Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Jólahald og tankar um umseting

17/12/2024

– okkurt tekniskt og okkurt at taka heim við

Jólahald í skúlanum. Fimleikahøllin er pyntað, Alex Sólstein lesur jólaevangeliið, Óli Dahl lesur søgu, og næmingar –  undir leiðslu av Doffa – føra fram sjónleik. Vit fáa appilsin við heim. Og so er jólafrí.

Eg havi kanska altíð verið í so nørdasligur, bilar nokk ikki. Minnist, tá ið Alex Sólstein las jólaevangeliið, at hann nýtti Dahls umseting. Hon ljóðaði flott og hátíðarlig, men eg var ikki vanur við hana; vit nýttu jú umseting Victors. Eg helt tað vera løgið at byrja við orðinum „Men“: „Men tað hendi í teimum døgum …“ Og so var tað orðið „sí“: „… sí, eingil Harrans … sí eg kunngeri …““ Eg helt tað var løgið at nýta orð, sum vit sjáldan ella ongantíð hoyrdu í vanligari talu.

Lítið visti eg tá, at eg einaferð sjálvur fór at umseta Skriftirnar. Er tað nakað, sum umsetingararbeiðið hevur lært meg, so er tað, at tað er ómøguligt at gera øllum til vildar. Tað eru so nógvir nuansur at taka fyrilit fyri, og tí fer tað altíð at vera onkur, sum finnur okkurt, henni ella honum ikki dámar.

Aftur til Dahl og jólaevangeliið. Minnist, tá ið eg umsetti Lukas tvey og kom til hasar orðingarnar „men“ og „sí“. Stuttligt – um mann kann siga so – at kunna fara afturum og síggja ta teknisku síðuna av tí heila; hví Dahl og Victor umsettu, sum teir gjørdu.

Nú, eg skrivi hetta, komi eg at hugsa um, hvussu langt síðan tað er, at eg umsetti júst hatta. Ótrúligt, sum tíðin gongur skjótt. Hetta var í seinnu helvt av hálvfemsunum. Nærum 30 ár síðan!

Tekniski parturin

„MEN tað hendi …“ Luk. 2.1

Dahl: „Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara …“

Victor: „Um hesa tíðina gekk út boð frá Augustusi keisara, …“

Grikska orðið, sum Dahl umsetur „men“ er „de“. Í samanhanginum her hjá Lukasi merkir tað  í stuttum, at vit nú eru komin til ein nýggjan part av søguni. Tað er sama søga, men nýggjur partur. Torført er at umseta slík hugtøk. Hvørki føroyskt – ella hini málini rundan um okkum – hava nakað orð, sum svarar til. Luther og teir, sum umsettu gomlu norðurlendsku Bíbliurnar, umsettu tað „men“, meðan flestu umsetarar nú á døgum ikki umseta orðið.

„… SÍ, eingil Harrans … SÍ, eg kunngeri tykkum …““ Luk. 2.9-10

Dahl: „Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, … Og eingilin segði við teir: „Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, …““

Victor: „Nú stóð eingil Harrans fyri teimum, … Men eingilin segði við teir: „Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, …““

Grikska orðið, sum Dahl umsetur „sí“ er „idou“. Orðið merkir „sí“, sum Dahl umsetur tað, ella vit kundu eisini sagt „hygg“. Í 9. versi umsetur Victor tað „nú“. Honum er loyvt at umseta tað soleiðis, tí týdningurin her er breiðari enn bara „sí“ ella „hygg“. Tað, sum liggur í týdninginum, er at steðga á og geva tí gætur, sum nú hendir. Nakað tað sama, sum tá ið onkur sigur: „og vita tit, hvat nú hendi?“ Tá ið vit koma til 10. vers, loypur Victor orðið um.

Hyggja vit at nýggjastu endurskoðaðu útgávuni av donsku umsetingini, síggja vit, at har hava tey gjørt tað mótsetta. Har er orðið lopið um í 9. versi, men umsett „se“ (sí ella síggið) í 10. versi. Tað torføra við at umseta slíkar orðingar sum hesar er, at ikki øll mál nýta slíkar orðingar líka ofta. Umseta vit tað altíð „sí“ ella „hygg“ – hvørja ferð, tað kemur fyri á frummálinum – kann tað gera umsetingina tunga at lesa.

Áhugavert er, at í Nýggja Testamentinum, sum kom út í 1937, umsetti Victor altíð grikska orðið „idou“ til „hygg“ á føroyskum; men tá ið so øll Bíblian kom út í 1948 og 1949, var tað broytt.

Okkurt at taka heim við

Og so okkurt eitt sindur praktiskari, okkurt, sum vit kunnu taka við okkum á leiðini. Kanska eitt sindur sum við appilsinunum, sum vit fingu við heim aftan á jólahaldið í skúlanum.

„MEN tað hendi …“ Luk. 2.1

Eg segði, at tað sum liggur í orðinum, sum Dahl umsetti „men“, er, at søgan heldur fram, men at vit nú eru komin til ein nýggjan part.

Tað, sum hendi Jósefi og Mariu í Lukasi tvey, var framhald av tí, sum hent hevði í kapittul eitt. Tey vóru bara komin til ein nýggjan part. Eg haldi neyvan, at tey sóu fólkateljingina, og alt, sum tað innibar, sum framhald av somu søgu. Teimum hevur tað óivað alt verið ein stór fløkja. Har var einki samanhang í nøkrum. Tað var ikki fyrr enn seinni, at tey sóu heildarmyndina.

Man tað ikki vera tað sama við okkum? Vit hava ofta ringt við at síggja, hvussu tað, sum hendir okkum, kann passa inn í heildarmyndina, men tað ger tað. Gud veit, hvat Hann ger.

„… SÍ, eingil Harrans … SÍ, eg kunngeri …““ Luk. 2.9-10

Orðið, sum Dahl umsetur „sí“, er nýtt at fáa okkum at geva tí gætur, sum nú hendir. Vit eru bara so skjót at lata okkum fanga av øllum rundan um okkum og tí ikki geva tí gætur, sum Gud ger. Gott at hava í huga, serliga í øllum jólahurlivasanum.

Tags: Jógvan Júst Rasmussen
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/12/Jolahald-og-tankar-um-umseting-e1734003013356-845x321-1.png 321 845 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2024-12-17 14:05:282025-03-01 17:21:56Jólahald og tankar um umseting
Tær dámar møguliga eisini hetta
Lívsleiðir
Skattir og sápubløðrur
Gudsótti og „Feðgar á ferð“
Eliesar og Harrans afturkoma
Epafras
Samverkafólk Paulusar: Okkum øllum tørvar Paulusar, Barnabasar og Timoteusar

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Daniel og Krissy Hansen í Betesda mikukvøldið09/09/2026 - 09:01
  • Liz og Ragnar kunna um tænastuna mikukvøldið02/09/2026 - 09:27
  • Mikudagin kemur Logos Hope til Klaksvíkar – eitt spennandi skip31/08/2026 - 15:28
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið29/08/2026 - 23:38
  • Eftir hálva øld í tænastu HARRANS – Liz og Ragnar Niclasen vitja heim29/08/2026 - 23:17

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top