At halda á í trúgv
Tá ið vit hugsa um orðið „trúgv“, hugsa vit sum oftast um, tá ið vit komu til trúgv ella vórðu frelst. Hetta er sjálvandi trúgv, tí vit verða frelst gjøgnum trúgv. Men trúgvin er nógv meir enn tað. Hon er ein nýggjur vegur, eitt nýtt og øðrvísi lív. Kanska eitt óvæntað lív fyri nógv.
Áhugavert er at lesa um trúarhetjurnar í Bíbliuni. Eg fari at tríva í trúnna hjá Sáru og Ábrahami, Mósesi og Nóa. Felags fyri hesi er, at tey á onkran hátt fingu eitt „løgið“ ella óvæntað lív í trúgv. Í veruleikanum eitt lív, sum í menniskjaeygum sá láturligt út.
Sára og Ábraham livdu í trúgv. Og Ábrami varð lovað (1. Mós. 15,5), at avkom hansara skuldi verða so stórt í tali sum stjørnurnar á himli. T.v.s. óteljandi. Men hvat? Sára og Ábraham áttu eingi børn og vóru bæði so gomul, at Sára dugdi ikki at ímynda sær, at tey kundu fáa nakað barn, tí flenti hon, tá ið tey fingu vitjan av Gudi, sum segði teimum, at hon skal eiga son (1. Mós. 18,1-15).
Árið eftir lyftið átti hon sonin Ísak. Í hesum einkarsoninum hvíldi hetta stóra lyftið, at úr honum skuldi stórt avkom koma. Stór ábyrgd má sigast. Men hetta var alt eftir ætlan Guds, og alt lá í Hansara hondum.
So koma vit til hæddarpunktið í søguni (1. Mós. 22,1-19). Gud biður Ábraham ofra Ísak. Tann Gud, sum Ábraham hevur trúð á, verður eisini ærdur her. Ábraham tekur sonin og fer ta tungu leið at ofra hann. Vit vita, at Ísak verður bjargaður í síðstu løtu, tá ið eingil HARRANS rópar á hann av himli og biður hann ikki leggja hond á dreingin. Ábraham verður biðin um at spara lívið hjá Ísaki og í staðin ofra ein veðr.
Hetta man vera størsta royndin vit lesa um í Gamla Testamenti. Fullkomiliga óskiljandi fyri okkum. Ímynda tær at verið Ábraham! Fyrst at verða royndur í trúgv í fleiri ár, síðan at fáa signingina og so skula av við hana aftur? Hvussu kundi hann skilja Guds ætlan? Men tað snúði seg ikki, um hvat Ábraham kundi hugsa sær til í sínum egna høvdi við menniskjaliga viti sínum. Tað snúði seg um Gud. Søgan er um Gud og Hansara ætlan. Ábraham og Sára verða útvald at vera ein liður í hesi ætlan. Gud kendi teirra hjørtu, og tey vóru funnin skikkað til hesa stóru trúarroynd. Í sama andadrátti kann eg nevna Mariumoy, sum varð gitin av Heilaga Andanum, og lovað varð, at hon skuldi verða móðir at Messiasi. Hon var eisini mett skikkað at bera Hann í heimin, tí hon trúði, og Jósef trúði. Hetta eru trúardømi, sum altíð hava hugtikið meg.
Og so er tað Móses. Hann verður biðin um at leiða Ísraelsfólk út úr trælahaldi, úr Egyptalandi. Út í oyðimørkina. Móses, sum kanska ikki varð mettur sum ein leiðari í menniskjaeygum, og sum hevði ilt við at málbera seg. Men hetta var ætlan Guds, og hann var útvaldur at fremja hesa uppgávu. Hann skal leiða tey til eitt land, sum flýtur í mjólk og hunangi.
Vit kenna søguna. Tey verða loyst, fara um Reyðahavið, fíggindin í hølunum, men hann druknar. Tey koma út í oyðimørkina. Skjótt er eingin matur at breyðføða tey. Nú byrjar veruliga trúarlívið. Í oyðimørkini. Kenna vit landalæruna, so átti tað ikki at tikið 40 ár at gingið frá Egyptalandi til Ísraelsland, sjálvt um tú grulvaði allan vegin.
Men Gud veit. Hann fer at vísa, hvør Hann veruliga er. Hann fer at royna fólkið. Hann veit, hvat teimum tørvar. Ikki mjólk og hunang fyrst og fremst, men sterka trúgv á Seg. Hvat er dýrabærari? Er ikki trúgvin dýrabærari enn njótanin av mjólk og hunangi? Um tey so skuldu ganga í hesi turru oyðimørk dag út og dag inn. Hitabylgja um dagin, og bítandi kuldi um náttina. Ongin matur uttan manna, ja, so er ein sigrandi trúgv størri. Soleiðis hugsar Gud. Hann er størst í lívi okkara, og tað vil Hann, at vit skulu síggja og uppliva. Stakkaladýrið Móses, hann var mangan illa dámdur. Hann fekk at sanna, at tað er ikki viðurkenning frá menniskjum, sum drívur okkum fram í trúgv, men viðurkenningin frá Gudi. Móses sá bert inn í lovaða landið. Hann doyði, áðrenn hann kom hagar.
Nóa. „Jamen Nóa, hvat tosar tú um? Eina vatnflóð?“ Tey hildu hann ivaleyst vera í ørviti. Nú er hann farin ov vítt, hann byggir eina ørk uppi á einum fjalli. Har var einki vatn! Og hetta tók langa tíð. Long tíð, áðrenn lyftið um vatnflóðina varð veruleiki. Men Gud brúkti Nóa, og Gud sá hansara hjarta og lýdni. Hann leit á Nóa, og Hann útinti verk Sítt í honum og gjøgnum hesa longu trúarroynd, sum hann fór ígjøgnum. Gud helt Sítt lyfti, og Gud prógvaði Seg. Nóa helt út í mong ár. Ivaleyst spottaður av øðrum. Viðurkendur? Neyvan. Kanska kendur fyri sín løgna atburð.
Eitt lív í trúgv er ikki eitt lætt lív, men av tí, at tað er rætta lívið fyri okkum, er tað eitt gott lív. Gud roknar ikki sum vit. Hvussu ofta standa vit ikki spyrjandi, tí vit skilja ikki Hansara órannsakandi vegir? Tað er tá, at trúgvin verður styrkt. Tá er tað, at vit fáa evnini at skoða longri, tí vit hyggja longri. Vit hyggja longri enn til bara hesa einu løtuna. Vit síggja Hin ósjónliga. Og eitt kunnu vit vera vís í: at geva vit Honum veg okkara í hond, so brúkar Hann okkum í Síni ætlan. Hann bæði ger eitt arbeiði í okkum og ígjøgnum okkum. Ein dag fara vit at heysta signingina.
Hebrearabrævið 11 er vert at lesa í hesum sambandi.
Skrivað hevur Maria Mørkøre