Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Bíbliutektsur til 24.03.2020

24/03/2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Efesus 2
Eisini tykkum hevur Hann gjørt livandi, tykkum, sum deyð vóru í misbrotum og syndum tykkara, sum tit áður livdu í eftir tíðarandanum í hesum heimi, eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini, andanum, sum nú virkar í børnum ólýdnisins. Millum teirra vóru vit eisini øll áður og livdu í girndum holds okkara, gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru børn vreiðinnar, eins og hini. Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við, eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, gjørt okkum livandi við Kristusi – av náði eru tit frelst! – og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi, fyri at Hann í hinum komandi tíðum kundi vísa, hvussu ómetaliga rík náði Hansara er, við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi. Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær. Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum. Minnist tí, at tit áður – tit, sum vóru heidningar í holdinum og vórðu kallaðir óumskornir av hini sokallaðu umskering, sum verður gjørd í holdinum við hondini – minnist, at tit ta tíðina stóðu uttan fyri Kristus, útistongd frá borgararætti Ísraels og lyftissáttmálunum fremmand, uttan vón og uttan Gud í heiminum! Men nú eru í Kristi Jesusi tit, sum áður vóru langt burtur, komin nær við blóði Kristusar. Tí Hann er friður okkara, Hann, sum gjørdi eitt av báðum og breyt niður millumgarðin, ið skilti sundur, fíggindskapin, táið Hann í holdi Sínum tók burtur boðlógina og fyriskipanir hennara, fyri at Hann í Sær kundi skapa av báðum eitt nýtt menniskja og soleiðis gera frið, og fyri at Hann við krossinum kundi í einum likami fáa báðar partar sáttar við Gud, við tað at Hann við honum drap fíggindskapin. Hann kom og kunngjørdi tykkum frið, sum langt burtur vóru, og teimum frið, sum nær vóru. Tí við Honum hava vit – báðir partar – í einum Anda atgongd til Faðirin. Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds, tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur. Í Honum verður allur bygningurin samanbundin og veksur til heilagt tempul í Harranum. Í Honum verða eisini tit bygd upp við hinum til bústað Guds í Andanum.

Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!

Tags: Bíbliutekstir, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/biblian-red.jpg 534 800 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-03-24 07:56:002020-04-20 07:56:50Bíbliutektsur til 24.03.2020
Tær dámar møguliga eisini hetta
Av bókahillini: Smáttan
Epafras
Epafroditus – Hann vágaði lívið
Tá ið bátur skuldi dragast úr neysti
Tvær kvinnur og kraftin í evangeliinum – Elisabeth Elliot
Lat ikki henda anleidningin fara teg forbí!

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58
  • Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið12/09/2026 - 17:21
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið12/09/2026 - 17:20

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top