Og vit sóu dýrd Hansara – umsetta
– nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar!
Dýrd í bíbilskum umhvørvi
Dýrd. Vakurt hugtak. Fær meg at hugsa um hugmyndir sum dýrdarlogn og dýrdarveður. Orð í sama grannalagi so sum heiður, æra og tign renna mær í hug. Minnir meg á sangin hjá Jens Dam Jacobsen:
Dýrd á vík og vág.
Rúmdin føgur blá.
Snjóhvítt summardáalak um eingir.
Grasið leiftrar frítt.
Lotið kennist lýtt.
Mýrisnípan spennir sínar veingir.
Hebraisku og griksku orðini, sum eru umsett dýrd, merkja vanliga í bíbilskum samanhangi, at Harrin er komin nær og opinberar fyri okkum, hvør Hann er, og hvat Hann ger. Og vit siga, jú skil er í hasum, tí tá ið Hann ger tað, ja so er úrslitið dýrd.
Jú, vakurt og stórsligið hugtak, men ofta torført at umseta. Mong tungumál úti í stóru verð hava einki orð fyri dýrd. Molbogmálið er eitt av teimum.
Vit hildu okkum hava funnið eitt orð og nýttu tað í fleiri ár, men so gjørdust vit var við, at orðið merkti als ikki dýrd, tað merkti bara at strála. Hóskar væl til myndina av Jesusi við skínandi gloriuni yvir høvdinum, men hatta er jú ikki tað, sum liggur í týdninginum.
Hvat gert tú so?
Eitt, sum tú avgjørt ikki mást gera, er at innflyta okkurt nýtt orð, ella, tað sum verri er, smíða eitt nýtt orð. Hatta riggar onkuntíð á føroyskum, men ongantíð, tá ið tú arbeiðir við fremmandum málum.
Sjálvandi skylda vit teimum, sum vit umseta fyri, at tey fáa eina umseting, tey skilja líka væl, sum vit skilja okkara, kanska betur. At tey eingi orð hava fyri hugtøk sum eitt nú dýrd, merkir ikki, at ómøguligt er at geva teimum eina góða umseting. Grundreglan, vit umseta eftir, er, at alt kann umsetast til øll mál uttan mun til orðfeingið í málinum.
Hetta er nøkulunda mannagongdin, vit nýta:
Vit fáa greiðu á, hvat tað, vit umseta, veruliga merkir á frummálinum, vit – um mann so kann siga – pakka tað upp og síggja, hvat er í. Síðan vísa vit teimum, vit umseta fyri, hvat teksturin merkir, og lata tey so siga okkum, hvussu tey siga tað á teirra máli. Onkuntíð merkir hetta, at vit koma fram á orð, vit ikki kendu, og sum hóska júst til tekstin. Oftari merkir tað, at vit noyðast at umorða tekstin. Hetta var tað, sum hendi, tá ið vit umsettu hugtakið dýrd.
Onkuntíð máttu vit umorða dýrd við hugtøkum so sum góðska, rættvísi og vakurleiki. Onkuntíð hugtøk so sum vøkur styrki ella hátign. Alt eftir, hvat samanhangið var. Tað, vit miðaðu eftir, var, at hugmyndin, lesarin fekk, var sama hugmyndin, tey fyrstu, sum lósu skriftirnar, fingu.
Dýrd í okkara umhvørvi
Ofta kenna vit okkum í umstøðum, har tað tykist, sum ikki ber til at – um vit so kunna siga – umseta dýrd Guds inn í umstøðurnar, vit eru í. Kanska minnir tað um royndina at umseta orðið dýrd til mál, sum einki orð hava fyri dýrd. Vit mugu duga at umorða tað. Vit hildu, at vit fóru at dýrdargera Gud við at gera hetta og hatta, men sóu, at har bar einki til. Gott at minnast, at tað er júst undir slíkum umstøðum, at dýrdin kann gerast sjónskast.
Hoyrdi einaferð onkran siga: „Minst til, onkur fer at læra okkurt um Gud í dag, letur tú Hann liva lív Sítt gjøgnum teg.“ Hatta er at dýrdargera Harran, eisini har vit halda, at dýrdin ikki kann umsetast.
***
Gott at minnast, at tað at dýrdargera Gud er at endurspegla Hann mitt í lívsins hurlivasa.
Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen