Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Samfelagsstevnan í Ebenezer og við Tjarnir 4.– 8. november

02/11/2026

Undir heitinum ”Eg skammist ikki við evangeliið” (Róm. 1:16) bjóðar samkoman í Ebenezer til samfelagsstevnu, sum byrjar við bønamøti mikukvøldið 4. nov. kl. 20, og møtini halda fram til sunnukvøldið 8. nov.

Undirevni eru: *Hvat er evangeiið? (Kraft Guds til frelsu), *Hvørjum er evangeliið ætlað (Hvørjum sum trýr), og *Hvør skal boða evangeliið? (Eg eri til reiðar… Róm 1:15)

Møtini fríggjakvøldið, leygardagin, sunnudagin seinnapart og sunnukvøldið, umframt sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12.30, verða Við Tjarnir. Ungdómsmøtini fríggjakvøldið og leygarkvøldið verða eisini Við Tjarnir.

Hini møtini, íroknað morgunmøtið sunnudagin kl. 11, verða í Ebenezer. Nærri kunning um møtini verður lýst á heimasíðuni www.ebenezer.fo.

Havið í huga, at á møtunum hósdag og fríggjadag fyrrapart og seinnapart er høvi frítt at bera ein boðskap fram úr Orði Guds.

Innsavningin sunnumorgun fer í ár til Kristnastovu. Fyri at geva so mongum sum gjørligt høvi at stuðla, er eisini møguligt at flyta pening á kt. nr. 9181-495.323.3.

Borðreitt verður við smurdum breyði millum møtini sunnudagin seinnapart.

Bøn og ynski okkara er, at Harrin vitjar okkum hesar dagar við Orði og Anda sínum, soleiðis at vit verða styrkt og uppbygd í trúnni á Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus. 

Latið okkum biðja, at menniskju koma at kenna Jesus Kristus sum Frelsara og Harra bæði gjøgnum Orðið,sum kunngjørt verður, gjøgnum sang eins og gjøgnum samtalu. 

Vit ynskja eisini at hava samfelag við tykkum í heimum okkara. So verið vælkomin at vitja okkum heima við hús. 

Harrin signi tykkum í verki tykkara fyri Hann.

Kærar heilsanir vegna samkomuna í Ebenezer

Arnstein Niclasen, Rólant í Skorini, Øssur Andreasen, Eli J. Christiansen, Johann J. Petersen, Jógvan Hans Østerø og Jákup N. Olsen

Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/11/IMG_6810.jpeg 1018 1808 Poul Faero https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Poul Faero2026-11-02 13:57:472026-11-02 14:26:27Samfelagsstevnan í Ebenezer og við Tjarnir 4.– 8. november

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað30/10/2026 - 18:32
  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Samfelagsstevnan í Ebenezer og við Tjarnir 4.– 8. november02/11/2026 - 13:57
  • Kunngerðir31/10/2026 - 07:17
  • Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 1830/10/2026 - 01:01
  • Sigvard Johannesen innsettur sum elsti25/10/2026 - 12:30
  • Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður24/10/2026 - 00:29

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað30/10/2026 - 18:32
  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top