Familju bønarmøtið 9. mai kl 19

Vælkomin á familju bønarmøtið 9. mai kl. 19. Biði verður fyri børnum – bæði nær og fjar.

Biði verður serliga fyri:
– børnum hjá trúboðarum
– familjunum í samkomuni
– øllum børnum, sum koma í sunnudagsskúla í Betesda.

Í Matt. 11:28 stendur: Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Tað hevði tí glett okkum at sæð nógv hjún og nógvar familjur í samkomuni til hetta bønarmøti, tí vit hava alla orsøk at bera hvønn annan fram fyri Harran í Bøn!

Hetta møti er flutt til kl. 19, fyri at geva enn fleiri familjum møguleikan at vera við!

Benjamin og Wina Hansen luttaka á møtinum mikukvøldið

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20 fara Benjamin og Wina Hansen at greiða frá arbeiði teirra sum fulltíðar trúboðarar í Týsklandi, og har vit eisini fáa ein boðskap úr Orði Guds.

Benjamin er sonur Petur Hansen, sum er úr Klaksvík, her hann øll síni ungdómsár var virkin partur av samkomuni í Betesda. Petur fór út sum fulltíðar trúboðari í trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission (NTM), har hann og konan, Rachel, framvegis virka. Í nógv ár virkaðu tey í Papua Ný Guinea, har sonur teirra, Benjamin, sum nú vitjar aftur til Klaksvíkar, vaks upp.

Benjamin og Wina, sum eiga sonin Noah Elias, ið er 10 ár, virka sum fulltíðar trúboðarar í Týsklandi fyri trúboðanarfelagsskapin Ethnos 360, sum er eitt av nýggjaru heitunum fyri NTM, New Tribes Mission.

Tann 11. apríl komu tey til Føroya á vitjan. Vegna skúlagongd steðga Wina og sonurin, Noah Elias, bert 14 dagar, meðan Benjamin verður eitt sindur longri her í Føroyum. Hann fer avstað aftur 5. mai.

Tey gleða seg til at vitja hendan vegin.

– Seinast, vit vóru í Føroyum, var í 2017, so tað er longu langt síðani.

– Vit løgdu ætlanir um at koma til Føroya í 2020, men hetta var avlýst vegna korona, men nú eru vit so fegin um, at vit sum familja kunnu vitja í Føroyum, siga tey bæði.

Wina og Benjamin verða við á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið 20. apríl, har tey fara at greiða frá arbeiði teirra, og har vit eisini fáa ein boðskap úr orði Guds.

Møtir í Betesda á páskum

Nú um páskahøgtíðina eru hesi møti í Betesda

Skíriskvøld kl. 20: Ungdómsmøti.

Langa fríggjakvøld kl. 18: Evangeliskt møti.

Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús.

Páskadag:

  • kl. 11: Breyðbróting.
  • kl. 12:30: Sunnudagsskúli.
  • kl. 18: Evangeliskt møti. Dópur verður.

2. Páskakvøld kl. 18: Evangeliskt møti.

Gleðiligar páskir

Páskamøtir 14.-17. apríl 2022

Samkomurnar í Siloa í Fuglafirði, Hebron í Leirvík og Filadelfia í Gøtu bjóða øllum vælkomnum á páskamøtir í Siloa í Fuglafirði og í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Møtini skírisdag og langa fríggjadag eru í Siloa. Leygardag og 1. páskadag eru møtini í høllini á Kambsdali.

Skírisdag – 14. apríl
KL. 18.00 MØTI Í SILOA – Tóra við Keldu og Oddur á Lakjuni tala. Joy Johannesen syngur.

Langa Fríggjadag – 15. apríl
KL. 18.00 MØTI Í SILOA – Tim Sharp og Margareth Djurhuus tala. Siloakórið syngur.
KL. 21.00 UNGDÓMSMØTI Í SILOA

Leygardag – 16. apríl
KL. 15-17 ÁHUGATÍMAR Í MIÐNÁMI Á KAMBSDALI 
– Dópur? – Høgni Johannesen 
– Ein samansett familja – Dánjal og Eyðbritt Eysturstein 
– Legurnar í Grønlandi 
– Forfylging í dag – Rói Norðoy, Open Doors 
– Ljósið í myrkrinum. Søgur frá trúboðaramarkinum – Monika Sharp

KL. 20.00 MØTI Í HØLLINI Á KAMBSDALI – Synøva av Rana og Símun Absalonsen tala. Bárður á Lakjuni syngur.

