Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Gamlir og góðir jólasálmar – seinni partur

16/12/2022

Vit hyggja at fýra gomlum jólasálmum, so gamlir, at teir standa í Bíbliuni – í fyrstu kapitlunum hjá Lukasi. Tað er gamal siður at kalla teir við latínskum navni, og eru tað heitini, vit nýta her. Ljóðar jólaligari. Sum nevnt var í fyrra parti, so vóni eg ikki, at nakar heldur, at tað ljóðar ov katólskt.

Í fyrra parti hugdu vit at tí fyrsta sálminum Magnificat, nú venda vit okkum til hinar tríggjar.

Sum áður nevnt, so hava hesir sálmarnir ivaleyst ikki bara verið endurgivnir, men eisini sungnir. So hóast orðini at syngja, sangur ella sálmur ikki beinleiðis eru nýtt í tekstunum, loyva vit okkum at nýta tey her.

Benedictus (Lukas 1.68-79)

Sálmurin varð til í sambandi við, at Zakarias fekk málið aftur. Nýføddi sonur hansara skuldi fáa navn, og Elisabet vildi, at hann skuldi eita Jóhannes. Hinum til staðar dámdi tað ikki, og tey spurdu Zakarias, hvat hann helt. Hann bað um okkurt at skriva á og skrivaði so navnið Jóhannes. Zakarias hevði verið málleysur, síðan eingilin hevði gjørt hann so, tí hann ikki vildi trúgva. Men nú hann skrivar, hvussu sonurin skal eita, fyllist hann av Heilaga Andanum, fær málið aftur, og sálmurin Benedictus verður til.

Orsøkin til, at tey kalla sálmin „Benedictus“, er, at tað er fyrsta orðið í lovsonginum. Á føroyskum merkir orðið lovaður. Zakarias prísaði Gudi, profeteraði og segði (Luk. 1.68-69):

„Lovaður veri Harrin Gud Ísraels! Tí Hann hevur vitjað fólk Sítt og loyst tað út.
Hann hevur reist okkum upp frelsuhorn í húsi Dávids tænara Síns,“

Frelsuhornið er Kristus. Alt hetta er í tráð við tað, sum Gud lovaði í Gamla Testamenti. Og Hann hevur gjørt tað, so at vit kunnu tæna Harranum óttaleys í heilagleika og rættvísi.

Í seinnu helvt av sálminum syngur Zakarias, at nýføddi sonur hansara fer at gera vegir Harrans til reiðar. Alt hetta, sigur hann, er eymu miskunn Guds okkara fyri at takka, Honum, sum læt lýsing av hæddini vitja okkum og gjørdi tað fyri at leiða føtur okkara inn á veg friðarins.

Jólini minna okkum á, at vit – eins og Jóhannes – eru sett at javna Harranum vegin og soleiðis vísa teimum rundan um okkum á Kristus.

Gloria in altissimis Deo (Lukas 2.14)

Hesin sálmurin er øðrvísi enn hinir við tað, at hann er sungin av stórum himmalskum skara.

Vit kenna øll søguna um einglarnar og hirðarnar. Hirðarnir liggja úti á markini og halda vakt, og brádliga stendur eingil Harrans fyri teimum og sigur (Lukas 2.11-12):

„Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.
Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu.“

Og í somu stund er hjá einglinum stórur himmalskur herskari, ið lovar Gudi og syngur: Gloria in altissimis Deo. Einglarnir syngja um Gud á hæddini og dýrdina, sum er Hansara. Og teir syngja um, hvussu vit, sum eru her á jørð, kunnu njóta friðin, sum bara Hann kann veita. Og alt er tað møguligt, tí (Luk. 2.11):

„Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.“

Nunc dimittis (Lukas 2.29-35)

Maria, Jósef og barnið Jesus vóru í templinum. Tey vóru har í sambandi við, at tað vóru 40 dagar, síðan Jesus var føddur. Meðan tey eru har, møta tey gamla Símeoni. Heilagi Andin hevði opinberað Símeoni, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrrenn hann hevði sæð hin salvaða Harrans. Tá ið hann hittir tey, vísir Harrin honum, at hetta barnið er hin komandi Frelsarin. Símeon tekur barnið Jesus í favn, lovar Gudi, og lovsongurin Nunc dimittis verður til.

Á latíni byrjar sálmurin við orðunum: Nunc dimittis servum tuum, Domine – „Harri, lat nú tænara tín fara.“ Í umseting Victor Danielsens lesa vit (Lukas 2.29-30):

„Harri, nú letur Tú tænara Tín fara hiðani í friði, sum Tú hevur sagt; 
tí eygu míni hava sæð frelsu Tína,“

Sálmurin er ein tøkk til Harran fyri at hava uppfylt tað, sum Hann hevði lovað. Símeon vendir sær síðan til Mariu og sigur henni, hvat tað fer at kosta henni at vera móðir hins Salvaða (Luk. 2.35):

„– ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum …“

Ja, tað er stórt at minnast, at Gud altíð heldur orð, men samstundis er tað eisini týdningarmikið at skilja álvaran av at vera partur av tí, sum Harrin ger, bæði tá ið tað kemur til tað jaliga og neiliga.

***

Og við hesum sálmunum ynskja vit tykkum eini gleðilig jól. 

„Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!“ Lukas 2.14

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/Zakarias-jolasangur.png 410 1176 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-12-16 10:08:082022-12-16 10:08:10Gamlir og góðir jólasálmar – seinni partur
Tær dámar møguliga eisini hetta
Av bókahillini: Golgata-vegurin – Roy Hession
Abbar í Fyrstu Mósebók
Heim til jóla
Bíbliutektsur til 22.03.2020
Av bókahillini: Fólk hava gloymt Gud
“Nú er stuttligt at liva!” – Elin Davidsen

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Daniel og Krissy Hansen í Betesda mikukvøldið09/09/2026 - 09:01
  • Liz og Ragnar kunna um tænastuna mikukvøldið02/09/2026 - 09:27
  • Mikudagin kemur Logos Hope til Klaksvíkar – eitt spennandi skip31/08/2026 - 15:28
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið29/08/2026 - 23:38
  • Eftir hálva øld í tænastu HARRANS – Liz og Ragnar Niclasen vitja heim29/08/2026 - 23:17

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top