Bíbliulestrarvika

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara

millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 8 og 9 sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 19 juli kl. 20 talar Stig Elttør útfrá kapittul 8, og Eyðfinn Reyðberg talar útfrá kapittul 9:1-14. Unn og Jón Absalon Østerø leiða felagssangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 23 juli kl. 18.00 talar Sámal Mikkelsen útfrá restina av kap. 9. Karstin Neshamar o.o leiða felagssangin. Uni Gregersen fer at hava ein vitnisburð, eisini hevur Maria á Lakjuni Simonsen ein boðskap til børnini meðan talan er.

Møtið verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast

So fara vit aftur á ferð í Orðinum

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 7 sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 7 juni kl. 20 tala Jógvan Páll Steinberg og John Færø útfrá kapittul 7:1-25. Victor Nielsen, Dávid Mørkøre o.o leiða felagssangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 11 juni kl. 18.00 talar Bjørn Simonsen útfrá restina av kap. 7. Tóra við Keldu o.o leiða felagssangin. Marjun Danielsen hevur ein vitnisburð, eisini hava Nanna Norðoy og Anna Simonsen ein boðskapur til børnini meðan talan er.

Møtið verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast 🙂

So fara vit aftur á ferð í Orðinum

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 3.10-4.21 sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 29 mars kl. 20 tala Kristian á Lakjuni og Jákup Eli Østerø útfrá kapittul 3.10-4.5. Jógvan Mortensen o.o syngja og leiðá felagssangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 2. apríl kl. 18 talar Rógvi Joensen útfrá kap. 4:5-20 Betesdakórið syngur og leiðir felagssangin, Maria á Lakjuni Simonsen sigur eina søgu, og Agnar Jospehsen hevur ein vitnisburð.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast 🙂

Bæði møtini verða stroymd á betesda.fo

Bíbliulestrarvika

So fara vit aftur á ferð í Orðinum – nú í 1. Korintbrævi, kapittul 1.

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 1, sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 1. feb. kl. 20 verður innleitt og talað um trupulleikan í samkomuni í Korint við støði í 1. Kor. 1:1-17. Sámal Mikkelsen og Áron Sofus Vest tala, Bjørn og Maria á Lakjuni Simonsen leiða sangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 5. feb. kl. 18 er yvirskriftin: „Evangeliið er heiminum dárskapur“ (1. Kor. 1:18-31). John Færø talar, Betesdakórið syngur og leiðir felagssangin, Anna Simonsen sigur eina søgu, og Durita Hummeland hevur ein vitnisburð. Eisini verður dópur á hesum møtinum. Eftir møtið verður nátturði.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast 🙂

Bíbliulestrarvika 26. Desembur- 1. Januar

Komandi vikuna verður seinasta bíbliulestrarvika í ár á skránni. Frá sunnudegnum 26. desembur til leygardagin 1. januar fara vit sum samkoma at lesa Hebrearabrævið kapittul 13.

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 29. desembur fer Tim Sharp at tala um Hebrearabrævið 13.1-17 Á samkomu møtinum sunnukvøldið 2. januar fer Helgi Johannesen at tala um Hebrearabrævið 13.18-25. Eisini sigur Erikka Elttør frá søgu. Elin Neshamar o.o leiða sangin bæði kvøldini.

Bæði møtini vera stroymd beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Betesda. Men til møti mikukvøldið 29. desembur ber eisini til at savnast í Betesda.

Bíbliulestrarvika 21. – 27. Novembur

Komandi vikuna verður aftur bíbliulestrarvika á skránni. Frá sunnudegnum 21. novembur til leygardagin 27. novembur fara vit sum samkoma at lesa Hebrearabrævið kapittul 12.4-29. Setið tíð av gjøgnum vikuna at lesa tekstin og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum hann. Tað er eisini uppbyggjandi at samtala við onnur trúgvandi um tað, ið ein fær burtur úr tekstinum.

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 24. novembur fer Bjørn Simonsen at tala um Hebrearabrævið 12.4-14.

Á evangeliska møtinum sunnukvøldið 28. novembur fer Pætur Gerðalíð at tala um Hebrearabrævið 12.15-29. Eisini sigur Klara Johannesen frá søgu.

Kristian á Lakjuni o.o leiða sangin bæði kvøldini.