KL. 22.00 UNGDÓMSMØTI Í HØLLINI Á KAMBSDALI 

1. Páskadag – 17. apríl
KL. 12.00 FAMILJUMØTI Í HØLLINI Á KAMBSDALI – Olga Skorastein sigur søgu og Arni Zachariassen talar.
KL. 13.15 MÁLTÍÐ
KL. 14.00 SUNNUDAGSSKÚLI Í MIÐNÁMI Á KAMBSDALI
KL. 14.00 MØTI VIÐ BREYÐBRÓTING Í HØLLINI Á KAMBSDALI – Klæmint Eliasen talar um heilagu kvöldmáltíðina úr Lukas kap. 22.
KL. 19.00 KONSERT Í HØLLINI Á KAMBSDALI – Maria á Lakjuni og LOT syngja.

Hjúnakvøld

Fríggjakvøldið 8. apríl kl. 20.00 verður eitt hjúnakvøld í Betesda. Vit vísa filmin „Paul: The Apostle of Christ“. Filmurin hevur 15 ára aldursmark.

Vit bjóða okkurt gott afturvið filminum.

Verið hjartaliga vælkomin.

Eldrasamkoma verður fríggjadagin kl. 15!

Eftir umleið tvey ára steðg í samband við Korona-sóttina, koma tey eldru saman aftur í Betesda fríggjadagin 25. mars kl. 15.

Umframt at broðreitt verður við drekkamunni, felagssangi, einum orði og at tíð verður til eitt hugnaprát, verða vístar myndir av 70 ára føðingardegnum hjá Eliesari Poulsen. Myndirnar vórðu tiknar fyri umleið hálvari øld síðani og har síggja vit mong kend andlit av fólkum, sum tey eldru minnast.Eisini verða nøkur fá orð søgd um Elieser Poulsen, sum í mong ár var ein av teimum, ið var sera virksamur í samkomuni í Betesda.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Bíbliutímar í Betesda

Hvat eyðkennir kristna lívið?

Leygardagin 19. mars verða bíbliutímar í Betesda frá kl. 10-13.
Evnið er: Missión.

Tað eru Kristian Hansen og Sámal Mikkelsen sum tala. Torkil Mørkøre og Durita Isaksen syngja.
Ein spurnarløta verður eftir miðmálan. Bíbliutímarnir vera upptiknir og lagdir á betesda.fo

Kaffi, te og okkurt afturvið verður ímillum Bíbliutímarnar og borðreitt verður við miðmála kl. 12.

Tilmelding er her á síðuni niðanfyri.

Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 18. mars.

TILMELDING HER 

Neyðhjálp til tey ukrainsku flóttafólkini

Leiðslan hevur tikið avgerð um at lata allan peningin, sum kemur inn sunnumorgunin 13-03-2022, fara óskerdan til tey neyðstøddu flóttafólkini í Ukraina. Hetta hava vit eisini kunnað um á okkara seinastu samkomufundum.

Í næstum verða eisini smá kort løgd í gongina í Betesda við upplýsingum um kontunummar, har stuðul til Ukraina kann flytast.

Avgjørt er, at vit í samkomuni í Betesda samskipa okkara Ukraina-hjálp við samkomuna í Ebenezer í Havn. Hetta merkir, at alt, sum kemur inn, verður flutt á kontu hjá Ebenezer.

Higartil er yvir 2 mió. fólk flýdd um markið til grannalond sum Pólland og Rumenia. Hesi treingja til hjálp á staðnum.

Tað, sum kemur inn, verður latið til lond, sum hava mark við Ukraina, við tí fyri eyga, at hjálpin kann koma flóttafólkunum tilgóða.

Høvuðsreint í Betesda

Komandi leygardag – hin 12. marts 2022 – fara vit at gera høvuðsreint í Betesda.

Morgunmatur verður at fáa frá klokkan 9 og vit byrja at vaska umleið klokkan 9:30.
Um middagsleitið verður døgurði at fáa, síðani verður hildi fram við reingerðini til út á seinnapartin.

Ikki neyðugt at tekna seg.

Við vón um góða uppmøting.

Bønamøti – Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt…

Bønarmøtið 7. mars kl. 20 verður skipa og evnið verður Sálmur 139:23-24

Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar! Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin!

Sámal Mikkelsen kemur at tala út frá evninum og Uni Gregersen hevur eina sangframførðslu.

Legg alt gerandisstrev til síðis eina løtu, og kom á bønarmøtið, har vit steðga á eina løtu í rannsakan og bøn.