BETESDA

Orsøkina til, at samkomuhúsið Betesda í Klaksvík hevur fingið navnið “Betesda”, eri eg ikki greiður yvir, men vit kunnu hugsa okkum, hví tey valdu at kalla salin Betesda.

Vit lesa í Evangeliinum eftir Jóhannes: “Við Seyðaportur í Jerúsalem er hylur, sum á hebraiskum eitur Betesda”. Navnið Betesda merkir hús miskunnar ella hús náðinnar. Hesar merkingar av navninum eru ógvuliga sigandi, tí tey sjúku, sum lógu við hylin, kendu seg bæði óverdig og óhjálpin, men her var møguleikin at fáa hjálp, verða grødd og fara avstað við stórari gleði.

Jesus spurdi mannin, sum hevði verið sjúkur í 38 ár, um hann vildi verða frískur? Hin sjúki svaraði Honum: ”Harri, eg havi ongan, sum kann fáa meg niður í hylin, táið vatnið verður órógvað; og táið eg komi, fer eitt annað niðurí undan mær”. Ein ring støða hjá manninum, at eingin kom honum til hjálpar.

Møguliga var hetta tað, sum tey hugsaðu um í 1917, tá ið húsið skuldi fáa navn, at hetta skuldi vera eitt stað, har náði Guds varð boðað, og har fólk kundu koma og fáa hjálp.

Hin sjúki segði – eg havi ONGAN. Tað eru nógv, sum kenna seg einslig, og tey hava ongan at hjálpa sær. Tey, sum byrjaðu samkomuna í Betesda, høvdu smakkað náði Guds, tí vildu tey hjálpa øðrum inn á veg friðarins. Harrin hevur signað, og mong eru komin til trúgv.

Latið okkum, ið koma saman í Betesda í dag, rætta ein hjálpandi hond til tann óhjálpna, leiða menniskju til Kristus og uppbyggja hvør annan á heilagastu trúgv okkara.

Skrivað hevur Eyðun Elttør