað besta, tað, sum ongantíð ferst og er ævigt.
Aftur til Seinna Korintbræv 4.16. Paulus kundi siga, at orsøkin til, at vit ikki missa mótið, er, at innvortis menniskja okkara endurnýggjast dag frá degi. Tað er ein endurnýggjan, sum eingin aldur ella sjúka kann darva.
Spurningurin er tí:
Loyva vit Gudi at endurnýggja okkum? Ein góður spurningur at taka við okkum inn í nýggja árið.