Hava vit gloymt?
Tað var í 1995. Eg fór avstað í trúgv. Hevði kent Gud kallað meg, og eg aktaði beinanveg, tó við eitt sindur trekum hjarta. Fyri meg var tað eitt stórt stig í tí løtuni, men í størru myndini sá øðrvísi út.
Minnist ráðstevnuna, vit vóru á. Fult hús av spentum, bivandi og titandi ungdómi. Men tað var rætt at fara, tí Gud hin elskandi og alvísi hevði sent okkum. Tað rætta var at sleppa øllum og fylgja Honum. Rætt var at ríva seg úr trygga felagskapinum og góðu fíggjarligu viðurskiftunum í Keypmannahavn. Minnist eg føldi meg trygga hjá Honum.
Vit eru fleiri hundrað, sum eru komin saman í De Bron í Hollandi. Øll hava sama hjartamál: At náa heimin við evangeliinum. Vit øll bíða spent til leiðarin í OM (Operation Mobilization), George Verwer skuldi trína á pallin við boðskapinum. Satt at siga, so hevði eg ongantíð sæð mannin, ei heldur eina mynd av honum. Eg ímyndaði mær ein hóvligan, álvarsaman mann koma inn á pallin. Ein mann í slipsi og klædningi, tí tað var hetta, eg var von at síggja.
Í staðin trínur ein „gamal unglingi“ inn, ikki bara trínur inn, nei, hann rennur, lættur sum ein fjøður. Og hann setur eld á. Hann er brennandi fyri Jesus og fortapta heimin. Hann stoytir meir brennievni á okkara hjørtu, so vit brenna bjartari. Hesin eldur hansara hevur eina ótrúliga ávirkan.
Hann var ikki í slipsi, hann var í einum nylonjakka við heimskortinum prentaðum á. Hann hevði latið seg í heimskortið. Her var eg tikin á bóli. Kundi ein andaligur leiðari soleiðis renna inn á pallin ílatin heimskortið? Hesa løtuna brotnaði eitt sindur meir av mínum dupultmoralska skali, sum eg – uttan at vera so greið yvir tað – livdi í. Samsvaraði hetta við ta mynd, sum vit hava av einum andaligum leiðara?
Í dag, 27 ár seinni, hevur hesin maður í heimskortinum framvegis ávirkan. Eg lesi bókina hjá honum “Hunger for Reality” (Longsul eftir tí veruliga). Hava vit gloymt? Hava vit gloymt, hvat tað er at vera ein sannur lærisveinur Jesusar? Hava vit ikki besta hugin at balla okkum inn í postmodernaða vælveruteppið og lurta eftir sukursøtum talum um, at Jesus elskar og fyrigevur? Vit hava „gloymt“, hvør Jesus var, og at tað er í Hansara fótasporum, vit eiga at ganga.
Jesus var ein kollveltingarmaður. Hann kollvelti heimin. Hann kollvelti hann so mikið, at søgan verður býtt upp í „fyri Krist“ og „eftir Krist“. Hann kollvelti ikki heimin við at vera sukursøtur, nei Hansara læra skurraði í oyrunum á og órógvaði tátíðar menniskjað, eins og hon ger í dag. Fólkið tá hevði somu trupulleikar, sum vit hava í dag. Tey vóru líka bundin at jørðisku virðunum, eins væl og vit eru. Men Jesus bað tey og biður okkum fara frá øllum og fylgja Sær. Hann er aðalmálið í lívi okkara. Tað er Honum, vit skulu fylgja. Hansara hjarta slær fyri einum fortaptum heimi, og tað eiga okkara hjørtu eisini at gera.
Minnist tíðina, áðrenn eg fór við OM. Minnist, hvussu ørkymlað eg var um okkum trúgvandi. Eg hevði hugsavnað meg nógv um Jesusar lív og læru. Gud hevði týðiliga nomið við mítt lív, og eg tók boðini hjá Jesusi bókstaviliga. Men eg dugdi ikki at síggja samsvar millum tað, sum vit tala og tosa um, og tað, sum vit liva. Her vóru mótsetningar, og hetta ørkymlaði meg. George Verwer kallar hetta „andaligt skizofreni“ í bókini. Vit tosa, læra og tala eitt, men vit liva eitt annað. Um vit veruliga livdu evangeliið, vildi hetta kollvelt heimin, og evangeliið vildi nátt hvønn krók í hesum fortapta heimi.
Eg fari at endurgeva úr bókini. Byrjanin snýr seg um, hvussu OM byrjar. Tað eru eini 25 næmingar, sum gera eina yvirlýsing, har teir halga sítt lív at bera evangeliið út í heimin, harímillum er George Verwer, sum enn í dag leiðir felagsskapin. Hetta var í 1961.
Nøkur smærri brot úr yvirlýsingini:
„Og vit eru kollveltingarfólk! Vit eru bert ein lítil bólkur av ungum trúgvandi í OM, men vit hava av náði Guds avgjørt at liva tað, sum Jesus lærdi okkum. Uttan hetta lýdnið er kristindómurin spýggiligur og andleysur. …
Vit hava eingi rættindi! Hvør smálutur, hvør tráan má geva seg undir aðalmálið, sum er at vinna heimin fyri Kristus. Vit standa í skuld. Vit mugu ikki loyva okkum at verða ballað inn í nútíðar hugsunnarrákið, sum er jørðisk hugsan og lívsstílur. …
Kristus má gerast Harri yvir okkara tíð og ognum. Vit mugu siga ogn, vælveru, mat og hvíld frá okkum; bert liva við tí lívsneyðuga, soleiðis at hendan søk verður framd. Útbreiðslan av evangeliinum má vera okkara aðalmál. Kristus er verdur alt! Vit mugu vera til reiðar at líða fyri Hann og rokna tað fyri bera gleði og vinning. Í andaliga bardaganum, vit standa í, er alt annað enn fullkomið yvirgivni ein háðan móti Hansara søk. …
Vit siga tær, felagi í trúnni, at vit eru uppreist við Kristusi; vit søkja tað, sum omanfyri er, har Kristus situr við høgru hond Guds. …“
Hava vit gloymt, hvat tað er at vera ein lærisveinur Jesusar? Hví halda vit, at tað er øðrvísi í dag, enn tað var á døgum Jesusar? Minnast vit, hvat hendi við lærisveinunum, tá ið teir aktaðu boðini at fara út í allan heim við evangeliinum? Vóru teir sukursøtir í orðunum? Nei, teir vóru kollveltingarfólk. Og av hesum vórðu teir atsøktir, háðaðir, settir í fangahús, gjørdir útlagnir, lýstir friðleysir, píndir og dripnir. Men teir roknaðu tað fyri bera gleði og vinning.
Eg veit ikki, hvaðani vit hava ta ímynd, at eru vit trúgvandi, so skal alt ganga upp á stás og koyra sum eftir skinnarum. Tað er als ikki tað, sum Jesus lovar, tí tann, sum vil liva gudiliga, skal verða atsøktur.
Við øðrum orðum kann hetta sigast, at tann, sum livir gudiliga, verður misskiltur, útihýstur og gloymdur. Eru vit villig til tað? Tað stríðir jú ímóti okkara menniskjaliga tørvi. Men okkara aðalmál er at taka Jesusar orð til okkum og fylgja Honum. Avleiðingarnar, sum standast av tí, skal Hann taka sær av. Tí Hann hevur lovað, at Hann skal vera við okkum „allar dagar líka til enda tíðarinnar“ (Matt. 28.20).
Maria