Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Benjamin og Wina Hansen luttaka á møtinum mikukvøldið

18/04/2022

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20 fara Benjamin og Wina Hansen at greiða frá arbeiði teirra sum fulltíðar trúboðarar í Týsklandi, og har vit eisini fáa ein boðskap úr Orði Guds.

Benjamin er sonur Petur Hansen, sum er úr Klaksvík, her hann øll síni ungdómsár var virkin partur av samkomuni í Betesda. Petur fór út sum fulltíðar trúboðari í trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission (NTM), har hann og konan, Rachel, framvegis virka. Í nógv ár virkaðu tey í Papua Ný Guinea, har sonur teirra, Benjamin, sum nú vitjar aftur til Klaksvíkar, vaks upp.

Benjamin og Wina, sum eiga sonin Noah Elias, ið er 10 ár, virka sum fulltíðar trúboðarar í Týsklandi fyri trúboðanarfelagsskapin Ethnos 360, sum er eitt av nýggjaru heitunum fyri NTM, New Tribes Mission.

Tann 11. apríl komu tey til Føroya á vitjan. Vegna skúlagongd steðga Wina og sonurin, Noah Elias, bert 14 dagar, meðan Benjamin verður eitt sindur longri her í Føroyum. Hann fer avstað aftur 5. mai.

Tey gleða seg til at vitja hendan vegin.

– Seinast, vit vóru í Føroyum, var í 2017, so tað er longu langt síðani.

– Vit løgdu ætlanir um at koma til Føroya í 2020, men hetta var avlýst vegna korona, men nú eru vit so fegin um, at vit sum familja kunnu vitja í Føroyum, siga tey bæði.

Wina og Benjamin verða við á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið 20. apríl, har tey fara at greiða frá arbeiði teirra, og har vit eisini fáa ein boðskap úr orði Guds.

Tags: Uppbyggingarmøti
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/04/Benjamin-og-Wina-Hansen.jpg 842 1316 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-04-18 16:44:352022-04-18 16:44:36Benjamin og Wina Hansen luttaka á møtinum mikukvøldið
Tær dámar møguliga eisini hetta
Uppbyggingarmøti – Bíbliulestrarvika 17. januar 2024
Uppbyggingarmøti – Bíbliulestrarvika 29. mars 2023
Uppbyggingarmøti – Bíbliulestrarvika – 5. mai 2021
Uppbyggingarmøti – Bíbliulestrarvika 26. apríl 2023
Uppbyggingarmøti – Bíbliulestrarvika – 23. juni 2021
Kári Østerø – uppbyggingarmøti 10. januar 2024

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað30/10/2026 - 18:32
  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Kunngerðir06/11/2026 - 07:17
  • Samfelagsstevnan í Ebenezer og við Tjarnir 4.– 8. november02/11/2026 - 13:57
  • Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 1830/10/2026 - 01:01
  • Sigvard Johannesen innsettur sum elsti25/10/2026 - 12:30
  • Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður24/10/2026 - 00:29

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað30/10/2026 - 18:32
  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top