Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Barnalegur í Rumenia – kunning í Betesda sunnukvøldið kl. 18

08/08/2026

Hjúnini Lenuta og Danut Hritac, ið m.a. standa fyri evangeliskum arbeiði millum børn og ung í Rumenia, vitja sunnudagin í Betesda, har tey fara at vísa myndir og greiða frá arbeiðinum.

“Sunshine in the villages” er ein felagskapur, stovnaður og drivin af einari rumenskari familju við tí endamáli at boða evangeliið fyri børnum og ungum í bygdunum rundanum Hunedoara, har familjan býr.

Hjúnini Lenuta og Danut Hritac standa fyri hesum verki. Lenuta er systir Alinu, sum er kona klaksvíkingin Mike Dam.

Sunnudagsskúlar, hjálpararbeiði og barnalegur
Lenuta og Danut stovnaðu felagskapin fyri meira enn 20 árum síðan. Teirra virkið er í høvuðsheitum at halda sunnudagsskúlar fyri børnum í bygdunum rundan um Hunedoara allan veturin. Tey vitja millum 10-15 bygdir og halda sunnudagsskúla sera trúfast.

Harafturat hava tey samband við eitt barnaheim fyri børn, ið bera brek og eitt ellisheim, har tey vitja og hjálpa við m.a. umvælingum av húsinum, mati og klæðir.

Eisini vitjar Danut regluliga einkjur og nógvar kristnar familjur, sum eru sera sperdar, og hjálpir so væl, hann kann, við m.a. klæðum úr Føroyum, mati og peningi frá stuðlum.

Lenuta og Danut Hritac komu hendanvegin mitt í juli og fara úr Føroyum aftur tann 16. august saman við einum toymi í hjálpararbeiði til Rumenia.

Sunnukvøldið kl. 18 verður høvi at hoyra um arbeiðið hjá Lenuta og Danut og at heilsa uppá tey bæði.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/08/att.NgRQAZ9sbPKJto95GCvy-E4wIsOIw9p8sqKHWnMT5yU.jpeg 1410 2048 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-08-08 07:49:112026-08-08 07:49:11Barnalegur í Rumenia – kunning í Betesda sunnukvøldið kl. 18

Opið hús í Betesda á Summarfestivalinum

04/08/2026

Hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið, meðan Summarfestivalurin 2026 er í Klaksvík, verður  Opið hús í Betesda, har hurðarnar lata upp kl 20:30.

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verða sangløtur um miðnáttarleitið, har ávikavist ungdómur í Betesda, og sangbólkurin Vitin skipa fyri.

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hvíld, ein góðan drekkamunn og eitt gott prát 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/08/Betesda-a-SF-2026-2.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-08-04 15:48:232026-08-04 15:48:23Opið hús í Betesda á Summarfestivalinum

Zareptabussurin steðgar í Kringlugarðinum

04/08/2026

Av tí at Summarfestivalur er í Klaksvík í vikiskiftinum, steðgar Zarepta bussurin í Kringlugarðinum fríggjadagin 7. august, í samband við heimferð frá 11 ára leguni á Zarepta.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/08/images.jpg 195 259 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-08-04 11:50:442026-08-05 08:57:15Zareptabussurin steðgar í Kringlugarðinum

Kom og hoyr um ung og trúboðan – Betesta sunnukvøldið kl. 18

31/07/2026

Ungu hjúnini Jonathan og Megan Joensen hava ætlanir um at fara út sum trúboðarar.

Tey vitja í Betesda sunnukvøldið kl. 18, har tey fara at greiða frá um teirra ætlanir og vónir.

Ung fara at leiða felagssangin.

Eisini fer Poul Joensen, pápi Jonathan, at greiða frá bíbliuskúlanum hjá NTM í North Cotes í Onglandi, har hann er ein av lærarunum.

***

Poul S. Joensen fór í 1989 á bíbliuskúla hjá NTM í Matlock í Onglandi, og í 1991 fór hann víðari á trúboðaraskúla í USA.

Eftir hetta fóru hann og konan, Carol, í fulltíðartænastu fyri Harran sum trúboðarar hjá NTM í Papua Ný Guinea, har tey síðani 1997 hava arbeitt ímillum Sorimi fólki.

