Av Gudi, men í heiminum
„Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa.“ Fyrsta bræv Jóhannesar 5, 19.
Sum Guds børn hava vit fingið eina aðra tign: frá at vera børn av heiminum, gerast vit børn av Gudi. Vit verða av Gudi, fødd av Gudi, fødd av nýggjum. Vit eru ikki longur børn av heiminum. Alt er vorðið nýtt í okkum, og Hann ger framhaldandi nýtt.
Men hvat vil hetta siga, at vit nú ikki eru av heiminum men av Honum? Og hvussu átti hetta at broytt okkum? Er hetta nakað, vit skulu rósa okkum av og harvið seta okkum hægri enn onnur?
Til hetta er at siga, at tann, sum er vorðin føddur av Gudi, er farin ígjøgnum eina tilgongd, har hann hevur sæð seg sum ein fortaptan syndara. Hann hevur sæð seg sum eitt ringt menniskja í ljósinum av Guds heilagleika, og einasta vón er tí fyrigeving gjøgnum krossin. Tí kann ein frelstur syndari ongantíð rósa sær av at vera góður ella betri enn ein annar. Men Bíblian sigur tó, at vit kunnu rósa okkum í Honum. Vit kunnu peika á Hann sum góðan og vitna um ta støðu, Hann hevur sett okkum í.
Tá ið vit gerast Hansara børn, liva vit framvegis í hesum heimi, og heimurin liggur í tí illa. At heimurin liggur í tí illa, vilja tó nógv vera ósamd í. Tað finst jú nógv gott í heiminum. Nógv menniskju gera góðar gerðir og hugsa um sín næsta. Nógv – um tey ikki eru trúgvandi – hjálpa teim fátæku. Nógv eru við at hjálpa tí neyðstadda, flóttafólki og minnilutum. Nógv berjast fyri eini reinari náttúru og ímóti djórapínslu.
Hetta er alt gott. Kortini sigur Bíblian, at heimurin liggur í tí illa. Eg skal ikki fara inn á tað illa og tað góða, vit síggja í heiminum. Men tað stutta av tí langa er, at Satan er harri heimsins.
Humanisman hevur upprunaliga sín íblástur úr kristnu trúnni. Men hon er við tíðini vorðin ein átrúnaður fyri summi. Hetta er ein átrúnaður uttan kross og fyrigeving. Og menniskju vilja náa eitt slag av rættvísi við at vera góð. Kanska tey ikki eru so tilvitað um tað. Men vit koma ikki langt uttan krossin. Hann er okkara bjarging. Hann er okkara bjarging frá synd og deyða, og hann er bjargingin fyri øll, sum liva í hesum fortapta heimi.
Hvør nytta er í at breyðføða tann svanga, at hjálpa tí neyðstadda, at taka flóttafólk til sín, um eingin vón kortini er? Um vit bert hjálpa í okkara egnu rættvísi og ikki peika á ein Skapara og Frelsara er hetta bert løtuvinningur.
Tá ið vit gerast børn Guds og fáa himmalska støðu, er freistandi at avbyrgja seg frá heiminum. At umbera seg við, at vit ikki eru av heiminum, og tí leggja vit okkum ikki út í, hvat heimurin tekst við. Hetta er sjálvandi skeivt. Hóast tað er sera torført at vita, hvussu vit skulu liva og navigera í einum heimi, sum liggur í tí illa, so er kortini okkara skylda at gera tað. Okkum tørvar hvønn dag vísdóm og hjálp Heilaga Andans at gera tað.
Eg eigi altíð at spyrja Gud: Hvønn leiklut havi eg í heiminum? Hvussu skal eg fyrihalda meg til tíðarandan í dag? Hvussu livi eg í javnvág millum longu at vera ein himmalborgari, sum er fremmandur í hesum heimi, men enn bert ein frelstur syndari?
Eg endi við hesum spurningi: Hvussu livi eg rætt í einum heimi, sum liggur í tí illa? Her finst einki einkult svar, tí okkara tænastur eru ymiskar. Men eitt eiga vit í felag, og tað er framíhjárætturin at upphevja Kristus, ljós heimsins, so tey sum ganga í myrkri, kunnu finna Hann.
Skrivað hevur Maria Mørkøre