Tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir
Timoteus man vera tann kendasti av øllum samverkamonnum Paulusar. Her er nógv at geva sær far um. Vit umrøða hann í hesi og tveimum komandi greinum.
Barnaárini
Timoteus var úr galatiska býnum Lystra. Hann kom úr einum blandaðum heimi – pápin var grikki, og mamman var jødi.
Andaliga ávirkanin kom frá mammuni og ommuni. Í Seinna brævi sínum til Timoteus skrivar Paulus (1.5):
„Tí eg eri mintur um trúnna, sum í tær er, og sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Eunike, móður tíni – trúgv, sum ikki er bert eiti. Eg eri vísur í, at hon býr í tær við.“
Paulus kallaði Timoteus ektabarn sítt í trúnni (1. Tim. 1.2). Vit tulka tað sum, at Timoteus er komin til trúgv, tá ið Paulus og Barnabas vitjaðu Derbe og Lystra (Áp. 14).
Mong ár seinni skrivaði Paulus til Timoteus (2. Tim. 3.10-11):
„Men tú hevur fylgt mær eftir … í líðingum – slíkum, sum á meg komu í Antiokia, í Ikonium, í Lystra …“
Paulus skrivar her um líðingar sínar, sum Timoteus persónliga var vitni til, langt áðrenn hann fór at ferðast við Paulusi. Møguliga sipar Paulus til ta ferðina, tá ið hann var steinaður, og fólkið dróg hann út um býin í tí trúgv, at hann var deyður (Áp. 14.19-20).
Og so var tað, tá ið lóglærarar komu og royndu at fáa tey trúgvandi at lata seg umskera. Hetta hevur verið stutt eftir, at Barnabas og Paulus vóru farnir. Paulus sendi teimum trúgvandi brævið, sum vit kalla Galatiabrævið. Hann var ikki mjúkur. Timoteus hevur verið har, tá ið alt hetta hendi.
Byrjanin
Nøkur ár seinni kemur Paulus aftur til Derbe og Lystra; samverkamaðurin hesa ferðina er Silas. Í Ápostlasøguni 16.1-3 stendur:
„Hann [Paulus] kom tá til Derbe og Lystra. Har var lærisveinur, ið æt Timoteus, sonur trúgvandi jødiska kvinnu; faðirin var grikskur. Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum í Lystra og Ikonium. Hann vildi Paulus hava at koma við sær; og hann tók og umskar hann; tí Jødar búðu har rundan um, og teir vitstu allir, at faðir hansara var Grikki.“
Timoteus hevur møguliga ikki verið meira enn 17 ára gamal, tá ið hetta hendi. Høvdu vit verið har, høvdu vit kanska ikki hildið, at hetta var so klókt. Eitt var, at hann var so ungur, men hann tykist eisini at hava verið smæðin (1. Kor. 16.10-11) og møguliga tunglyntur (2. Tim. 1.7). Markus hevði ferðast við Paulusi og ikki megnað uppgávuna. Og tað var, tá ið lagaligi Barnabas var við. Hvussu skuldi smædni og mótfalni Timoteus megna hana?
Men tíðin kom at vísa, at Paulus visti, hvat hann gjørdi. Timoteus kom at roynast bæði honum og samkomunum sum sannur hermaður Jesu Krists.
Búningin
Harrin hevði búgvið Timoteus til tænastu líka frá barni av. Mong høvdu havt ein lut í tí:
Fyrst vóru tað omman og mamman. Paulus skrivar jú í Seinna brævi sínum til Timoteus, hvussu Timoteus frá ungum av hevði kent skriftirnar, og eisini hvussu trúgvin, sum búði í ommuni og mammuni, eisini var virkin í Timoteusi.
So var tað Paulus sjálvur. Timoteus hevði sæð fyridømi hansara bæði í Antiokia, í Ikonium og í Lystra (2. Tim. 3.10-11). Sum nevnt var Timoteus tannáringur, tá ið Paulus var har.
Og so vóru tað teir elstu. Paulus nevnir tvær ferðir handaálegging í sambandi við Timotesus. Einaferð vóru tað teir elstu, sum løgdu hendurnar á Timoteus (1. Tim. 4.14) og einaferð Paulus (2. Tim. 1.6). Eldri brøður høvdu gjørt seg til eitt við hann, og tað gjørdi stóran mun.
Timoteus var eisini lærdur at laga seg til umstøðurnar. Í Ápostlasøguni 16.3 stendur, at Paulus læt Timoteus umskera, áðrenn teir fóru avstað úr Lystra. Paulus visti, at tað var neyðugt, skuldi Timoteus verða góðkendur av jødiska fólkinum.
Hóast ungan aldur var Timotues búgvin til verkið. Hann var tað, tí øll – omman, mamman, Paulus og teir elstu – høvdu gjørt sær ómak at gera tað møguligt.
Boðskapurin
- Virð tey ungu og hjálp teimum at vera sannir lærisveinar frá barni av.
- Ver takksamur og gloym ikki tey, sum hava hjálpt tær at seta út í kortið.