Sorimi samkoman bleiv stovnað fyri fleiri árum síðani, og í august í 2024 handaðu tey Sorimi fólkunum umsetingina av nýggja testamenti.

Í 2013 búsettust tey í Onglandi, haðani tey halda á at vitja og stuðla Sorimi samkomuni, samstundis sum tey undirvísa fólki í trúboðaravenjing á North Cotes College.

Poul og Carol eiga børnini Adrian, Jonathan og Isaac.

Jonathan Joensen, sonur Poul og Carol, er giftur Megan, sum er úr Onglandi. Foreldrini vóru trúboðarar í Mexico, og saman eiga tey 9 mánaða gamla sonin Titus.

Tey hava ætlanir um at fara út sum trúboðarar og hava tikið 2 ára undirvísing á skúlanum hjá NTM í North Cotes.

***

Kom og hoyr um møguleikar innan trúboðan – í Betesda í Klaksvík sunnukvøldið kl. 18.

Hjartaliga vælkomin

🙂
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/07/3a83d758-c65d-4952-a57d-ebbd840ba6c5.jpeg 900 1600 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-07-31 22:00:172026-07-31 22:00:17Kom og hoyr um ung og trúboðan – Betesta sunnukvøldið kl. 18

Ringarnir breiða seg í HARRANS verki

27/07/2026

Hugaligt er, tá ið trúboðarar, sum eru farnir út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN, vitja heimaftur, og tað er ikki minni hugaligt, tá ið børn hjá hesum trúboðarum, sum eru farin somu leið sum foreldrini, eisini vitja og knýta bond til samkomuna.

Brynleif Hansen, sáli, plagdi at biðja, at Harrin mátti senda tíggju fólk úr samkomum okkara út í fremmand lond við evangeliinum. Fólk hildu tað vera í so nógv at biðja um.

Í árunum síðani hava vit ikki bara sæð hasa bønina svaraða, vit hava eisini sæð hana svaraða, við at fleiri av børnum teirra, sum fóru út, hava fylgt í fótasporum foreldranna. Ein teirra er Craig Niclasen.

Í kvøld, sunnukvøldið 26. juli 2026, vitjaði ein familja, sum býr í Birmingham í Onglandi, á møtinum í Betesda.

Pápin í hesi familjuni er Craig Niclasen.

Foreldrini hjá Craig eru Liz og Ragnar Niclasen.

Pápin, Ragnar, er sonur Elly og Eivind Niclasen, sum búðu í Klaksvík, her Ragnar eisini vaks upp og hevði sína dagligu gongd í samkomuni í Betesda. Ragnar fór í 1974 á bíbliuskúla hjá NTM í býnum Waukesha í statinum Wisconsin í USA og fór síðan saman við konu síni, Liz úr Kanada, í fulltíðartænastu fyri HARRAN sum trúboðari hjá NTM á Filipsoyggjum.

Árini 2008 til 2014 virkaðu tey í Onglandi, men eru í dag aftur á Filipsoyggjum.

Liz og Ragnar eiga synirnar Ryan og Craig.

Craig er sostatt vaksin upp á Filipsoyggjum, har hann hevur upplivað tænastuna og strembanina hjá foreldrunum at kunngera orðs Guds.

Við hesum førninginum valdi Craig at fara á bíbliuskúla hjá NTM í North Cotes í Onglandi árini 2002–2003.

Tað var her, hann møtti Claire, sum er úr Birmingham, har hon vaks upp í eini trúgvandi familju. Tey giftust í 2004.

Eftir hetta fóru tey bæði í trúboðaravenjing í 2005–2006, eisini hjá NTM í Onglandi.

Í dag virka tey fyri Harran í Birmingham í Onglandi.

Harrin hevur givið teimum tríggjar døtrar, sum í dag eru ávíkavist 20, 18 og 16 ára gamlar. Tær eru Elly (eftir langommuni í Klaksvík), Rebekka og Lydia.

