Sunnukvøld kl. 18
Kl. 18 verður evangeliskt møti, sum tey ungu skipa fyri.
Kl. 18 verður evangeliskt møti, sum tey ungu skipa fyri.
Í morgin, leygardag 25. apríl, fara vit at gera høvuðsreint í Betesda.
Vit byrja kl. 09:00 við einum drekkamunni, og á middegi verður ein máltíð at fáa.
Við vón um góða uppmøting.
Høvuðsreingerðin hjá Betesda á Zarepta er liðug hesaferð. Takk til tykkum øll, sum hava verið og hjálpt til.
Latið okkum minnast Zarepta í bønum okkara 🙏
At verkið við at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Guds orð, heldur fram ❤️
Kaféin, sum er lýst at verða hósdagin hesa vikuna (9. apríl) er avlýst vegna jarðarferð.
2. páskakvøld, kl. 18 fer sangkórið at hava eina sangløtu við kórsangi og felagssangi, og einum stuttum boðskapi.
Sunnudagin verður seinasti sunnudagsskúli í ár. Vit fáa heitar vaflur og vóna at øll vera jólalig ílatin 🙂
Fríggjadagin 5. desember verður kvinnumøti í Betesda kl. 20 við jólahugna og sangi. Edna Reginsdóttir Steinberg og Ró á Lakjuni Simonsen hava vitnisburð.
Verið hjartaliga vælkomnar!
Sonni Poulsen av Sandi verður við á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18, har hann fer at tala. Eisini verður dópur.
Sonni Poulsen av Sandi og kona hansara, Julie, sum er úr USA, hava virkað fyri HARRAN í Papua Ný Guinea í 21 ár. Eisini hava tey í eitt áramál undirvíst á skúlanum hjá NTM í North Cotes í Onglandi.
Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Sonni sjúkur, og tey eru nú givin í heiltíðartænastuni vegna heilsuna. Síðan tá hava tey búð í USA.
Julie og Sonni eiga 4 børn og 19 barnabørn. Ein dóttir og ein sonur virka fyri HARRAN í Papua Ný Guinea innan NTM. Tey eru: Annika, gift við Simon úr Norður Írlandi, og Brian, giftur við Lily úr USA.
Sonni er í løtuni her heima og vitjar, og sunnukvøldið verður hann við á møtinum í Betesda kl. 18, har høvi verður at hoyra ein boðskap frá honum og sjálvandi eisini at heilsa upp á hann.
Eisini verður dópur á møtinum sunnukvøldið.
Hjartaliga vælkomin 😊
Á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið 20/8 kl. 20 talar Martin Tuohy um evnið “Orð Guds”.
Hesaferð verður evnið: “Orð Guds” við støði í 2. Tim. 3:16
“Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,”
Hjartaliga vælkomin 🙂
——
Hansy Tuohy (fødd Thomsen) úr Klaksvík, og maður hennara, Martin, sum er úr Esbjerg, hava síðan 2013 virkað sum trúboðarar í Meksiko, har tey hava stovnað eina samkomu.
Elsta dóttir teirra, Isabel, og maður hennara, Edy, virka somuleiðis fyri HARRAN í Meksiko.
Í løtuni eru Hansy og Martin, saman við børnunum, á vitjan heima í Føroyum. Tann 25. august fara tey av landinum aftur við kós móti Meksiko.
Sostatt er hetta eitt av seinastu høvunum á hesum sinni at hoyra ein boðskap frá Martin.
![]()
Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík
Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7
