Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Ebenezerkórið vitjar sunnukvøldið

10/04/2024

Sunnukvøldið 14. apríl kl. 18 verður sangløta við Ebenezerkórinum í Betesda. Á skránni verður nógvur kórsangur, felagssangur og ein góður boðskapur.

Øll eru hjartaliga vælkomin

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/04/BETESDA-EVENT-1.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-04-10 21:20:272024-04-10 21:20:50Ebenezerkórið vitjar sunnukvøldið

Høvuðsreingerð í Betesda!

09/04/2024

Komandi leygardag – hin 13. apríl 2024 – verður tann árliga høvuðsreingeringin av Betesda.

Morgunmatur verður at fáa frá klokkan 9 og vit byrja síðani at vaska umleið klokkan 9:30. Um middagsleitið verður tað frokostur at fáa, síðani halda vit fram við reingerðini til nakað út á seinnapartin. Tað er ikki neyðugt at tekna seg til at luttaka.

Við vón um góða uppmøting.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/04/Betesda-mynd9-1200x430-1.png 430 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-04-09 12:35:182024-04-09 12:35:19Høvuðsreingerð í Betesda!

Høvusreingerð á Zarepta

09/04/2024

Nú er tíðin aftur komin til at fara til Zarepta at vaska. Betesda hevur ábyrgd av dreingjadeildini.

Leygarmorgunin tann 20. apríl fara vit vestur at gera høvuðsreint. Vónandi kunnu fleiri koma, jú fleiri hendur jú betri. Vit hava fingið fólk at gera døgverða til okkum, so vónandi koma so mong, at vit eru liðug á døgverða.

Høvusreingerðingin á Zarepta er annars í døgunum frá 14.-25. apríl. Vanligar dagar er Zarepta opið frá morgunstundini.

Tey, sum hava vaska vera biðin um, at krossa av. Listi hongur í gongini.

Við tað, at fleiri samkomur vaska samstundis, kann tað vera smart, at hava dustsúgvara og moppu við, so sleppast kann undan at bíða eftir tøkum amboðum. Tað er eingin forðing, at hava børn við og tað er einki aldursmark.

Tað er okkara ynski og bøn, at systkinni fara at seta sær tíð av til hesa tænastu. Berið vinarliga boðini til tey, sum hava møguleika, at vera við. Jú fleiri hendur jú betri.

Fyri at vita hvussu nógv vit skulu gera mat til er umráðandi at boða frá luttøku, annaðhvørt á messenger ella á fartelefonini. Sigrid Sivertsen: 21 56 71 Palli Sivertsen: 21 32 42

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/08/19961571_10213800936765428_8622173888869151773_n.jpg 720 960 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-04-09 12:27:212024-04-09 12:27:22Høvusreingerð á Zarepta

Mikukvøldið talar John í Skemmuni um evnið: „minnismáltíð Harrans“

03/04/2024

Á uppbyggingarmøtinum í Betesda í kvøld, mikukvøldið 3. apríl kl. 20, verður høvi at hoyra ein boðskap um, hvat Bíblian lærir um „minnismáltíð Harrans“.

John í Skemmuni verður við á uppbyggingarmøtinum í kvøld, har hann við støði í 1. Kor. 11,20-34 fer at tala um grundreglurnar kring „minnismáltíð Harrans“, hvat Bíblian lærir um hetta evnið, hvør kann taka lut og um, hvat álvarsemi Bíblian leggur í hesi viðurskifti.

Møtið byrjar kl. 20:00 – hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/04/skemman-scaled.jpg 2560 1849 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-04-03 15:58:422024-04-03 15:58:43Mikukvøldið talar John í Skemmuni um evnið: „minnismáltíð Harrans“

Kvinnumøti 5. apríl kl. 20

01/04/2024

Fríggjakvøldið 5. apríl verður kvinnumøtið kl 20, har ymsar kvinnur vitna um HARRAN.

Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvi verður at samtala og hugna sær saman.

Allar kvinnur – ungar sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/02/Kvinnumoti-1.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-04-01 00:17:472024-04-01 00:20:18Kvinnumøti 5. apríl kl. 20

Møti í Betesda 2. páskakvøld – Filip Sivertsen og onnur luttaka

01/04/2024

Á møtinum í Betesda 2. páskakvøld kl. 18 verður høvi at hoyra Filip Sivertsen, sum saman við konuni, Ane, virkar í Nuuk í Grønlandi. Á hesum møtinum verður eisini høvi hjá øðrum at luttaka við talu og vitnisburði. 

Seinasta møtið í Betesda hesa páskahøgtíðina verður 2. páskakvøld kl. 18:00, og hesaferð verða hjúnini Ane og Filip Sivertsen við, sum dagliga búgva og virka í Nuuk í Grønlandi

Høvi verður eisini hjá øðrum at luttaka við talu og vitnisburði um HARRAN.

Hjartaliga vælkomin í Betesda, Klaksvík, 2. páskakvøld kl. 18.

—

Filip Sivertsen er sonur Jonnu og Hans Sivertsen, sum í mong ár vóru trúboðarar í Grønlandi, bæði í Nuuk og við barnalegunum við Ameralikfjørðin. Filip hevur sostatt føroysk foreldur, men er vaksin upp í Grønlandi, har hann framvegis í dag býr saman við konuni, Ane, sum er úr Danmark.

Ane og Filip møttust í Danmark, tá Filip las til maskinmeistara og Ane las til innandura arkitekt. Eftir loknar lestrar arbeiddu tey í Danmark í eina tíð og fluttu síðani til Grønlands saman. Tey eiga børnini Kristian og Cecilia.

Í 2015 gjørdu tey av at fara á bíbliuskúla á North Cotes College í Onglandi, har tey vóru í tvey ár til tess at útbúgva seg betur til at fara aftur til Grønlands og halda fram at virka fyri HARRAN har.

Í dag búgva tey í Nuuk í Grønlandi, har tey eru virkin í samkomuni, sum eitur Naalakkap Jiisusip Oqaluffia (NJO), og í barnalegunum við Ameralikfjørðin.

Filip er ein elsti í samkomuni í Nuuk og er partur av leiðsluni fyri legurnar. Hann hevur vanligt arbeiði við síðuna av tænastuni, meðan Ane arbeiðir fulla tíð við andaligum arbeiði í samkomuni.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/04/f28b46ab-bbc1-462a-a5f3-7f49d2f44693.jpeg 385 541 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-04-01 00:05:132024-04-01 00:05:14Møti í Betesda 2. páskakvøld – Filip Sivertsen og onnur luttaka

Tilmelding til betesdaleguna

30/03/2024
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/03/IMG_3368.jpg 2048 2048 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-03-30 22:04:302024-03-30 22:10:22Tilmelding til betesdaleguna

Páskastevnan 2024

24/03/2024

Tær tríggjar samkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði bjóða til páskastevnu undir heitinum „Gud enn á trónuni er“, hesaferð í Hebron í Leirvík og í Ítróttarhøllini á Kambsdali.

Møtini skírisdag og langa fríggjadag verða í Hebron í Leirvík. Leygardag verða eisini áhugatímar í Hebron. Leygarkvøld verður farið út á Kambdal.

Skráin:

Skírisdagur 28. mars​​
Møti í Hebron kl. 18. Regin Hammer og Beinta Vang tala, Jákup á Lakjuni syngur.

Langi fríggjadagur 29. mars ​
Møti í Hebron kl. 18. Sámal Mikkelsen talar, Siloakórið syngur.
Ungdómsmøti í Hebron kl. 21. Arni Zachariassen talar og Símun Pætur á Torkilsheyggi syngur.

Leygardagur 30. mars ​​
Kl. 15-17 eru áhugatímar í Hebron í Leirvík:
• Karl Gregersen – “Ovis aries et Biblia”. Bíblian úr sjónarhorninum hjá einknæbónda – myndamál og íblástur frá seyði og seyðahaldi.
• Tórheðin Jensen – Orðtøk Sálomons. Navigera á lívsins vegi. Lærdómur úr Orðtøkum Sálomons.
• Niels Pauli Nónstein – Passa søgurnar um Jesus?
• Elin Neshamar – Hvussu megni eg broytingar úr eini mentan í aðra?

Møti er kl. 20 í Ítróttarhøllini. Mai Laksafoss og Johann Petersen tala, kórið úr Berøa syngur.
Ungdómsmøti er kl. 22 í Ítróttarhøllini. Oddur á Lakjuni talar og Maria á Lakjuni Djurhuus syngur.

Páskadagur 31. mars ​
Familjumøti kl. 12 í Ítróttarhøllini. Søga fyri børnunum og John Færø talar.
kl. 13.15 máltíð
Møti við breyðbróting kl. 14 í Ítróttarhøllini, Ingvard Petersen talar.
Sunnudagsskúli kl. 14 á Miðnámsskúlanum.

Sangløta kl. 19 í Ítróttarhøllini við Símun og Randi Hansen.

Verið hjartaliga vælkomin!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/03/433634252_814341687399018_4771711231374375865_n.jpg 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-03-24 18:57:002024-03-24 19:02:41Páskastevnan 2024

Møtir um páska halguna

24/03/2024

Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í Betesda um høgtíðina

Um páskirnar verða evangelisk møtir í Betesda allar heiligdagarnar kl. 18 – skíriskvøld, langa fríggjakvøld, páskakvøld og 2. páskakvøld – har Sangkórið í Betesda og Jógvan Mortensen fara at luttaka við sangi.

Møtini og tiltøkini um páskahalguna verða hesi:

▪ Skíriskvøld kl. 18:00 er evangeliskt møti, har Jógvan Mortensen við bólki luttekur við sangi
▪ Langa fríggjakvøld kl. 18:00 er evangeliskt møti, har Sangkórið í Betesda luttekur
▪ Leygarkvøldið kl. 21:00 verður Opið hús
▪ 1. páskadag kl. 11:00 er minnismáltíð Harrans
▪ 1. páskadag kl. 12:30 er sunnudagsskúli
▪ 1. páskakvøld kl. 18:00 er evangeliskt møti, har Sangkórið í Betesda luttekur
▪ 2. páskakvøld kl. 18:00 er evangeliskt møti

Hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/03/Paskir.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-03-24 18:53:372024-03-27 22:48:34Møtir um páska halguna

Bólkurin Trúfedti og sagkórið í Berøa

22/03/2024

Á møtinum sunnukvøldið 24. mars fáa vit vitjan. Bólkurin Trúfesti úr Ebenezer í Havn og sangkórið í Berøa, Saltangará fara at luttaka við talu, vitnisburði og sangi.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/03/IMG_3292.jpeg 305 540 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-03-22 20:48:172024-03-22 20:48:18Bólkurin Trúfedti og sagkórið í Berøa
Page 22 of 41«‹2021222324›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top