Sostenes

Navnið Sostenes verður nevnt tvær ferðir í Skriftini – í Ápostlasøguni 18.17 og í Fyrra Korintbrævi 1.1.

Eins og við Erastusi – sum vit umrøddu í fyrru greinini – so kunnu vit ikki við vissu siga, um talan er um ein ella tveir persónar. At Sostenes í Ápostlasøguni og Sostenes í Fyrra Korintbrævi eru knýttir at Korint, kann vera ein ábending um, at talan er um sama persón. Í Ápostlasøguni er hann sýnagogustjóri. Í Fyrra Korintbrævi er hann nevndur saman við Paulusi sum sendari av brævinum. Vit vita, hvussu íðin Paulus var at vinna onnur fyri Harran og síðan hjálpa teimum fram á leið. Paulusi líkt, kann hann hava leitt sýnagogustjóran til Harran og síðan tikið hann við sær í arbeiðið.

Latið okkum hyggja at versunum, har Sostenes er nevndur.

Sostenes sýnagogustjórin

Tá løgdu teir allir hond á Sostenes sýnagogustjóra og bankaðu hann beint framman fyri dómstólin. Men Gallio legði líka í alt hetta. Ápostlasøgan 18.17

Tað var ikki lætt hjá Paulusi at koma til Korint:

Táið eg tá kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnisburð Guds. Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan. Og eg var hjá tykkum í veikleika, ótta og miklari bivan. Fyrra Korintbræv 2.1-3

Harrin segði við Paulus í sjón um náttina: „Óttast ikki, nei, tala og tig ikki! Ápostlasøgan 18.9

Paulus gjørdi, sum Harrin segði, og nógv fólk kom til trúgv. Men so ein dagin vendi fólkið sær ímóti Paulusi, og her er tað, at vit møta Sostenesi:

Men táið Gallio var landshøvdingi í Akaia, reistust Jødarnir allir sum ein móti Paulusi, drógu hann fyri dómstólin og søgdu: „Hesin yvirtalar fólk at dýrka Gud tvørtur ímóti lógini!“ Ápostlasøgan 18.12-13

Tá løgdu teir allir hond á Sostenes sýnagogustjóra og bankaðu hann beint framman fyri dómstólin. Men Gallio legði líka í alt hetta. Ápostlasøgan 18.17

Løgið. Tað var ikki Paulus, sum varð bukaður, men Sostenes.

Vit vita ikki, hvørjir „teir“, sum løgdust á Sostenes, vóru, um tað vóru jødarnir ella heidningarnir; men hvussu var og ikki, so legði landshøvdingin líka í tað. Stakkals Sostenes varð bukaður, og myndugleikarnir gjørdu einki fyri at steðga tí.

At Sostenes soleiðis er nevndur, kann vera ein ábending um, at hann var kendur av teimum trúgvandi. Hetta kundi so aftur verið ein ábending um, at hann var trúgvandi, tá ið Ápostlasøgan var skrivað.

Sostenes bróðirin

Paulus, við vilja Guds kallaður til ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes – Fyrra Korintbræv 1.1

Paulus nevndi fleiri ferðir onkran afturat sær, tá ið hann skrivaði brøv til samkomurnar. Í Tessalonikabrøvunum nevnir hann tveir persónar, Silvanus og Timoteus. Í Seinna Korintbrævi, Filippibrævinum, Kolossebrævinum og brævinum til Filemon er tað Timoteus, og í Fyrra Korintbrævi er tað persónurin, sum vit umrøða her, Sostenes.

Nakrar viðmerkingar í sambandi við, at Paulus nevndi onkran afturat, tá ið hann segði, hvørjum brævið kom frá. Teir, sum hava granskað evnið, siga, at hetta var ikki vanligur siður – serliga ikki hjá so høgt lærdum monnum sum Paulusi. Siðurin hóskar Paulusi. Hann var jú nógv meira enn bara ein høgt lærdur rabbinari. Hann var tænari Guds. Og honum var litið upp í hendur at mynda aðrar tænarar, veri tað Silvanus, Timoteus ella Sostenes.

Aftur til Sostenes. Um Sostenes í Fyrra Korintbrævi er tann sami, sum vit lesa um í Ápostlasøguni, so merkir tað, at hann kom til trúgv onkuntíð fyri ella eftir ruðuleikan í Korint.

At sýnagogustjóri kom til trúgv, fór fyrr ella seinni at kosta honum. Og nú loyva vit hugflognum at fara við okkum. Møguliga var hann í ferðalagi við Paulusi, tá ið Paulus fór úr Korint til Efesus. Teir hava báðir havt stóran ampa av samkomuni í Korint, tí tú hoyrdi so nógv keðiligt um hana. Ein dagin fekk Paulus bræv frá samkomuni um mangt og hvat. Paulus sigur við Sostenes: „Kom, latið okkum skriva til samkomuna í Korint. Hann byrjar brævið:

Paulus, við vilja Guds kallaður til ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes – til samkomu Guds, sum í Korint er, tey, sum halgað eru í Kristi Jesusi, kallað, heiløg, … Fyrra Korintbræv 1.1-2

Leggið til merkis. Hann sigur ikki „sýnagogustjórin Sostenes“, men „bróðirin Sostenes“. Sum nevnt, vit vita ikki við vissu, um hetta er sýnagogustjórin Sostenes, men mynstrið passar væl til tað, sum vit síggja evangeliið gera aftur og aftur. Tað knústi fariseararan Paulus og sýnagogustjóran Sostenes og hevur knúst mangan og ein síðan tá. Tað fer at gera tað sama við okkum, um vit loyva tí at gera tað.

Er tað ikki stórt, at Paulus ikki bara segði, at brævið kom frá sær, men at hann eisini nevndi Sostenes?

Uppgáva okkara er at gera sum Paulus at taka onnur við og læra tey at verða partur av tænastuni.