Myndberar Kristusar
„Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin.“ Seinna Korintbræv 3.18
Hesa seinastu tíðina hava USA og tess sameindu tikið sína hermegi úr Afghanistan. Landið hevur verið hersett í 20 ár, og hevur hetta havt við sær, at Afghanistan hevur verið eitt rímiliga frælst land.
Hóast Afganistan – eisini hetta tíðarskeiðið – hevur verið merkt av ófriði og mutri, so hava USA og tess sameindu kortini tryggjað fólkinum betri sømdir, enn tey høvdu undir stýrinum hjá Taliban. Og nú, tá ið seinastu hermenninir vórðu tiknir heim, sóu vit, hvussu skjótt Taliban yvirtók landið. Hetta førdi við sær ruðuleika og ótta millum fólkið.
Í mun til USA, Afghanistan og Taliban, so eru vit, sum hava sett okkara álit á Kristus, salt og ljós heimsins. Har Heilagi Andin er til staðar, verður rotinskapurin hildin niðri. Men tá ið Heilaga Andans kraft minkar ella er burtur, fær Satan fríari teymar. Heimurin, vit liva í, verður ongantíð fullkomin. Tað ónda er altíð til staðar. Í myrkrinum og fjaldu krókunum leggur tað ætlanir um at yvirtaka bæði okkum og land okkara.
Tað ónda vil hava okkum í myrkrið. Tað vil hava ruðuleika, ørkymlan og ótta. Tað vil kúga frælsið hjá tí einstaka, fjala andlitini, hesi andlit, sum eru myndberar Kristusar. Vit skulu goymast handan skortar og vankunnleika. Vit skulu ikki mennast sum menniskju, men skulu aftur gerast analfabetar. Vit skulu stýrast við lygnum Djevulsins við ótta og lygnum um, hvørji vit veruliga eru.
Latið okkum ongantíð gevast á hondum, men stríða hitt góða stríðið. Latið okkum ongantíð gloyma okkara støðu. Vit eru arvingar, himmalborgarar, longu sett í himmalska heimin saman við Kristusi. Vit hava ómetaligt virði, so nógv virði, at vit máttu keypast við blóðinum frá Gudi sjálvum. Las í morgun í Triðju Mósebók 27, hvussu nógv menniskjað tá kundi keypast fyri ella loysast frá heiløgum lyfti. Tað var ymiskt, alt eftir aldri og kyni. Men tíbetur er hetta broytt (Gal. 3.13), tí „Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann var bann fyri okkum – …“ Ongin munur er á tíni støðu. Ert tú í Kristusi, so hevur lívið hjá tær stórt virði.
Vit hava frælsi. Frælsi at bera boðini víðari, koma úr tí, sum fjalir andlitið, fram í ljósið og verða myndberar Kristusar.
Men hvussu eru vit myndberar?
Vit liva í eini sera fløktari tíð. Smálutir í gerandisdegnum, sum hava lítið at týða, fáa ofta ov nógv rúm í lívi okkara, og tað, sum hevur týdning í lívinum, fær ofta ov lítið rúm. Tað er tann óndi, sum ørkymlar okkum. Tí mugu vit aftur og aftur fara til byrjanina og rannsaka okkum sjálv.
Hetta leiðir mínar tankar til Jóhannes 15. Her nýtir Jesus eina mynd av, hvørji vit eru í mun til Hansara og Faðirin. Myndin um víntræið og greinarnar, har vit eru greinarnar, Jesus er víntræið og Faðirin víngarðsmaðurin. Hann sigur, at verða vit verandi á trænum, bera vit ávøkst. Tað vil siga, at verða vit verandi í Honum, vilja vit bera ávøkst. Men um vit ikki verða verandi í Honum, verður greinin skorin av og tveitt í eldin. Hon er ávakstrarleys og er til onga nyttu.
Hetta merkir ikki, at boðini eru, at um vit ikki bera ávøkst, so verða vit fortapt, men at boðini eru, at tá vit verða verandi í Honum, bera vit ávøkst. Tá ið vit eru endurfødd, eru vit vorðin ein grein. Soleiðis eiga vit at síggja okkum sjálv og okkara einfalda lív. Eg eri ein grein á víntrænum, og soleiðis fari eg at bera ávøkst.
Um tú hevur aðrar tankar um teg sjálvan – til dømis, at títt lív fer ongantíð at bera ávøkst – so mást tú vísa hesum aftur og fáa aðra hugsan. Tað er Satan, sum billar tær slíkar lygnir inn. Hvørja ferð, vit vísa Satan aftur, vaksa vit í Gudi og styrkjast. Jú, vit eru veik menniskju, full í feilum, og syndin eltir okkum sum ein skuggi. Men tað er týdningarmikið ikki at stara seg blindan í skuggan, men at ganga í ljósinum.
Tað er víntræið, sum gevur ávøkstin. Greinin kann ongantíð í sær sjálvari geva ávøkst, men bert, tá ið hon er á trænum. Jesus er víntræið, og Hann gevur ta neyðugu føðina út í greinina. Greinarnar, harafturímóti, geva burturkastið aftur til træið. Vit skulu bera okkara synd, okkara burturkast til Hansara, so vil Hann áhaldandi reinsa greinina, og hon vil vaksa, nørast og bera ávøkst. Tað er eisini áhugavert, at Hann sigur, at vit ERU longu rein við ORÐINUM, Hann hevur talað. Orðið reinsar okkum framhaldandi.
Aftur og aftur verði eg hugtikin av skapanarverkinum. Ikki einans sum nakað ótrúliga vakurt, men eisini av myndunum, tað ber. Hesaferð myndin av víntrænum, sum Jesus brúkar, so vit betur skulu skilja Hansara boð um, hvørji vit eru.