At breiðka vegin til Himmals – úr talu eftir Brynleif Hansen

Um talaran

Eg stóð í Grótabrekkuni, tá ið ein vinmaður fortaldi mær, at flúgvarin úr Íslandi var dottin niður, og Brynleif Hansen var millum teirra, sum doyðu. Síggi fyri mær enn júst hvar í brekkuni, eg stóð.

Minnist fyrstu ferð, eg var á Zarepta. Vit vóru uppi í salinum í gamla Zarepta. Møtið var byrjað, tá ið Brynleif kom inn við sangheftum, sum hann júst hevði duplikerað. Vit høvdu fingið at vita, áðrenn hann kom, at hann hevði sjálvur umsett ella yrkt onkrar av sangunum í heftinum. Imponerandi hildu vit. Hetta var í 1969.

Árið eftir – sama árið, sum hann doyði – var hann leiðari hjá okkara liði. Minnist, at hann segði mær, at hann og pápi høvdu verið til skips saman við Sjúrðarbergi. Hetta visti eg longu frá pápa, men tað var eg ov smæðin at siga honum.

Aftan á, at Brynleif var farin, gav Else, kona hansara, allar útvarpstalurnar hjá honum út í bók við heitinum Hin tigandi boðberin. Las alla bókina ígjøgnum onkuntíð síðst í hálvfemsunum. Eg gjørdist serliga gripin av einari talu, sum hann kallaði Ein kristin. Í taluni nevndi hann, at vit eru farin at breiðka smala vegin og spurdi, hvør hevði givið okkum loyvi til tað.

Summi tykkara minnast ella hava hoyrt um Jim Elliot ella møguliga Keith Green. Hetta vóru brennandi ungir Harrans tænarar, sum vórðu tiknir heim mitt í lívsins blóma. Tað var nakað dragandi og radikalt við teimum. Harrin nýtti teir at tendra ein brand í mangan ungan. Brynleif var føroyska útgávan av Jim Elliot og Keith Green. Minnist meg rætt, var tað Brynleif, sum umsetti bóklingin Sukurlátusoldáturin  eftir kenda trúboðaran C.T. Studd. Hann helt, at alt ov mong trúgvandi eru sum sukurlátusoldátar: søtir, pakkaðir í vakurt glanspappír, men bráðna, so skjótt tað gerst ov heitt.

Else og Poul Jóhan vóru so beinasom at senda mær eitt eintak av bókini Hin tigandi boðberin. Brotið niðanfyri er úr taluni Ein kristin. Talan er frá oktober 1967.

Úr taluni

„Men líður hann sum kristin, skal hann ikki skammast, men prísa Gudi fyri hetta navn.“ Fyrra bræv Pæturs 4.16

Tað var ein skomm at verða kallaður ein kristin. Tey kristnu liðu nógv fyri Kristus, tað komu svárar forfylgingar yvir tey, og tey komu at gjalda dýrt fyri hetta navn.  

Onkur sigur kanska: Ja, men tíðirnar eru ikki tær somu sum tá.  Men Jesus gav okkum einki lyfti um, at tað skuldi verða lættari at vera ein kristin seinni í tíðini. Jesus segði (Jóh. 15.18-20):

„Tá ið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum.

Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum – nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum – tí hatar heimurin tykkum. 

Minnist orðið, Eg segði við tykkum: „Tænarin er ikki størri enn harri hansara!“ Hava tey søkt at Mær, fara tey at søkja at tykkum við …“  

Og í Seinna Timoteusbrævi lesa vit (3.12), at „øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.“

Tað er eingin munur at vera ein kristin í tí fyrstu kristnu tíðini ella fyri 1000 árum síðani og at vera tað í dag. Vegurin til Himmals er hin sami.

Tá ið vit koyra eftir vegnum í Føroyum í hesum døgum, síggja vit nógvar bulldosarar og gravimaskinur, sum eru við at breiðka vegin, og tað er einki annað enn gott at siga um tað, men hvør hevur givið okkum loyvi til at breiðka vegin til Himmals?  Jesus segði, at vegurin er smalur, sum førir til lívið. Hann segði, at tann, sum vil liva gudiliga í Kristi Jesusi, skal verða atsøktur. Hann sigur, at heimurin hevur hatað Meg, tykkara Harra og Meistara, og hann fer at hata tykkum við.  

Men vit hava breiðkað vegin.  Tað er ringt at fáa skil á, hvør ið er ein kristin, og hvør ið ikki er tað.  Vit loyva okkum at gera næstan alt, og í summum førum alt, sum heimurin ger. Lívið hjá teimum, sum ikki kalla seg kristin, er ofta eitt vakrari lív enn hjá teimum, sum kalla seg kristin. 

Royn tú bara at liva Kristus, royn og liv gudiliga í Kristi Jesusi, og tú skalt skjótt verða kallaður fanatikari; tú skalt skjótt finna útav, at vegurin er líka smalur enn, sum hann altíð hevur verið. Men, skrivar Pætur, um onkur líður sum kristin, skal hann ikki skammast. Ein kristin kann av sonnum syngja við sálmaskaldinum:

Jeg er en kristen og vil det være,
til sol og måne ej skifter mer.
Jeg er en kristen, det er min ære,
om hele verden end ad mig ler.