Eliesar og Harrans afturkoma

Tað er ársskifti 1979-80. Vit eru júst komin heim til Føroyar og eru á morgunmøti í Betesda. Borðini eru sett upp til nýggjársveitslurnar. Tey standa í longum røðum fram gjøgnum salin, og bonkirnir, ið vanliga verða nýttir til møtini, standa fram við borðunum. Tað er nakað serstakt við júst at vera heimkomin, merkja høgtíðarrómin og sita á morgunmøti kring longu borðini.

Møtið er ikki byrjað enn. Tað er kavi, og tú hoyrir, hvussu fólk trampa kavan av skónum úti á trappuni, áðrenn tey koma inn. Tú hoyrir tey heingja jakkar og frakkar á akslatrøini, meðan tey stillisliga og hjartaliga ynskja hvør øðrum gott nýggjár.

So byrjar møtið: Sangur, lýsingar, meira sangur og takkarbønir. Minnismáltíðin fer fram, og síðan fer posin runt. Áðrenn vit fara heim, fer Eliesar Poulsen upp á talarastólin og hevur eitt orð.

Eliesar var altíð sera hugtikin av Ísrael og Harrans afturkomu, og tað var hann eisini hendan morgunin. Hann lesur úr Lukas 21, versini 29 til 32, har tað stendur í sambandi við fikutræið, at tann ætt, sum sær fikutræið spretta, skal ikki forganga, fyrr enn Menniskjasonurin kemur. Eliesar sigur, at hvørt ættarlið, soleiðis, sum tað er umtalað í Skriftini, fevnir okkurt um 35 ár. Nú veit eg ikki, hvussu hann kom til, at tíðarskeiðið skuldi vera 35 ár, men hvussu er og ikki, so sigur Eliesar, at siga vit, at fikutræið fór at spretta í 1948, og eitt ættarlið fevnir um eitt 35 ára tíðarskeið, so merkir tað, at Harrin fer at koma aftur onkuntíð í fýrsunum. Tað vil siga, at hann fór at koma aftur heilt skjótt – hetta var jú ársskiftið 79-80. Hann var ikki avgjørdur, vildi bara siga, at mangt peikaði á, at nú fór ikki at verða leingi.

Soleiðis var Eliesar. Hann gekk nógv upp í, at Harrin fór at koma skjótt.

Eitt dømi, um hvussu høgt hann gekk upp í hetta. Liz og Ragnar fluttu til Filipsoyggjarnar á vári í 1979. Tá ið Eliesar kom at siga teimum farvæl, spurdi hann, nær tey væntaðu at koma heim aftur. „Vit vænta at koma heim aftur um fimm ár,“ svaraðu tey. „Fimm ár,“ sigur Eliesar. „Tá verður Harrin langt síðan aftur komin.“

***

Hetta er fyri fjøruti árum síðan. Fýrsini eru farin og Eliesar við teimum, men Harrin er ikki komin aftur enn. Ættarliðið, sum upplivdi, at Ísrael aftur gjørdist tjóð í 1948, upplivdi ikki Harrans afturkomu.

Var tað skeivt av Eliesari, at vera so spentur um Harrans afturkomu? Kanska var hann í so avgjørdur. Skriftin ávarar okkum jú ímóti tí; men hinvegin, so ávarar hon okkum eisini ímóti vandanum ikki at vænta komu Harrans. Lukas 12.45 sigur frá tænara, sum fór at siga í hjarta sínum: „Harri mín drálar at koma!“ og tí gjørdist eitt bølmenni.

Fyrra Korintbræv 1.7 sigur um tey í Korint – hesi, sum vit ofta halda vera verri enn vit – at tey væntaðu komu Harra okkara Jesu Krists. Hatta orðið vænta er í Rómbrævinum 8.23 umsett „stunda eftir“. Tað er meira enn bara at vænta, har er spenningur í. Tað er hasin spenningurin, sum eigur at eyðkenna øll trúgvandi, tí tey gleða seg til komu Harrans.

Eg haldi, vit kunna siga, at tað vanliga í Nýggja Testamenti var at hava sama hugburð um komu Harrans, sum Eliesar hevði. Álvarsamt.

***

Og so eitt rend aftur á morgunmøti. Skriftin sigur (1. Kor. 11.26), at so ofta, sum vit eta av breyðinum og drekka av kalikinum, kunngera vit deyða Harrans, inntil Hann kemur.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen