Í skeivum vagni – hugleiðingar og brot úr talum hjá Andrew Sloan og Peturi Háberg
Í seinastu grein hugleiddi eg um eina talu hjá Andrew Sloan, sála, har hann tosaði um Josias kong. Talan er á heimasíðuni talgilt.org.
Móti endanum av taluni, kemur hann við nøkrum áhugaverdum viðmerkingum um vagnin, sum Josias var í, tá ið hann var særdur og doyði. Í Seinnu Krønikubók 35.23-24 stendur:
„Men Josias kongur varð raktur av bogamonnunum; tá segði kongurin við tænarar sínar: „Komið burtur hiðani við mær, tí eg eri illa særdur!“
Tænarar hansara bóru hann tá úr vagninum, settu hann í hin vagn hansara og fóru til Jerúsalem við honum; har doyði hann og varð jarðaður í grøvum fedra sína. Alt Juda og Jerúsalem syrgdi Josias;“
Andrew sigur um Josias:
Hann var ikki í tí vagni, hann átti at vera. Gud hjálpi okkum, um vit so kunna siga, eru komin í galna vognin, at vit stíga úr honum og fara í rætta vognin, meðan tíð er.
Hevði ongantíð hugsað um hatta, sum Andrew Sloan nevndi við vagninum. Kannaði tað nærri og fann, at Josias í roynd síni at dylja, hvør hann var – hann var jú farin í dularbúna (2. Krøn. 35.22) – skifti vagn og fór í ein, sum líktist teimum hjá egyptum. – Ein rámandi mynd, mann kennir seg aftur.
Og alt hatta, tí hann hevði blandað seg upp í eina sak, sum Harrin ikki vildi, at hann skuldi blanda seg uppí.
Við myndini av galna vagninum, latið okkum fara innaftur á talgilt.org og lurta eftir broti úr eini talu hjá Peturi Háberg, sála. Eins og hjá Andrew er talan frá fyrst í trýssunum.
Petur Háberg:
Tá ið mann er ungur frelstur, so kemur Satan ikki sum tann brølandi løvan. Hann kemur við ymiskum interessum. Hann sær eitt ungt hjarta, sum er gripið av Harranum – og eg veit, at tað eru fleiri av teimum eldru trúgvandi her, sum vilja geva mær rætt í tí – vit eru ung og frelst, vit eru gripin av hesum, at Jesus hevur leyskeypt okkum, og vit eru gripin fyri at vinna sálir; men so kemur ymiskt inn, sum tekur okkara interessir, at dríva hetta út úr okkara hjarta og okkara lívi, at stjala evnini frá Gudi, sum Jesus hevur keypt við Sínum dýrabara blóði, til nakað annað, at liva fyri okkum sjálvi, sum er eitt tómt lív. Og hann kemur í ymiskum formum.
Vit plaga at tosa um, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Tað kemur í formi av politikki til ein – tað havi eg erfarið – óskyldiga; tað kann diskuterast, um hetta er rætt ella skeivt, óskyldiga kemur tað. Eg var brennandi nationalur sum ungur, gripin av hesum. Eg dugdi ikki at síggja nakað skeivt í tí, inntil ein dag, eg var so vavdur inn í tað, at eg kundi ikki foreina tað – at fara fram og vitna fyri Jesus – við tað, sum eg var filtraður inn í av politikki. Soleiðis fer politikkur við einum, sum kundi virkað fyri Harran; ítróttur fer við einum øðrum, musikkurin fer við einum triðja.
Ymisk ting, forrætningar, og alt tað, sum kann brúkast til at taka interessuna frá Harranum, blívur brúkt. Og har fer ein lovandi unglingi í Harranum yvir til nakað annað, nyttuleysur og vrakaður fyri Honum.
Eg skal siga tykkum tað. Tað gingið nógv ár, tá ið eg ikki vitnaði fyri Harran, men tað var ein tráan í mínum hjarta at koma Honum nær, og tað kom ein dagur, tá ið eg mátti taka eina avgerð. Eg mátti velja millum hetta, sum eg var innfiltraður í, og Harran. Tað tók ár at loysa meg. Eg sigi ikki, at eg eri loystur frá øllum. Tað er so farligt at koma inn í hesa interessuna, sum eitur heimurin og okkara kjøt, okkara strevan eftir onkrum interessantum. Tú gerst meira og meira bundin.
Hvat fyri skugga síggja vit aftan fyri alt hetta her? Vit síggja Satans skugga aftan fyri tað. Hann sær tey ungu, sum eru gripin av Harranum, og hann kennir hansara gávur, og hann leggur óskyldiga, tilsýnalátandi, eina snaru, inntil hann hevur rykt handa unga burtur úr Harrans íðinskapi og úr Harrans verki.
Ungi vinir, ansið tykkum. Kappið, áðrenn tað er ov seint.
Og so tvey sitat afturat úr taluni hjá Andrew Sloan:
Tað er mangur mangur maður, sum hevur verið ein stórur maður, men sum einki hevur verið fyri Gudi, men sum kundi havt verið tað.
Heimurin hevur fingið stórar menn burtur úr Guds børnum og teirra flokki, men Guds samkoma hevur mist stórar Guds menn vegna tað.