Í dag hava tey skipað sína tænastu fyri HARRAN á tann hátt, at Craig røkir eitt vanligt borgarligt starv sum leistbilførari, meðan Claire er í fulltíðartænastu sum trúboðari, har uppgáva hennara er at ráðgeva og hjálpa øðrum, fulltíðar trúboðarun, bæði í Onglandi og kring heimin. Og í kvøld, sunnukvøldið 26. juli, vóru tey bæði, saman við døtrunum í Betesta, har Claire greiddi frá tænastu teirra fyri HARRAN.

***

Soleiðis virkar HARRIN, sum í orðið sínum sigur:

„Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina, gjørt hana fruktbara og fylt hana við spírum, so at hon gevur sáð at sáa og breyð at eta, so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum – tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til.“

(Es. 55:10-11)

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/07/7ee9ad3c-d656-424e-8535-34a26de44692.jpeg 1536 2048 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-07-27 19:27:172026-07-27 19:29:20Ringarnir breiða seg í HARRANS verki

Claire og Craig Niclasen vitja í Betesda sunnukvøldið

25/07/2026

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið 26. juli vitja hjúnini Claire og Craig Niclasen, sum virka fyri HARRAN í Birmingham í Onglandi.

Á møtinum fer Claire at greiða frá verki teirra, har hennara uppgáva er at virka sum ráðgevi og stuðul hjá øðrum trúboðarum, ið virka kring um í heiminum.

Eisini fer Jákup Eli Østerø at hava eitt orð.

Claire er úr Birmingham í Onglandi, og Craig er sonur Liz og Ragnar Niclasen, sum er hiðani úr Klaksvík. Hann gekk á bíbliuskúla hjá NTM í North Cotes í Onglandi árini 2002–2003. Eftir hetta vóru tey bæði í trúboðaravenjing í 2005–2006, eisini hjá NTM í Onglandi. Í dag virka tey, sum nevnt, fyri Harran í Birmingham í Onglandi.

Claire og Craig eiga tríggjar døtrar, og tey eru øll fimm við á vitjanini her í Føroyum.

Á møtinum sunnukvøldið verður høvið at hoyra um tænastu teirra og at heilsa uppá tey.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/07/att.Lgzr1IcKbooDC23JUzCytpTw4Ger0kJd0lw9mvX-9eU.jpeg 1565 2048 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-07-25 23:01:002026-07-26 11:39:04Claire og Craig Niclasen vitja í Betesda sunnukvøldið

Summar-sangløta verður í Betesda hóskvøldið kl. 19

23/07/2026

Hóskvøldið 23. juli 2026 klokkan 19:00 verður ein summar-sangløta í Betesda.

Kvartettin í Betesda og Sangbólkurun Vitin fara at syngja, og vit fara at syngja góðar, kendar felagssangir.

Eisini verður ein boðskapur borin fram.

Eftir sangløtuna verđur ein drekkamuður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/07/att.mhgSgyZoqkN1Lcn09lOh2LdDEFtEWFSHMsr-naOjVMU.jpeg 1512 2016 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-07-23 00:20:442026-07-23 00:20:44Summar-sangløta verður í Betesda hóskvøldið kl. 19

Svend Sivertsen innsettur sum elsti

30/06/2026

Svend Sivertsen innsettur sum elsti

Á morgunmøtinum 27. juni 2026 varð Svend Sivertsen kunngjørdur sum elsti og hevur tikið sæti í nevndini fyri samkomuna í Betesda.

Læruna og skipanina av samkomuni finna vit í brøvunum, har serliga Paulus er HARRANUM ein «útvaldur reiðskapur» (Áp. 9:15). Hetta staðfestir orð Guds eisini í 1. Kor. 11:23, har Paulus sjálvur skrivar: «Eg havi fingið frá HARRANUM tað, sum eg eisini havi lært tykkum …»

Eins og HARRIN opinberaði fyri Mósesi, hvussu Tabernaklið skuldi byggjast, og ofringarnar skipast, soleiðis opinberaði HARRIN fyri Paulusi, hvussu samkoma Kristusar skal skipast.