Av tí at korona-smittan enn ger um seg í Klaksvík, verður einki møti í Betesda. Tí vera hesi møtini stroymd beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Betesda.

Bíbliulestrarvika 7. -13. november

Komandi vikuna verður aftur bíbliulestrarvika á skránni. Frá sunnudegnum 7. novembur til leygardagin 13. novembur fara vit sum samkoma at lesa Hebrearabrævið 11,23 til 12,3. Setið tíð av gjøgnum vikuna at lesa tekstin og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum hann. Tað er eisini uppbyggjandi at samtala við onnur trúgvandi um tað, ið ein fær burtur úr tekstinum.


Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 10 novembur fer Victor Nielsen at tala um Hebrearabrævið 11,23-38.


Á evangeliska møtinum sunnukvøldið 14 novembur fer Bogi Simonsen at tala um Hebrearabrævið 11,39-12,3. Eisini fer Elin Sørensen at siga frá eini søgu.


Av tí at korona-smittan enn ger um seg í Klaksvík, verður einki møti í Betesda. Tí vera hesi møtini løgd út á heimasíðuna hjá Betesda (www.betesda.fo), mikukvøldið kl.20.00 og sunnukvøldið kl.18.00.


Harrin signi samkomu sína!

Bíbliulestrarvika 3.-9. oktober

Komandi vikuna verður aftur bíbliulestrarvika á skránni. Frá sunnudegnum 3. oktobur til leygardagin 9. oktobur fara vit sum samkoma at lesa Hebrearabrævið kapittul 11:1-22. Setið tíð av gjøgnum vikuna at lesa tekstin og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum hann. Tað er eisini uppbyggjandi at samtala við onnur trúgvandi um tað, ið ein fær burtur úr tekstinum.

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 6. oktobur fer Stig Elttør at tala um Hebrearabrævið 11:1-12.

Á evangeliska møtinum sunnukvøldið 10. oktobur fer Kristian á Lakjuni at tala um Hebrearabrævið 11:13-22. Eisini fer Anna Simonsen at siga frá eini søgu.

Øll eru hjartaliga vælkomin til bæði møtini.

Møtini verða stroymd beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Betesda, so verið vælkomin at siga teimum frá, ið ikki kunnu vera við í salinum.

Harrin signi samkomu sína!

Bíbliulestrarvika 5. – 12. september

Komandi vikuna verður aftur bíbliulestrarvika á skránni. Frá sunnudegnum 5. septembur til

leygardagin 12. septembur fara vit sum samkoma at lesa Hebrearabrævið kapittul 10:19-39.

Setið tíð av gjøgnum vikuna at lesa tekstin og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum

hann. Tað er eisini uppbyggjandi at samtala við onnur trúgvandi um tað, ið ein fær burtur úr

tekstinum.

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 8. september fer Jákup Eli Østerø at tala um Hebrearabrævið

10:19-25.

Á evangeliska møtinum sunnukvøldið 12. september fer Sámal Mikkelsen at tala um

Hebrearabrævið 10:26-39. Eisini fer Maria á Lakjuni Simonsen at siga frá eini søgu.

Øll eru hjartaliga vælkomin til bæði møtini.

Møtini verða stroymd beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Betesda, so verið vælkomin at

siga teimum frá, ið ikki kunnu vera við Í salinum.

Harrin signi samkomu sína!

Bíbliulestrarvika 26.-31.juli

Komandi vikuna verður aftur bíbliulestrarvika á skránni. Frá sunnudegnum 26. juli til leygardagin 31 juli fara vit sum samkoma at lesa Hebrearabrævið kapittul 9:15-10:18. Setið tíð av gjøgnum vikuna at lesa tekstin og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum hann. Tað er eisini uppbyggjandi at samtala við onnur trúgvandi um tað, ið ein fær burtur úr tekstinum.

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 28. juli fer Áron Sofus Vest at tala um Hebrearabrævið 9:15-28

Á evangeliska møtinum sunnukvøldið 1. august fer Eyðfinn Reyðberg at tala um Hebrearabrævið 10:1-18.
Eisini verður eina søga til børnini á hesum møtinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til bæði møtini.

Møtini verða stroymd beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Betesda, so verið vælkomin at siga teimum frá, ið ikki kunnu vera við í salinum.
Harrin signi samkomu sína!