Góður angi

Men Gudi veri tøkk, sum í Kristusi altíð leiðir okkum fram til sigur og á hvørjum staði letur góða anga kunnskapar Síns opinberast við okkum!

(2. Kor. 2, 14)

Høvundurin Rita Snowden sigur frá eini vitjan í lítlari bygd í Dover í Ongland. Sum hon ein seinnapart sat uttanfyri eina kaffistovu og neyt ein temunn, gjørdist hon varug við ein góðan anga í luftini. Hon spurdi tænaran, hvaðani hesin angi kom, og hann greiddi henni frá, at hann kom frá fólkunum, ið gingu framvið. Flestu bygdarfólkini starvaðust á einum virki, ið framleiddi luktilsi. Sum tey gingu heim eftir loknan arbeiðsdag, bóru tey luktin, ið hekk í klæðunum, við sær út á gøtuna.

Hetta er ein vøkur mynd av tí kristna lívinum. Paulus sigur, at vit eru góði angi Kristusar, og henda anga bera vit við okkum, hvar vit fara (2. Kor. 2,15). Paulus nýtir myndina um ein kong, sum kemur aftur úr bardaga. Hermenninir og fangarnir, ið ganga aftan á honum, geva anga av veitslulag í luftina og kunngera stórleika kongsins (v. 14).

Vit spreiða anga Kristusar á tveir mátar. Í fyrsta lagi gjøgnum orð okkara við at fortelja øðrum um tann Eina, ið er undurfullur, og í øðrum lagi ígjøgnum lív okkara: við at liva í kærleika (Ef. 5. 1-2). Meðan tað helst eru tey, ið ikki fara at fagna guddómiliga anganum, ið hongur í okkum, fer hann tó at geva lív til mong.

Rita Snowden legði til merkis ein anga og fór at leita eftir, hvaðani hann kom. Sum vit fylgja Jesusi, fer góði angi Kristusar at hanga í okkum, og vit fara at bera hann út á gøturnar ígjøgnum talu og verk okkara.

Harri Jesus gev okkum at bera og spreiða Tína dýrd til tey, ið vit liva saman við heima, í grannalagi og á arbeiðsplássi.

Vit eru angi Kristusar til onnur.

Týtt úr enskum Eyðun Elttør