Í Tit. 1:5 skrivar Paulus til Titus: «Tí var tað, eg læt teg verða eftir á Kreta – at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera, og seta inn elstar í hvørjum býi, soleiðis sum eg álegði tær». Síðan nágreinar orð Guds krøvini til ein slíkan í eftirfylgjandi versunum, og somu boð lesa vit í 1. Tim. 3:1-15.

Fyri tíð síðan valdu Jógvan Høj og Jógvan Páll Steinberg at takka fyri seg sum partur av samkomuleiðsluni. Vit takka teimum báðum hjartaliga fyri gott samstarv og trúfasta tænastu.

Leiðslan arbeiðir við at seta inn elstar í teirra stað, og sunnudagin varð kunngjørt fyri samkomuni, at ein samd leiðsla hevur spurt Svend Sivertsen, sum hevur játtað at taka við sum elsti og gerast partur av leiðsluni fyri samkomuna í Betesda.

Svend er giftur Mariu, og eiga tey børnini Kristina, Hans Christian og John Selmar. Somuleiðis eiga tey trý barnabørn.

Svend og Maria eru bæði uppvaksin í samkomuni Ebenezer í Nuuk í Grønlandi. Tey hava búð í Danmark og Grønlandi, til tey í 2006 fluttu til Klaksvíkar.

Í samkomuleiðsluni eru nú hesir:

  1. Steinbjørn O. Jacobsen
  2. Kjartan Simonsen
  3. Jóhan við Neyst
  4. Dávur Johannesen
  5. John Færø
  6. Svend Sivertsen
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/06/ssivertsen.jpg 671 972 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-06-30 15:23:282026-06-30 15:23:28Svend Sivertsen innsettur sum elsti

Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin

28/06/2026

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 talar Jógvan Júst Rasmussen út frá Jóh. 3:16.

Hann verður eisini við á morgunmøtinum og fer at hava eitt stutt orð eftir breyðbrótingina.

Jógvan Júst Rasmussen fór í 1976 á bíbliuskúla í Jackson, Michigan í USA, og varð hetta byrjanin til fulltíðartænastu hansara fyri Harran sum trúboðari hjá NTM, har hann frá 1986 hevur virkað á Filipsoyggjunum.

Í dag virkar hann serliga innan bíbliuumseting.

Jógvan Júst er giftur Cathy úr USA, og eiga tey børnini Heidi, Erik og Ben.

Heidi virkar í fulltíðartænastu í Italia saman við manni sínum, Regini Guttesen úr Havn.

Hjartaliga vælkomin 😊😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/06/att.V0SyIHcdfsOoWCkpAiaTZp-yiu2jy1-VX9DqT9h8c-Y.jpeg 367 483 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-06-28 00:03:172026-06-28 00:03:18Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin

Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Betesda

23/06/2026

Hans Arni og Marion, ið virka sum trúboðarar í Dakar, Senegal, verða við á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20, har tey vísa myndir og greiða frá arbeiði sínum.

Hans Arni er leirvíkingur, meðan konan, Marion, er uppvaksin í Panama, har foreldur hennara virkaðu sum fulltíðar trúboðarar.

Tey fóru til Guinea at virka í august 1998 og virkaðu har sum partur av eini toymi, ið setti á stovn samkomur ímillum Nalu fólkið.

Tey seinastu seks árini hava tey virkað í Dakar Sénégal. Hans Arni arbeiðir sum samskipari í einum tænastutoymi á høvuðsskrivstovuni fyri Vestur Afrika, og Marion vegleiðir og hjálpir trúðboðarum at læra mál, bæði franskt og ættarmál.

Saman eiga tey børnini Hannah, Andrew, Alan og Ryan. Tey trý elstu eru vaksin, harav tann elsti sonurin býr í Leirvík saman við konuni, meðan hini bæði eru búsitandi í USA. Tann yngsti, Ryan, sum er 17 ár, býr saman við foreldrunum.

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20 fara tey at vísa myndir og greiða frá arbeiði sínum.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/06/att.9PbIrSIhbkKRhBNeAK7dOo1PH4P1AZghHEQlt_h8_Xk.jpeg 360 480 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-06-23 12:13:122026-06-23 12:13:13Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Betesda
Page 3 of 41‹12345›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top