Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Ikki fíla kantarnar

10/02/2023

Eg lurtaði eftir einari sending í Lindini, har Svenning av Lofti tosaði um vandan við „at fíla kantarnar“ av Orðinum. Loyvi mær at endurgeva nakað av tí, hann segði:

„Eg minnist einaferð í Zarepta. Onkur hevði ein bíbliutíma – og tað var í einum av brøvunum hjá Paulusi, hann las – og var tað okkurt um siðloysi, drykkjuskap o.a.

Eg merkti, at tá ið hann, sum hevði bíbliutíman, hevði lisið tað, uppdagaði hann, hvussu álvarsamt hetta er, og byrjaði hann líka sum spakuliga at fíla kantarnar av. Kanska onkur hevur verið har, sum hann hevur følt, at tað, hann las, kann hava virkað ógvusligt uppá.

Seinni, tá ið vit prátaðu saman, segði eg við hann: „Tú skalt ikki royna at forklára alt í Bíbliuni. Les, sum tað stendur, og einki meir. Og lat so Heilaga Andan sleppa at arbeiða við hjørtunum, soleiðis sum Hann sær tað vera neyðugt.“

Havi helst meir enn eina ferð gjørt meg sekan í hasum, sum Svenning nevndi. 

Ein hending kemur mær í huga. Kanska var hetta í so meinaleyst, men eg haldi, at tað lýsir vandan við ikki at tora at lata Orðið siga tað, sum tað veruliga sigur.

Vit vóru partur av einum lítlum bíbliuflokki. Deilig fólk, fitt og fyrikomandi. Vit vóru nøkur, sum skiftust um at læra. Eitt av evnunum, sum vit høvdu, var nøvn Guds í Gamla Testamenti – nøvn sum Jehova, Elohim, El Sjaddai og onnur. Nøvn, sum øll á sín hátt lýsa stórleika Guds.

Tá ið evnið var liðugt, sigur ein av luttakarunum, at hon var komin fram á eitt navn afturat og spurdi, um eg kundi tosa um tað á næsta bíbliutíma. Navnið var Jehova Gemula, sum merkir HARRIN, sum lønir aftur. Navnið kemur bara eina ferð fyri í Skriftini, tað er í Jeremiasi 51.56:

„Tí yvir tað – yvir Bábel – kemur oyðari; kappar tess verða tiknir á hondum, og bogar teirra avstøktir; tí HARRIN er Gud, sum lønir aftur – Hann lønir til fulnar.“

Tað, sum liggur í hesum navninum, Jehova Gemula, er, at Harrin hevnir Seg inn á tey, sum gera øðrum órætt. Navnið er ein samandráttur av tí, sum kapitlarnir 50 og 51 hjá Jeremiasi snúgva seg um, nevniliga, at Gud fer at hevna Seg inn á Bábel fyri tað ringa, sum tað hevur gjørt fólki Guds.

Onkursvegna kendi eg, at hetta hóskaði ikki til fittu, fyrikomandi fólkini í bíbliubólkinum. Summi teirra vóru nýggj í trúnni, og onkur vóru enn ikki komin til trúgv. Eg var bangin fyri, at eg kundi koma at siga okkurt, ið kundi styggja onkran burtur.

Í roynd míni ikki at siga nakað, sum kundi verða misskilt, fall eg í grøvina, sum Svenning ávaraði ímóti í sendingini, eg lurtaði eftir í Lindini. Heldur enn at lesa versið, sum tað stendur, valdi eg at fíla kantarnar. Gjørdi tað bæði væl og virðiliga; so væl, at eg fekk versið at siga beint tað mótsetta av tí, sum tað veruliga sigur. Ístaðin fyri at siga, at Harrin lønir aftur tað ringa, sum vit gera, segði eg, at Hann lønir aftur tað góða, sum vit gera.

Eg helt meg kunna gera tað, tí har stendur jú: „HARRIN er Gud, sum lønir aftur – Hann lønir til fulnar.“ Eg sá einki skeivt í at nýta jaliga týdningin av orðingini, heldur enn neiliga. Trupulleikin er bara, at teksturin snýr seg ikki um, hvussu Harrin lønir fólki aftur fyri tað góða, tey gera, men tað ringa.

Tey í bíbliubólkinum tyktust vera glað fyri tað, eg segði, og onkur sigur kanska, at tað var í lagi at venda versinum á høvdið. Onkur kundi jú so lætt misskilt tað, sum eg royndi at siga. Men, nei, tað var ikki í lagi! Eg broytti jú tekstin til at siga nakað, sum hann ikki segði, og tað er altíð skeivt.

Onkur sigur kanska, at tað, at Gud hevnir Seg, er ikki galdandi fyri okkum. Tað var bara galdandi fyri tey í Gamla Testamenti. At siga so er ikki rætt. Hygg, hvat stendur í Fyrra Tessalonikabrævi 4.6 – og tað er í Nýggja Testamenti:

„at eingin ger bróður sínum órætt ella óskjal í nøkrum viðurskifti; tí Harrin er hevnari av øllum hesum – sum vit eisini áður hava sagt og vitnað fyri tykkum.“

Hatta er tað sama, sum stendur í Jeremiasi 51.56.

Eg haldi, at Sálmur 119.160 lýsir væl, hví vit so ofta detta í hasa grøvina at fíla kantarnar av Orðinum. Vit gloyma, at:

„Alt orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst.“

Vit pilka við skriftirnar, tamba og bekla tær av leið, tí vit skilja ikki, at alt orð Guds samanlagt er sannleiki. Latið okkum ístaðin gera, sum Svenning segði: 

„Les, sum tað stendur, og einki meir!“

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/02/Ikki-fila-kantarnar.png 283 593 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-02-10 08:30:002023-02-09 22:53:47Ikki fíla kantarnar
Tær dámar møguliga eisini hetta
Syndaflóðin og bábelstornið nú á døgum
Hugnaligi Jesus og vit
Onesiforus – Hann skammaðist ikki við leinkjur mínar
Demas fór frá mær, tí hann fekk kærleika til heimin
Bíbliutektsur til 23.03.2020
Kúgan av Hansara børnum

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Liz og Ragnar kunna um tænastuna mikukvøldið02/09/2026 - 09:27
  • Mikudagin kemur Logos Hope til Klaksvíkar – eitt spennandi skip31/08/2026 - 15:28
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið29/08/2026 - 23:38
  • Eftir hálva øld í tænastu HARRANS – Liz og Ragnar Niclasen vitja heim29/08/2026 - 23:17
  • Logos Hope í Føroyum25/08/2026 - 13:49

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top