Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Lat ikki henda anleidningin fara teg forbí!

03/06/2022

– úr talu hjá Kaj Johannesen

Pápi sigldi í mong ár við tí Skálaberg, sum kom í 1957. Hann var 1. meistari. Skipari var Kaj Johannesen. Eg visti, at hann var ein vælkendur rokskipari – ikki ein og hvør.

Kaj tosaði ofta á møtunum í Betesda, tá ið hann var heima – tosaði bæði hart og leingi. Eg visti eisini, at hann altíð hevði møti umborð. Og tú hoyrdi ofta, tá ið menn vitnaðu, at teir vóru komnir til trúgv umborð hjá Kaj.

Minnist eina ungdómslegu á Zarepta. Kaj hevði bíbliutímarnar. Ein vinmaður hevði sníkt seg út eitt kvøldið, og tá ið hann kom fram við kamarinum hjá Kaj, sá hann, at Kaj lá á knæ og bað. Minnist ikki, hvat hann tosaði um á bíbliutímunum, men hasa hendingina hjá vinmanninum havi eg ongantíð gloymt.

Einaferð, eg var heima og vitjaði, hevði eg tosað eitt mikukvøld og skuldi so avstað morgunin eftir. Eg var blaðungur, helst alt ov ungur at tosa soleiðis á møtinum. Og harafturat var evnið hjá mær andalig búning. Eitt sindur flovisligt at hugsa aftur á. 

Aftan á møtið ringdi Kaj og takkaði fyri taluna og segði, at hatta var júst tað, sum er trupulleikin hjá okkum øllum, vit eru andalig børn. Minnist, hvussu býttan eg kendi meg, meinti sjálvandi ikki við Kaj, tá ið eg tosaði um at vera andaliga búgvin. 

Og hatta var ikki einastu ferð, hann kom og takkaði mær aftan á, at eg hevði talað. Vakurt gjørt av honum. Eg tosaði ofta í so spakuliga og ivist, hvussu væl hann hevur hoyrt meg. Tað hevur, í hvussu so er, ikki altíð verið lætt hjá honum at lurtað eftir mær.

Hugsaði at luta eitt brot úr einari talu hjá Kaj, sum hann talaði í 1949. Møtið er frá samfelagsmøtunum í Havn. Tað er grípandi, tá ið tú lurtar eftir gomlum talum, at hoyra, hvussu stórt hetta var fyri teir, sum talaðu tá, at Harrin hevði frelst teir, og hvussu týdningarmikið tað var fyri teir, at onnur komu at kenna Frelsaran. Vit, sum hava hoyrt evangeliið frá barnsbeini, mangla ofta handa eldin.

Vit geva Kaj orðið:

„… Eg eri glaður at kunna standa her á pallinum aftan á okkara bróður, sum stóð her framman undan mær. Fyri sekstan árum síðani vóru samfelagsmøtir í Havn, tá eg gekk upp á skiparaskúla her, og tað var upp á sama máta sum nú. Tað var sunnukvøld, tá ið okkara bróðir Victor stóð og tosaði, og tað var tað síðsta kvøldið, tað síðsta møtið, og hann var vist nokk tann síðsti talarin. Og líka áðrenn bróðirin sluttaði av, tá gekk hetta ljósið upp fyri mær. Kristus forbarmaði Seg yvir ein fortaptan syndara sum meg. Og eg vil sláa fast fyri teimum, sum hoyra meg, sum Harrin Jesus Kristus segði við Nikodemus ta náttina, at vit tala tað, ið vit vita, og vit vitna tað, sum vit hava sæð. Latið so menniskju í verðini siga, hvat tey vera vilja, lat tann ónda leypa á okkum, hvørja síðu tey vilja vera og mangan støkka beinini undan okkum og mangan fáa okkum at hugsa um okkara farna lív, sum ikki er so væl farið, sum tað burdi farið; men tá ið vit sleppa av Guds náði og Andans kraft at vitna fyri einari forsamling, lat tað vera einum og hvørjum klárt, vit tala tað, vit vita, og vit vitna tað, sum vit hava sæð, at Jesus Kristus er ein Frelsari fyri fortaptar syndarar, sum eru staddir í djúpari neyð. Eg havi ongan annan boðskap í kvøld ella nakað annað frá Gudi uttan til ein syndara, sum er í neyð. Er tað ein persónur inni her í kvøld, sum ikki er í neyð, tað er lítið hop fyri tær.

Á mín vinur, hví komu tollarar og syndarar til Jesus? Tí teir trongdu til ein slíkan vin at taka sær av sær. Ja tað er gott at verða vaktur, mín vinur; men tað skalt tú vita, tað eru nógvar sálir, sum eru fortaptar í evigheitini í dag, sum hava verið vaktar, men aldri komu til umvendilsi. Guds Andi hevur stríðst við tey mangan, og onkur er kanska inni her í kvøld, sum mangan hevur ligið og grátið um næturnar; men álíkavæl ert tú ongantíð komin til umvendilsi. Á mín kæri vinur, lat ikki henda anleidningin fara teg forbí í kvøld. Ert tú vaktur av Guds Anda, kom til tann Harran Jesus Kristus, her er náði at finna í kvøld.

Tað er gott og vælsignað at vita tað, at ein syndari, sum er tikin upp av Guds stóru náði, at tað er tann livandi Gud, Faðirin sjálvur, sum hevur frelst hann, sum hevur latið hann í tann klædning og gjørt hann í stand uttanfyri, áðrenn Hann tekur hann í heimið og setur hann við borðið í samfundi við Seg sjálvan og Síni børn.“

Og so eitt sitat frá einum av síðstu ferðunum, eg hoyrdi Kaj tala:

„Náðin er ikki nakað fyri nakað, men alt fyri einki!“

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/06/Kaj-Johannesen.jpg 527 843 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-06-03 11:30:002022-06-03 13:03:14Lat ikki henda anleidningin fara teg forbí!
Tær dámar møguliga eisini hetta
“Nú er stuttligt at liva!” – Elin Davidsen
Gamlir og góðir jólasálmar – seinni partur
Watchman Nee
Hugleiðingar um Fiskaveiðu Pæturs
Bíbliutektsur til 25.03.2020
Vinabond

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58
  • Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið12/09/2026 - 17:21
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið12/09/2026 - 17:20

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top